Lýsing

Liljan Weihe

“Tá ert tú og livir tú best. Eitt sindur á eggini og onkuntíð næstan farin útav.”

Hesi vóru boðini eg fekk frá eini vinkonu, tá eg gjørdi av at stilla upp til fólkatingsvalið í heyst. Eg var
glað, spent og ræðslusligin av at leggja meg á veljarans vágskál. At fáa veljarans dóm.

Nú leggi eg meg aftur á vágskálina hjá tykkum veljarum. Hesa ferð til løgtingsvalið. Kenslan er tann
sama sum seinast. Eg eri glað og spent, men trúgvi, at føroyingar vilja hava ein annan politikk.
Føroyingar vilja samhaldsfesti og frælsi. Rættvísi og skynsemi. Burðardygd og grønt skifti.

Eg eri 43 ár, gift við Ára og saman eiga vit synirnar Magnus og Pætur, sum eru 15 og 13 ára gamlir.
Vit búgva í miðbýnum í Havn. Í Peruhúsinum, sum vit kalla tað. Tað er her eg havi búð longst. Í 10 ár.
Eg havi ikki eitt barndómsheim. Eg havi fleiri. Eg eri uppvaksin í Grønlandi. Havi búð í Kanada og USA.
Í Føroyum havi eg búð á Selatrað, Vági og í Havn. So tá fólk spyrja meg hvaðani eg eri, so er tað eitt
sindur trupult at svara 

Eg eri útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur. Í mínum vaksna lívið havi eg arbeitt í og
nærhendis politisku skipanini. Fyrst í Tinganesi sum skrivari, síðani sum journalistur á Dimmalætting
og í Kringvarpinum. Í tveimum umførum havi eg eisini arbeitt á Fólkatingi. Eg havi altíð arbeitt við
síðunar av skúla og lesnaði. Sum m.a. reingerðarfólk, barrvørður, heimarøkt og grilldama.

Nú arbeiði eg í ferðavinnuni sum stjóri á Visit Tórshavn. Hetta er nakað heilt annað, enn tað eg havi
gjørt fyrr, men fantastiska læruríkt og stuttligt. Ferðavinnan er full av eldsálum og kreativum fólkum,
sum hvønn dag gera sítt til, at Føroyar verður eitt fjølbroyttari, stuttligari og ríkari samfelag hjá
okkum at liva í.

Frítíðin verður ofta brúkt í hallunum kring landið, tí báðir synirnir spæla hondbólt, og maðurin
arbeiðir í Hondbóltssambandinum. Eisini venji eg og eri venjari í Tvørmegi í Havn.

Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Í mínum uppvøkstri havi eg sæð og upplivað
sosialar trupulleikar, rasismu og ójavna. Eg havi tí, síðani eg var heilt lítil smágenta, verið tilvitað um
mismun og órættvísi – og ynskt at gera nakað við tað!

Journalistikkur snýr seg um júst tað. At betra um samfelagið og styrkja fólkaræðið. At upplýsa og
greina samfelagsviðurskifti fyri borgaran og avdúka valdsmisnýtslu. At vera røddin hjá teimum, sum
ikki verða hoyrd. Tí verða miðlar ofta róptir 4. statsvaldið. Endamálið er at skapa gjøgnumskygni,
upplýsa og avdúka – og soleiðis styrkja fólkaræðið og skapa eitt betri samfelag.

Í so máta líkist journalistikkur og politikkur. Vit hava endamálið til felags – ynski um at skapa eitt
betri samfelag. Munurin er, at journalisturin avdúkar, tá karmarnir í samfelagnum ikki virka –
politikarin kann gera nakað við tað!

Nú bjóði eg meg fram til at gera nakað við hesar karmar.