Lýsing

Nær verða nýggju tunlarnir norður um Fjall lidnir?

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall,

settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Verður farið undir tunlarnar norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum?

2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at nýggju tunlarnir norður um Fjall eru lidnir?

Viðmerkingar: Í nógv ár hevur verið tosað um at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Enn er onki hent á økinum. Undanfarna samgonga framskundaði tunlarnar norður um Fjall. Enn hevur landsstýrismaðurin ikki svarað ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar norður um Fjall; tí hesin fyrispurningur til landsstýrsmannin.

Á Løgtingi, 7. november 2019

Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X