Lýsing

FRÆLSI KEMUR IKKI AV SÆR SJÁLVUM

Samstarvsavtala, altjóða umboðan og vinarskapur millum Føroyar og Katalonia gjørdu, at leiðin í undanfarnu viku lá uttanlands. Hetta var ein øðrvísi og hendingarík ferð og vika, sum stóð í ljósinum av politisku kreppustøðuni í Katalonia.

NÝGGJ STJÓRNARSKIPAN VARÐ SAMTYKT OG SÍÐAN VRAKAÐ
Í 2010 varð uppskot til nýggja stjórnarskipan klárt at seta í verk í Katalonia. Uppskotið ”Statute of Autonomy of Catalonia” var frá 2006, og var eitt úrslit av eini tilgongd, har fólkið í Katalonia skuldi fáa staðfest fleiri grundleggjandi rættindi. Eitt nú varð í uppskotinum staðfest, at fólkið í Katalonia er ein tjóð. At dómstólar skuldu undir katalanskt ræði, og at katalanska málið er høvuðsmálið í Katalonia. Uppskotið varð samtykt á fólkaatkvøðu í Katalonia og av tveimum parlamentum. Bæði tí katalanska og tí spanska. Sostatt var ætlanin at menna samstarvið millum Katalonia og Spania – men henda ætlan varð av ongum. Tí stutt eftir kolldømdi ein stjórnarrættarligur dómstólur nýggju stjórnarskipanina fyri Katalonia. Kann tykjast ótrúligt, at hetta skal bera til, enntá eftir fólkaatkvøðu og samtykt í tveimum parlamentum, men so varð. Hetta skapti sjálvandi eina kenslu av manglandi virðing og stóra ónøgd millum nógvar katalanar.

SPANSKA STJÓRNIN SAGT NEI TIL SAMRØÐU
Síðan hevur katalanska stjórnin í fleiri umførum roynt at fáa samrøðu og samráðing í lag við sponsku stjórnina um dagføring av ríkisrættarligu viðurskiftunum millum tjóðirnar, men til fánýtis. Tí hevur katalanska stjórnin seinastu árini tikin til bæði vegleiðandi og vanliga fólkaatkvøðu um fullveldi. Men heldur ikki hetta hevur fingið sponsku stjórnina til samráðingarborðið. Tvørturímóti. Støðan er nú nærum so trupul sum hon kann vera. Í dag eru 9 fyrrverandi ráðharrar, tingfólk, forsetin í parlamentinum og leiðarar fyri felagsskapir, dømd 9-13 ára fongsul – vegna fólkaatkvøðuna í 2017 og virksemi í hesum sambandi – og fleiri fyrrverandi ráðharrar og onnur eru í útlegd.

Á VITJAN HJÁ FYRRVERANDI FORSETA
Ein av hesum er fyrrverandi forsetin í Katalonia, sum nú eisini er valdur tingmaður til ES tingið, Carles Puigdemont. Leiðin lá til Brússel, tí hann hevði boðið á vitjan, har hann býr í útlegd í hesum døgum. Hann hevur stóran áhuga fyri Føroyum. Ikki minst síðan vitjan hansara í Føroyum í fjør, tá hann luttók á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um sjálvsavgerðarrætt – saman við umboðum úr Skotlandi, Ný Kaledonia og Føroyum. Vit umrøddu støðuna í Katalonia, ES og Føroyum.

CARLES PUIGDEMONT VALDUR Í ES-TINGIÐ
Val var til ES parlamentið í mai mánaða í ár. Hóast Carles Puigdemont fekk fleiri enn 1 millión atkvøður, og harvið fekk flest atkvøður í Katalonia, og varð valdur í ES tingið, so hevur Spania valt at forða honum at sleppa í ES-tingið. Sponsku myndugleikarnir krevja, at hann møtir í Madrid og skrivar undir eitt skjal. Hevði Carles Puigdemont gingið hesum á møti, hevði verið handtikin, og beindur fyri spanska rættin, har hann – so sum rættarskipanin í Spania í dag er samansett – ikki hevði fingið eina óhefta dómsviðgerð, og hevði kunna fingið upp í 25 ára fongsulsrevsing.

EUROPEISKUR DÓMSTÓLUR KANN LATA DYR UPP
Trý katalansk umboð, sum eru í fongsul ella í útlegd, vórðu á ES-valinum fyrr í ár vald av fólkinum í Katalonia til europeiska parlamentið. Hesi hava tó ikki kunna tikið sætið enn vegna sponsku myndugleikarnar. Hesi 3 fingu samanlagt 2,2 milliónir atkvøður. Málið er lagt fyri European Court of Justice, og enn bíða tey øll eftir viðgerðini og avgerðini. Advocate Generale hjá European Court of Justice hevur gjørt sítt tilmæli til dómararnar viðvíkjandi fyrsta málinum. Fyribils niðurstøðan er, at valdu katalansku umboðini, hava rætt til at fara í ES-tingið, og hava fyrst og fremst síni rættindi frá fólkinum og valinum. Advocate Generale vísir á, at øll onnur formlig viðurskifti hjá ES londum koma í aðru røð. Vanliga fylgja dómarar í ES-dómstólinum hesum tilmælum frá Advocate Generale, men enn verður bíðað eftir avgerðini. Tí eru sera nógv fólk í Katalonia og aðra staðni, sum í løtuni bíða í spenningi eftir avgerðini.

SKOTLAND, TÝSKLAND OG BELGIA IKKI ÚTFLÝGGJA TIL SPANIA
Spansku myndugleikarnir hava samstundis – og nú á triðja sinni – kravt, at myndugleikarnir í Belgia útflýggja Carles Puigdemont til Spania. Tað sama hevur spanska stjórnin kravt viðvíkjandi fyrrverandi katalanskum ráðharrum í útlegd, eitt nú Claru Ponsati, sum í dag starvast sum professari á unversiteti í Skotlandi. Higartil hava hvørki dómsvalið Belgia ella Skotlandi vilja útflýggjað katalanarnar til Spania. Tað sama var galdandi fyri týska dómsvaldið, tá dómstólarnir mettu um eina møguliga útflýggjan í fjør. Spania fær sostatt ikki stuðul frá dómsvaldum í øðrum europeiskum londum.

TALGILDING Í FØROYUM Í BARCELONA
Eftir vitjanina í Brússel, lá leiðin til Barcelona í sambandi við, innbjóðing til luttøku á eini talgildingarráðstevnu – Smart City Expo World Congress 2019. Talan er um eina sera stóra ráðstevnu og framsýning, har yvir 1.000 býir og lond hava framsýningarbásar, og har fólk úr 146 londum hittast at røða og kjakast um, hvussu tey fremja og gagnnýta talgildu tíðina best møguligt – til frama fyri fólkið. Varð biðin um, at røða og umrøða, hvussu vit í Føroyum arbeiða við, at talgilda samfelagið til frama fyri fólk, vinnu og land.

VITJAÐI FYRRVERANDI FORSETA Í PARLAMENTINUM – Í FONGSLI
Ráð- og framsýningarstevnan byrjaði týsdag í vikuni. Men nú leiðin lá til Katalonia vildi eg fegin hitta starvsfelagar og stuðla teimum tjóðskaparfólkum, ið eg meti av órøttum eru dømd og beind í fongsul, og eru at meta sum politiskir fangar í Europa.
Dagin áðrenn ráðstevnuna lá leiðin tí á vitjan hjá fyrrverandi forsetanum í katalanska parlamentinum, Carme Forcadell. Hon er dømd og fongslað í 11 ár og 6 mánaðar av sponskum myndugleikum. Einasta orsøk er, at hon loyvdi catalanska parlamentinum at umrøða og viðgera úrslitið av fólkaatkvøðu um fullveldi, sum varð hildin í Catalonia í oktobur 2017. Hon hevur enntá fingið sama dóm, sum drápsmenn fáa í Spania. Hetta hóast hon bert hevur framt sítt arbeiði, sum fólkavaldur forseti fyri parlamentið. Ófatiligt og fullkomiliga burturvið. Vildi vitja hana fyri at vísa henni stuðul.

HEILSAN VIÐ ÚR ÍSLANDI OG FØROYUM
Tá tað gjørdist greitt, at eg fekk møguleikan at vitja hana, kunnaði eg formennirnar í bæði føroyska og íslendska parlamentinum, Jógvan á Lakjuni og Steingrímur J. Sigfússon. Teir ynsktu báðir, at eg heilsaði henni frá teimum, og so varð gjørt. Eisini gav eg henni heilsan frá fyrrverandi løgtingsformanninum, Pálli á Reynatúgvu – og frá tingmanning og aðalstjórn Tjóðveldis, ið hava sent áheitan til sponsku stjórnina um, at leyslata politisku fangarnar og fara undir samrøðu við stjórnina í Katalonia, so partarnir í felag kunnu finna eina fólkaræðisliga loysn á kreppuni. Hon var sera fegin um heilsanir og vitjan. Hon greiddi mær frá, at hon hevur verið í Føroyum fyri umleið 10 árum síðan. Henni dámdi væl í Føroyum, og ynskti at koma aftur, tá hon einaferð verður leyslatin. Bjóðaði henni sjálvandi at vera hjartaliga vælkomna at vitja í Løgtinginum og í Føroyum.

FREMUR VÆLGERANDI ARBEIÐI Í FONGSLINUM
Carme Forcadell tykist at vera ein sera djørv, vís og sterk kvinna. Tað var hjartnemandi at hoyra hana greiða frá støðuni, og hvussu hon roynir at gagnnýta tíðina í fongslinum best møguligt. Hon hevði tosað við flestu kvinnurnar í fongslinum, og gjørdist skjótt varug við, at flest allar sjálvar vóru offur. Offur fyri ringum barndómi, ringum parlagi ella øðrum. Tí vórðu tær komnar á skeiva leið í lívinum. Carme hevði tí vent sær til leiðsluna í fongslinum og spurt, um hon kundi hava samrøður við kvinnurnar – eina og eina – fyri at menna teirra sjálvsvirði og sjálvsálit. Hetta fyri at styrkja tær til at koma út aftur til veruliga lívið eftir leyslating. Hetta hevði hon fingið játtað. Hon fremur tí eitt megnar arbeiði, ið uttan iva fær stóran týdning fyri nógvar kvinnur, eisini handan læstar stáldyr í Katalonia. Ófatiligt at henda kvinnan, sum fyri stuttum sat í einum av hægstu embætum landsins – sum forseti fyri parlamentið – nú skal verða beint í fongsul í 11-12 ár. Hetta má og skal ikki góðtakast.

STRÍÐAST FYRI FÓLKARÆÐI OG SJÁLVSAVGERÐARRÆTTI
Sama dag var eg eisini á vitjan í øðrum fongsli, har mennirnir, sum eru fongslaðir vegna fólkaatkvøðuna, eru innilæstir. Hitti Jordi Cuixart, ið er leiðari fyri ein felagsskap, ið arbeiðir fyri catalanskari mentan og sjálvsavgerðarrætti. Hann er dømur, tí tey skipaðu fyri eini friðaligari mótmælisgongu – nakað, ið sjálvandi er ein altjóða mannarættur. Eisini hitti eg Raul Romeva, fyrrverandi uttanríkisráðharran, og Jordi Turull, fyrrverandi ráðharra og talsmann hjá stjórnini. Tað kendist sum ein heiður at hitta hesi fólk, ið stríðast fyri somu fólkaræðisligu virðum, sum so mong – bæði í Føroyum og kring allan heim. Hóast tey í meira enn tvey ár hava mist teirra persónliga frælsi, og hava verið innilæst – og nakrir enntá verið ígjøgnum hungursverkfall í fongslinum – so tyktist tað, sum vórðu teirra sinni og sál fræls. Tí tey vistu, at tey stríðast fyri tí, ið tey eru vald av fólkinum til at gera – og fyri rættinum hjá fólkinum at siga teirra hugsan og velja teirra framtíð.

POLITISKIR FANGAR Í EUROPA Í 2019
Heilt óveruligt at skula ígjøgnum ótalligar stálhurðar, fyri at møta hesum friðar fólkum, sum bert hava gjørt tað, ið tey eru vald av fólkinum til at fremja. Tað kann ikki undra nakran, at støðan í Katalonia er spent. Tí nú fleiri av teirra leiðarum eru dømd, kennir stórur partur av fólkinum í Katalonia, at tey og teirra meiningar eisini eru dømd. Hetta skapar sjálvandi ómetaliga stórt ónøgdsemi millum stóran part av fólkinum. Hetta leggur samstundis lunnar undir eini styrktari tjóðskaparrørslu. Tað tykist tí óskiljandi, politiskt, at spanska stjórnin velur hesa harðrendu leiðina. Tykist sum nýtir stjórnin amboð at týna sjálvbjargnisrørsluna, ið vórðu brúkt fyri øld og øldum síðan. Vit eru nú í 2019! Hetta hvørki kann ella skal góðtakst.
Tað var ein ómetaliga sterk og hjartanemandi uppliving at hitta hesi sterku fólkini. Øll í fongsli fyri at stríðast fyri fólkaræði og sjálvsavgerðarrætti. Í Europa. Í 2019.

RÁÐHARRIN FYRI TALGILDING FEGIN UM SAMSTARV
Seinni sama dag, hitti eg katalanska ráðharran innan talgilding, Jordi Puigneró, til óformelt prát. Fyrstu ferð vit hittust var fyri einum ári síðan í Barcelona. Seinast vit hittust var í februar í ár, í sambandi við, at eg – sum táverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum og við ábyrgd fyri talgilding – hevði boðið honum til Føroyar. Vit undirskrivaðu tá eisini samstarvsavtalu millum Føroyar og Katalonia um talgilding. Hann var tí áhugaður at hittast nú eg var í Barcelona. Vit umrøddu støðuna í Føroyum og Katalonia. Hann er sera fegin um samstarvið innan talgilding við Føroyar, og ynskti at menna hetta frameftir. Eisini gleddi hann seg at hitta nýggja landsstýrismannin fyri talgilding í Føroyum, sum hann hevði boðið á ráðharrafund í Barcelona.

SKOTLAND, FØROYAR OG ÍSLAND GANGA UNDAN
Tað eru tíverri sera fá, ið tora at samstarva við stjórnina í Katalonia, og at átala tað, ið fyrigongur í Katalonia. Orsøkin er hóttanir frá sponskum myndugleikum. Tíbetur ganga Føroyar – saman við Íslandi og Skotlandi – undan og velja aðra leið. Tí landsstýrið hevur valt at gera samstarvsavtalu við katalansku stjórina um talgilding, og eitt nú stjórnarleiðarin í Skotlandi, uttanríkisráðharrin í Íslandi, og núverandi Althingsformaðurin í Íslandi, og fyrrverandi løgtingsformaðurin í Føroyum, umframt løgtingsfólk og aðalstjórn Tjóðveldis, hava øll alment víst á, at støðan í Katalonia ikki kann góðtakast, og at samskifti og samráðing má fáast í lag sum skjótast.

ES TINGFÓLK VILJA HAVA ES AT MEKLA
Tað hevur týdning, at vit gera vart við og átala tað, sum gongur fyri seg í Katalonia í løtuni. Tí hetta er brot á alt sum vit vanliga seta í sambandi við fólkaræði, savningarfrælsi og frásøgufrælsi. Tíbetur eru tað alsamt fleiri tingfólk í Europa, ið eisini gera vart við seg nú. Eitt nú hevur flamska parlamentið einmælt samtykt áheitan til sponsku stjórnina, og eisini hava 40 tingfólk í ES-tinginum, í hesi vikuni, heitt á ES-kommissiónina um, at taka stig til mekling og loysnir á støðuni í Katalonia.

90 ÁR SÍÐAN “Barcelona International Exposition”
Næsta dagin í Barcelona byrjaði stóra talgildingar ráð- og framsýningarstevnan í Barcelona. Spennandi, at verða boðin við sum røðari til hesa. Kendist, á ein hátt, sum eitt framhald av mongu framsýningarstevnunum, ið Føroyar hava verið umboðaðar á í nærum 100 ár.
Tí í ár eru 90 ár síðan Føroyar høvdu framsýningarbás á sama staði – til Barcelona International Exposition í 1929. Tá var tað serliga vegna samhandilin og samstarvið um fisk og matvøru, ið vit høvdu framsýningarbás. Nú í novembur 2019 vórðu Føroyar umboðaðar við framsýningarbási á bæði eini talgildingar-ráðstevnu og á eini av heimsins størstu ferðavinnu ráðstevnum, ið varð hildin beint við síðuna av. Eisini fingu vit upplýst, at nú hevur heimsins størsta fiskivinnuráðstevna avgjørt at flyta til Barcelona, og verður hon tí har komandi ár. Tí verður føroysk fiskivinna helst skjótt eisini at síggja við framsýningarbásum í Barcelona.

TALGILT SJÁLVRÆÐI
Vit eru í gongd við sokallaðu 4. ídnaðarkollveltingina í løtuni. Alt gerst alsamt meira talgilt, og talgilding fer fram í samfelagnum um vit vilja tað ella ikki. Vit kunnu velja at lata onnur taka avgerðir – og lata upp til tilvildina – ella vit kunnu taka støðu til, hvussu vit ynskja at grundleggjandi talgilda undirstøðukervið skal vera til frama fyri land og fólk. Vit hava valt seinnu loysnina. Tað snýr seg eisini í stóran mun um, at vit mugu hava sjálvræði á hesum týðandi undirstøðukervinum fyri okkum øll. Tað snýr seg eisini um, at geva borgarum ræði yvir egnum dátum, at skapa størri tryggleika í dátusamskiftinum, at veita betri tænastur, at skapa størri gjøgnumskygni, at gera dagligdagin lættari fyri borgarar – og at tryggja, at persónligi talgildi samleikin hjá føroyingum ikki verður stýrdur av øðrum, enn føroyingum sjálvum. Tí Talgildi samleikin verður meira enn bara ein talgildur lykil. Hesin verður eitt talgilt borgarakort og yvir tíð eisini eitt talgilt pass. Tað snýr seg tí eisini um talgilt sjálvbjargni.

FØROYAR MILLUM FREMSTU TALGILDU LOND
Føroyar eru sera framkomnar tá tað kemur til talgildar loysnir og KT-skipanir á fleiri økjum. Eitt nú eru okkara skattaskipan, talgilda heilsuskipan og búskaparskipan landsins í heimsflokki. Eisini er okkara tele- og samskiftisnet sera framkomið. Hartil kemur so talgilda undirstøðukervið, sum vit nú menna við Talgildu Føroyum.

SMÁTT ER GOTT
Tað sum hugtekur onnur er, at vit í Føroyum hava megna at vera millum fremstu lond innan talgilding – hóast vit bert eru 52.000 fólk. Men tað er júst hetta, ið eg nýtti høvi til at vísa á, er fyrimunur okkara. Tí talgildingin ger, at júst smáar tjóðir og smærri býir hava møguleika at ganga á odda tá umræður talgildar loysnir til frama fyri borgarar, vinnu og samfelagið. Tí tað eru tey, ið lættast og skjótast kunnu tillaga seg til nýggju tíðina og støðugt broyttu fyritreytirnar, ið fara at ganga á odda frameftir, og har hava smærri tjóðirnar, so sum føroyingar, ein stóran fyrimun – um vit gagnnýta møguleikan á rættan hátt.
Øll omanfyrinevndu viðurskifti kom eg inn á í røðuni sum eg helt á ráðstevnuni.

ALTJÓÐA SAMSTARV UM TALGILDAR LOYSNIR
Næsta ráðstevnudagin varð eg boðin at luttaka á serstakari arbeiðsdegi saman við 30 serfrøðingum av ymiskum slagi, sum eisini vóru millum røðarar á ráðstevnuni. Saman við fleiri umboðum frá World Bank og borgarstjóranum í Izmir – 3. størsta býi í Turkalandi – fingu vit til uppgávu, í smærri bólkum, at arbeiða við ítøkiligum loysnum, ið kunnu geva fólkinum í Izmir meira fólkaræði, betri tænastur, størri gjøgnumskygni. Nýggi borgarstjórin hevði ynski um, at byggja býin á heilt onnur virðir, enn tað, ið ovasti leiðari landsins fremur. Hetta var eitt spennandi átak at luttaka í, og verða niðurstøðurnar og úrslitini send okkum í næstum. Eisini fingu vit sum luttóku innbjóðing frá borgarstjóranum, at koma til Izmir.

BORGARSTJÓRIN Í BARCELONA BJÓÐAÐI
Um kvøldið henda fyrsta ráðstevnudag, hevði borgarstjórin í Barcelona eisini bjóðað til døgurða. Hesin varð hildin í sjálvum ráðhúsinum, har eg luttók saman við øðrum røðarum og luttakarum frá ráðstevnuni. Ein avbera vakur býráðsbygningur, ið osaði av ríkari søgu og mentan. Nógvar spennandi samrøður við fólk úr alskyns londum.

FØROYAR SERSTAKAR – BÆÐI SO OG SO
Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar høvdu bás á hesi talgildingar ráð- og framsýningarstevnuni í Barcelona. Føroyski básurin var væl vitjaður, og vórðu nógvar samrøður og ávís sambond skapt. Klintra, Føroya Tele, Talgildu Føroyar, Hugskotið og Tórshavnar kommuna vóru umboðað á básinum hesa fyrstu ferðina. Umframt hesa ráð- og framsýningarstevna, so var ein av heimsins størstu ferðavinnuráðstevnunum hildin beint við síðuna av. Leiðin lá tí eisini yvir at vitja føroyska ferðavinnubásin. Har var úr at gera, og ótalligir fundur í gongd við nýggjar og verandi kundar, ið ynsktu at keypa upplivingar í Føroyum til komandi ár. Flott at uppliva, at føroyski básurin helst var millum best vitjaðu av norðurlendsku básunum.
Jú, sanniliga er tað serstakt at vitja Føroyar – og at liva í Føroyum.

AMNESTY INTERNATIONAL OG ST NEVND ÁTALA SPANIA
Henda fyrsta ráðstevnudagin – sum eisini var dagin eftir, at eg hevði vitjað politisku fangarnar í fongslinum – kom Amnesty International út við frágreiðing og áheitan á sponsku stjórnina um, at leyslata fangarnar og tryggja at mannarættindi verða vird. Vónandi kann henda áheitan, sum kemur umframt áheitan frá eitt nú ST nevndini – UN Group on Arbitrary Detention – vera við til, at skunda undir eina loysn á politisku kreppuni í Katalonia.

Á VITJAN HJÁ FORSETANUM Í PARLAMENTINUM
Áðrenn leiðin lá til Katalonia vendi eg mær til parlamentið, fyri at vita, um til bar at koma á vitjan í parlamentsbygninginum. Fekk stutt eftir innbjóðing frá forsetanum í parlamentinum – Roger Torrent – um, at koma á vitjan hjá honum. Hósdagin í vikuni lá leiðin tí út í katalanska parlamentið. Vit fingu gott prát um støðuna í Katalonia og avbjóðingarnar í samgongusamráðingunum fyri framman í Spania.

KATALANSKU FULLVELDISFLOKKARNIR AVGERANDI
Val hevur júst verið til spanska parlamentið – fyri 4. ferð í 4 ár. Úrslitið er, at fullveldisflokkarnir í Katalonia standa sterkari enn nakrantíð áður. Bæði í Katalonia og í spanska parlamentinum. Samstundis hevur ein víðgongdur høgra-flokkur, Vox, tikið seg fram. Spanski javnaðarflokkurin ynskir at skipa eina vinstra-stjórn, men hetta kann bert gerast við stuðli frá í minsta lagi einum av stóru fullveldisflokkunum í Katalonia, ERC. Forsetin í parlamentinum og eisini Carme Forcadell eru limir í hesum flokki. Tey seta sum krav fyri samstarvi, at spanska stjórnin fer undir samrøðu og samskifti við katalansku stjórnina, men um í skrivandi løtu er ikki greitt, um hetta fer at geva úrslit ella ikki. Vónirnar vóru ikki tær bestu – men tað er sjálvandi at vóna tað besta.

Á VITJAN HJÁ TINGFÓLKUM
Forsetin í parlamentinum vísti mær kring vakra og stásiliga parlamentsbygningin. Eisini vóru vit í tingsalinum, har salurin var merktur av, at gul bond hanga á teimum stólum, har tingfólk ikki kunnu møta vegna serligu støðuna við politiskum fangum. Parlamentsbygningurin er um 300 ára gamal, og var sera stásiligur karmur um týðandi lógararbeiðið innanfyri húsaveggirnar.
Eftir fund og rundferð hevði eg fund við tingfólk úr fullveldisflokkinum Junts per Catalunya – Saman fyri Katalonia – ið er ein av stóru fullveldisflokkunum í Katalonia. Hetta er eisini flokkurin hjá Carles Puigdemont og katalanska ráðharranum fyri talgilding, Jordi Puigneró.

ÁHUGIN FYRI FØROYUM STÓRUR
Endaði dagin aftur á ráðstevnuni, har eg gjørdi samrøður við fólk, ið ynsktu at hoyra meira um Føroyar. Varð boðin at røða um Føroyar á eini komandi Smart City Expo Congress í Ukraine komandi ár. Tosaði eisini við ein stjóra á einum fróðskaparsetri í Barcelona. Hann granskaði eisini við síðuna av, og arbeiddi nú við at lýsa støðuna hjá ymiskum tjóðum tá umræður atlimaskapir í ST-felagsskapum. Eisini hann hevði staðfest, at Føroyar hava serstaka støðu. Tí vit eru ikki skrásett sum klassiskt hjálandaveldi í ST, men hava hóast hetta fingið atlimaskap í nógvum ST felagsskapum. Vit hava í løtuni atlimaskap í UNESCO, FAO og IMO, og eru ætlanir um fleiri. Umrøddu eisini týdningin av sjálvsavgerðarrætti hjá tjóðum sum tí føroysku og katalansku.

SPANSKA STJÓRNIN MÓTARBEIÐIR KATALANSKU STJÓRNINI
Spanska stjórnin tykist í løtuni at royna at fella alt, ið katalanska stjórnin fæst við. Politisku mótstøðufólkini eru fongslað 9-13 ár. Fyrrverandi forsetin og fyrrverandi ráðharrar eru í útlegd. Millum 700 og 800 borgarstjórar eru ákærdir. Alt bert vegna tað, at skipað er fyri eini fólkaatkvøðu. Í hesi viku fekk spanska stjórnin stongt 3 sendistovur uttanlands hjá katalansku stjórnini, við hjálp frá hægsta rætti. Eisini samtyktið spanska parlamentið í vikuni, at spanska stjórnin fær heimild at stongja heimasíður, og fara inn á fartelefonir v.m. uttan at skula fyri dómara áðrenn. Hetta er, sum skilst, ætlanin at brúka til at forða fyri, at katalanska stjórnin gerst ov framkomin á talgilda økinum.

SAMSTARVSAVTALA MILLUM FØROYAR OG KATALONIA Í HÆGSTA RÆTTI
Meðan vit vóru stødd í Katalonia komu eisini tíðindini um, at sjálvt undirskrivaða avtalan millum Føroyar og Katalonia um samstarv innan talgilding, nú varð løgd fyri hægsta rætt í Spania – av sponsku stjórnini. Enn ein roynd at forða fyri tí, ið katalanska stjórnin arbeiðir við. Tíbetur fráboðaði núverandi landsstýrismaðurin í talgilding beinanvegin, at uttan mun til avgerðina hjá spanska hægstarætti í hesum máli, so fer samstarvið millum stjórnirnar í Katalonia og Føroyum at halda áfram. Hetta var greið tala, og hevur stóran týdning fyri framhaldandi samstarvið.

SPANSKA STJÓRNIN STEVNT NÚVERANDI FORSETAN
Tað var eisini sigandi um støðuna í Katalonia, at tann eina morgunin, tá sjónvarpið varð tendrað, so var beinleiðis sending, har núverandi forseti teirra varð avhoyrdur av dómara. Sjálvt núverandi forsetin hjá katalanum er beindur í rættin av spanska statinum. Í hesum førinum fyri, at hava hongt ein bannara uttanfyri stjórnarbygningin, ið hevði áheitan um leyslatan av politiskum fangunum sum eru í fongsli og í útlegd. Hvør dómurin verður, fáa vit at síggja í næstum.

ONGIN VERULIG UPPGERÐ EFTIR FRANCO
Spania er í stóran mun merkt av, at tey ongantíð fingu eina veruliga uppgerð – eftir at einaræðisráðharrin, Franco, doyði í 1975. Fólkini hjá Franco vórðu verandi í somu størvum eftir at Franco fór frá – í fyrisitingini, í vinnuni og í rættarskipanini. Úrslitið síggja vit í dag.
Spanska stjórnin kundi annars eisini valt eina heilt aðra leið. Kundi valt at farið í samskifti og samrøðu við katalansku stjórnina, og kundi givið teimum størri sjálvræði. Hesin møguleikin var tøkur bæði áðrenn fólkaatkvøðuna í 2017 og hevur verið tøkur síðan, men spanska stjórnin vil ikki samskifta um loysnir á politisku støðuni. Hetta ger støðuna alsamt meira trupla og alsamt meira spenta.

UMFATANDI MÓTMÆLI
Úrslitið er eisini, at alsamt fleiri fólk nú luttaka í mótmælistiltøkum. Nýggjasta átakið er sokallaða ”Tsunami Democratic” – tann fólkaræðisliga tsunamiin. Fleiri 100.000 fólk hava meldað seg til, at fáa fráboðanir um tiltøk og møta upp – ofta við stuttum skotbráði. Hetta hevur stongt motorvegir, ávirkað flogvøll v.m. í fleiri umførum seinastu tíðina. Dentur verður lagdur á, at talan skal vera um friðarlig mótmælistiltøk, men tá nógv fólk savnast hevur tað víst seg í nøkrum førum, at elva til ófrið millum løgregluna og nøkur av mótmælisfólkunum. Fleiri upptøkur hava eisini víst, at løgreglan er farin harðrent fram móti mótmælisfólkum, og hetta hevur skapt enn størri ótta og ónøgdsemi.

70% UNDIRTØKA FYRI NÝGGJARI FÓLKAATKVØÐU
Spurnarkanningar vísa, at undirtøkan fyri at halda eina fólkaatkvøðu afturat um framtíðarstøðuna hjá Katalonia hevur helst ongantíð verið størri. Nýggjasta spurnarkanningin, ið varð almannakunngjørd meðan vit vóru í Katalonia vísti, at 70% av katalanum ynskja nú enn eina fólkaatkvøðu. 49% siga seg vilja, at Katalonia gerst sjálvstøðugt land, meðan 41% eru ímóti. Restin ivast. Fyri 10 árum síðan varð undirtøkan fyri at gerast sjálvstøðugt land, helst minni enn helvtin av hesum. Hetta vísir bara, at spanska stjórnin hevur valt heilt skeiva kós, um ynskt verður at sleppa undan at Katalonia gerst sjálvstøðugt land.

ALTJÓÐA SAMFELAGIÐ MÁ KREVJA SAMRØÐU MILLUM PARTARNAR
Vit vita, at trýst elvir til móttrýst. Støðan vil tí gerast alsamt spentari og trupulari so leingi sum partarnir ikki seta seg til borðs at viðgera støðuna, og finna loysnir. Trýstið frá fólkinum gerst alsamt størri, men sum støðan er, so verður eisini neyðugt við altjóða trýsti, fyri at fáa sponsku stjórnina at velja samráðing og samrøðu – framum verandi framferð. Helst verður neyðugt við altjóða mekling millum partarnar.

”TANN, SUM TEGIR, SAMTYKKIR”
Góðtaka vit stilltigandi hetta sum í løtuni hendir í Katalonia, so kann hetta henda í øðrum pørtum av Europa í framtíðini. Og vit skulu sjálvandi ikki góðtaka brot á mannarættindi og politiskar fangar í Europa í 2019. Tí skulu vit bróta tøgnina. Tað er ófatiligt, at leiðarar hjá flestu europeiskum tjóðum eru so stilltigandi um hetta álvarsmál. Her er ”larmandi tøgn” í Europa. Vónandi fer søgan ikki at vísa, at europeisku leiðararnir – einaferð enn – ikki hava tikið neyðug stig í tøkum tíma.
Tá leiðin lá heim aftur til Føroyar, var vónin, at hesir dagar hava gjørt mun. Fyri tey, sum av órøttum eru fongslað vegna teirra arbeiði fyri fólkið. Fyri tey, sum í dag arbeiða fyri, at fáa samrøðu og loysnum millum stjórnirnar í Spania og Katalonia. Fyri meira vitan um Føroyar úti í heimi. Og vónandi er eisini plantað fræ, ið koma at spíra og geva ávøkstur fyri samstarvið millum Føroyar og Katalonia – nú og í framtíðini.

ALTJÓÐA VIÐURKENNING AV SJÁLVSAVGERÐARRÆTTI AVGERANDI
Støðan í Katalonia vísir eisini so sólarklárt ovurstóra týdningin av, at fáa staðfest og altjóða viðurkent sjálvsavgerðarrættin hjá eini tjóð. Hetta er eisini galdandi fyri føroyingar. Tí bert við altjóða viðurkendum sjálvsavgerðarrætti vilja vit sjálvi veruliga kunna taka støðu til okkara framtíðarstøðu sum land og tjóð – og vera trygg við, at eitt úrslit á eini komandi fólkaatkvøðu verður virt av øðrum tjóðum.
Higartil hava danskir myndugleikar ikki vilja fráboðað Sameindu Tjóðum, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært altjóða rætti – og tað er ikki uttan orsøk.
Eitt samt Løgting eigur tí at krevja, at hetta verður gjørt, so vit tryggja okkum og okkara eftirkomarum henda rætt – tí frælsi kemur ikki av sær sjálvum.
Heldur ikki eftir eina fólkaatkvøðu.
Tað sóu vit í Katalonia í 2017.
Tað sóu vit í Føroyum í 1946.
Og tað kunnu vit uppliva aftur, um vit ikki fáa sjálvsavgerðarrætt okkara staðfestan og altjóða viðurkendan.

Novembur 2019

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad