Lýsing

Øll skulu hava eina góða pensjón, sum tryggjar øllum góð livikor

Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini, hava lagt felags álit fram um skattafrádrátt á kr. 6.000 um árið til fólkapensiónistar.

 

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ynskja, at øll skulu hava eina góða pensjón, sum tryggjar øllum góð livikor.

 

Somuleiðis ynskja vit eina pensjónsskipan, sum byggir á samhaldsfesti so breiðu herðarnar bera størru byrðarnar. Eina pensjónsskipan, sum tekur hædd fyri lívskorum hjá teimum, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, og sum er málrætta móti teimum, sum vit vita hava tað trupult m.a. stakir pensjónistar.

Seinastu 4 árini eru pensjónistar raðfestir fram um aðrar bólkar við søguligari stórari hækking í pensjónini – 1.500 kr. um mánaðin eftir skatt – hetta er hægsta pensjónshækking seinastu 25 árini ella longur

 

Les alt álitið her:

191206 Endaligt minniluta álit um pensjón

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad