Lýsing

GROV ÓSANNINDI FRÁ JØRGEN OG BEATU Í KVF



Hoyrdu vit rætt í Breddanum í útvarpinum beint nú?

Hoyrdu tit at bæði Jørgen Niclasen og Beate L. Samuelsen søgdu ógvusliga ósatt um fíggjarligu støðuna hjá landinum? Vildu vera við, at tey ikki kundu liva upp til ófíggjað vallyfti, tí landskassin ikki var so væl fyri. Hetta er beinleiðis ósatt!
Vit hava havt søguliga stór avlop, og hava helst ongantíð áður havt ein so væl bjálvaðan landskassa, sum nú tá nýggja landsstýrið tók við!


Hoyrdu tit, at Beate sigur, at pensjónistar hava mist 580 kr. í pensjón orsakað av undanfarnu samgongu? Hetta er ósatt!
Pensjónistar eru teir, ið fingu nógv størstu raðfesting av øllum bólkum. Pensjónistar uttan aðra inntøkur fingu enntá søguliga stóra hækking av pensjónini á 1.500 kr. um mánaðin eftir skatt. Ongantíð seinastu 25 árini er pensjónin hækkað so nógv!

Hoyrdu tit, at Jørgen sigur, at nú skulu 123 mió. kr. brúkast úr lands- og kommunukassum, uttan at fígging skal finnast. Hetta skal “bara” takast av yvirskotinum – landskassin og kommunukassarnir og fíggjarliga haldførið skulu nú undirgravast. Og Jørgen legði afturat, at hann er stoltur av hesum! Sami maður og flokkur, sum aftur og aftur hava sagt, at tað, at undanfarna samgonga hevur havt 1,4 milliard í landskassa-avlopi seinastu 4 árini, er ov lítið! – og nú gera tey alt fyri at minka avlopið burtur í onki. Og geva enntá undanfarnu samgongu skyldina.

Tað er ófatiligt at tað skal bera til at bera tílíkt fram í bestu senditíð í KVF.

Tíverri sær út til, at okkara ávaringar um at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava felags áhuga í, at tøma landskassan – og at gera okkum minni búskaparliga sjálvbjargin – og tí fóru at føra ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk, gerast til veruleika.

Deil hesa grein umvegis
468 ad