Lýsing

FØROYAR Í UTTANRÍKISPOLITISKUM BRENNIDEPLI

Søguliga hava Føroyar verið í uttanríkispolitiskum brennidepli við jøvnum millumbilum. Støðan beint nú er ein av hesum.

Stríðið um tað nýggja talgilda undirstøðukervið – 5G – er stórt í heiminum, og ikki uttan orsøk. Tí hetta undirstøðukervið kemur at røkka inn í hvørt heim, til hvønn persón og kemur at ávirka nærum alt vit gera frameftir.

USA og Europa eru vaknað við kaldan dreym, nú Kina hevur yvirhálað við tøkni og prísum á hesum øki. Nú er vorið greitt, at talan er ikki bert um eitt handilsmál, men sanniiliga eisini um uttanríkismál og ikki minst eitt trygdar- og verjumál.

KINA OG USA LEGGJA TRÝST Á

Tað er tí ikki uttan orsøk, at myndugleikarnir í Kina – umvegis kinverska sendifólkið – hevur havt fund við landsstýrið í Føroyum, so sum upplýst varð í KVF í gjár.

Tað er heldur ikki uttan orsøk, at myndugleikarnir í USA – umvegis amerikonsku sendikvinnuna – skriva tíðargreinir í føroysku bløðum um, hvussu týðandi tað er, at vit ikki velja loysnir úr Kina til okkara kervi. Helst hava samrøður eisini við landsstýrið um hetta sama.

Føroyar eru millum tey lond í Europa, ið hava valt kinesisku loysnina. Higartil hava viðkomandi myndugleikar – eisini trygdarmyndugleikar uttanlands – ikki kunna staðfest trupulleikar við hesum, men alt hetta verður nú endurskoðað í hesum døgum.

SØGULIGA SAMRÁÐINGARSTØÐU

Ongin ivi er um, at USA og fleiri lond í Europa heldur vilja hava okkum at velja europeiska loysn til 5G.
Ongin ivi er heldur um, at Kina vil hava Føroyar at nýta 5G loysn frá teimum.

Hetta gevur landsstýrinum eina søguliga góða samráðingarstøðu. Ikki bert í mun til 5G net okkara, men eisini í mun til sjálvstøðuga føroyska umboðan í uttanríkispolitiskum høpi – og burturbeining av tí uttanríkispolitisku spennitroyggjuni, ið avmarkar okkara møguleikar úti í heimi.

LANDSSTÝRIÐ EIGUR AT FARA Í SAMRÁÐ

Landsstýrið eigur tí, at ráðføra seg við leiðslunar í øllum flokkum á Løgtingi, og Uttanlandsnevndina, soleiðis at vit øll standa saman um samráðingarnar fyri framman í hesum máli. Eitt mál, ið snýr seg bæði um uttanríkispolitikk, handilspolitikk og trygdar- og verjupolitikk – umframt okkara komandi 5G net.

Tað eina stríðið snýr seg sostatt um, hvør skal hava ræðið á talgilda undirstøðukervinum frameftir.

STRÍÐIÐ UM ARKTIS

Samstundis er stríðið um Arktis. Eisini her er trýstið stórt. USA hevur enntá ætlað at keypa Grønland, og leggur áhaldandi trýst á Danmark um, at styrkja verjuna í Arktis – sum Føroyar eisini eru fevndar av.

Tað er ikki uttan orsøk at fleiri høgtstandandi amerikonsk fólk hava vitjað í Føroyum seinastu árini, at herðnaðarskip kemur til Føroya, og at vit fáa fleiri vitjanir eftir stuttari tíð – bæði frá amerikonsku sendikvinnuni og frá donskum ráðharrum, kongshúsi og forsætisráðharra.

STANDA SAMAN UM FØROYAR

Nú er at standa saman um, at tryggja bestu loysnirnar, og at tryggja Føroyum og føroyingum størri sjálvbjargni og sjálvstøðugari leiklut uttanríkispolitiskt.

Sjáldan hevur møguleikin verið betri.

 

Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad