Lýsing

Hvussu við einum frádrátti til sjúkrarøktarfrøðingar?

Fleiri fakbólkar fáa longu sum er frádráttir av ymsum slag. So hví ikki tosa um frádráttir, til sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og onnur. Hetta var nakað av tí, ið Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, kom inn á í røðu sínari í løgtinginum í dag.

 

Vit gerast alsamt fleiri eldri er nærum vorðið eitt niðurlag, tá politikarar skulu argumentera fyri, hví summir borgarar skulu rinda meira skatt, hví fólk sjálvi skulu rinda meira pensjón, hví fólk skulu arbeiða longri osfr.

 

Men sjáldan hoyri eg, at vit mugu gera tað áhugaverdari at útbúgva fleiri heilsurøktarfólk, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Hettar er ikki nóg mikið, tí vit mugu eisini gera tað áhugavert á annan hátt, at fáa sær hesar útbúgvingar, her hugsi eg um fíggjarliga partin.

Alt gerst meira kostnaðarmiklari, og vit mugu bara ásanna, at tað er trupult við einari løn, sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, at seta føtur undir egið borð.

Sjúkrarøktarfrøðingar fingu, eftir tógvi stríð, eina munandi lønarhækking, og tað hava tær uppiborið, og tað er eisini uppá tíðina at tær fingu tað.

Tá tað gongur væl, so fáa júst hesir bólkar at vita, at tey mugu ikki krevja so nógv í løn, tí tað setur ov nógva ferð á búskapin. Tá tað gongur illa, so mugu hesir bólkar ikki krevja meiri løn, tí tey mugu vísa samfelagssinni.

 

Hesir fakbólkar arbeiða allar dagar á árinum, alt samdøgrið.

Vit, sum eru so heppin at hava sjúkrarøktarfrøðingar rundan um okkum vita, at onnur hvørji  jól, aðru  hvørjar páskir, annað hvørt vikuskifti, og so framvegis, so eru tær til arbeiðis. Og soleiðis er tað. Eisini arbeiðir hesin málbólkur náttarvaktir, kvøldvaktir og annað.

Men ongantíð hoyri eg nakran politikara tosa um, at tær skulu hava ein serligan frádrátt, tí tær ikki fáa verið til staðar, tí tær ikki fáa gagnnýtt øll mentanartilboð, ella ítróttartilboð í landinum, ella tí tær muga verða burtur frá familjuni um høgtíðina.

 

Vit hava allar møguligar frádráttir, men enn havi eg ongantíð hoyrt um ein frádrátt til heilsurøktarfólk. Eg haldi, at stundin er komin til, at vísa størri virðing fyri øllum, ið hvørki tjena nógv ella lítið, men bara hava eina meðalinntøku og fara til arbeiðis hvønn dag.

 

So ja, vit mugu hava fleiri at læra til sjúkrarøktarar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, men vit mugu eisini gera tað fíggjarliga áhugavert hjá teimum.

 

Beinta Løwe, Tjóðveldi

 

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad