Lýsing

Náttúrumargfeldislógin løgd fyri Løgtingið

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava lagt fyri Løgtingið lóg um vernd av lívfrøðiliga margfeldinum – nátturumargfeldislógina.

Hetta er ein náttúruverndarlóg, sum gevur neyðug amboð til at verja náttúru okkara væl, samstundis, sum lógargrundarlag verður lagt fyri at skapa skilagóða javnvág ímillum at troyta og nýta náttúruna, og at verja hana til komandi ættarlið.

-Trýstið á náttúruna veksur alsamt, og Føroyar hava í áratíggju havt tørv á einari náttúruverndarlóg, ið sampakkar tíðina, vit liva í. Tí er tað alneyðugt, at Løgtingið fær høvið at halda fram at viðgera hesa tíðningarmiklu lóg, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgufólk hjá Tjóðveldi í náttúruverndarmálum.

-Talan er um eina nútímans pragmatiska lóg, ið tekur hædd fyri vinnuligum og øðrum virksemi av ymiskum slagi, men samstundis áleggur okkum at hava neyðuga vitan tøka og taka náttúruna við á vágskálina, so vit ikki óansin oyða lív og margfeldið í náttúruni, sigur framsøgukvinnan.

Uppskotið, sum flokkarnir báðir nú hava lagt fram, er stórt sæð hitt sama, sum undanfarna landsstýriskvinna í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, legði fyri Løgtingið í vár, men sum tíverri ikki varð liðugt viðgjørt í Rættarnevndini, áðrenn val varð útskrivað. Flokkarnir á tingi fáa sostatt í næstum høvið at taka uppaftur táttin at viðgera náttúrumargfeldislógina.

Uppskotið Náttúrumargfeldislóg kann lesast her: https://www.logting.fo/files/casestate/27457/028.19%20U.t.ll.%20um%20fyrisiting%20av%20margfeldinum%20i%20natturuni%20-%20Natturumargfeldislogin.pdf

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad