Lýsing

Tað skal bera til at byggja egnan bústað kring alt landið

Tí hevur Tjóðveldi í dag lagt fram lógaruppskot á Løgtingi, sum gevur Bústøðum heimild til, at veita lán til ein part av byggikostnaðinum av bústøðum uttanfyri størru býirnar.

Endamálið er at tryggja, at tað skal vera møguligt at byggja egnan bústað kring alt landið.

Hetta er ikki støðan í dag. Tí lánitreytirnar eru ymiskar í størru býunum, í mun til á bygd og uttanfyri størru býirnar. Hetta vil Tjóðveldi hava loysn á.

Støðan í dag

Tað er trupult at fáa fígging til at byggja sethús, ella at endurnýggja eldri hús, uttanfyri størru býirnar í Føroyum. Orsøkin er, at marknaðarvirðið uttanfyri størru býirnar ofta er væl lægri enn kostnaðurin av at byggja húsini, og fíggingin er treytað av marknaðarvirðinum.

Dømi eru um, at persónar, ið hava fingið noktað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað eitt uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Tað er sostatt ikki gjaldsevnini hjá teimum sum skulu byggja, ið forðar fyri, at fleiri bústaðir verða bygdir úti um landið, men heldur tað, fíggingarmøguleikarnir eru so ymiskir, tí marknaðarprísirnir á bygdum húsum eru so ymiskir. Verandi lóg um fíggjarligt virksemi, sum peningastovnarnir sjálvandi skulu halda, hevur hesa avleiðing.

Samfelagsliga er avleiðingin, at fólk ikki hava sama møguleika at byggja hús á bygd, sum í størru býunum. Hetta skundar eisini undir, at alsamt fleiri búseta seg í størru býunum. Og hetta leggur enn størri trýst á húsaprísirnar í størru býunum.

Loysn

Bústaðir tryggjar, at øll fólk í Føroyum, ið ynskja at byggja egin hús, og hava neyðugu inntøkurnar og gjaldsevnini, hava javnbjóðis møguleika fyri hesum – eisini á bygd.

Bústaðir fær heimild til, at veita lán við veð í føstu ognini. Hetta er tó bert galdandi fyri bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar.

Bústaðir kann bjóða eitt lán, ið fevnir um tann partin av láninum, ið bankin ikki kann bjóða. Tó ongantíð meira enn upp til 100% av metingarvirðinum.

Hetta er sjálvandi treytað av, at tey, ið søkja um lán, hava neyðugu inntøkurnar og gjaldsevnini til, at rinda lánið aftur.

Peningastovnar bjóða oftast um 80% av metingarvirðinum, tá húsini eru liðug. Men av tí, at metingarvirðið ofta liggur undir byggikostnaðinum, tá bygt verður uttanfyri størru býirnar, so er 80% av metingarvirðinum, væl minni enn 80% av byggikostnaðinum – ofta helst um 60%.

Bústaðir vil kunna bjóða upp til 100% av metingarvirðinum, tvs. 20% afturat teimum 80%, ið bankin vil kunna lána. Sostatt kann bankin lána 80% og Bústaðir lána 20%. Hóast hetta gevur 100% av metingarvirðinum tá húsini eru liðug, so vil hetta samanlagt, í nógvum førum, helst svara til umleið 80% av samlaða byggikosnaðinum.

Ætlanin er, at Bústaðir skal kunna veita lán til vanligar bústaðir, ikki til bústaðir, ið kosta meira enn vanligt. Tí er ætlanin, at landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir loft á fermetrakostnaði v.m., ið skal til, fyri at Bústaðir kann veita lánið.

Seinastu 4 árini eru fleiri átøk framd fyri at loysa bústaðaravbjóðingina, at fáa meira fjøltáttað bústaðarmynstur, og at geva fólki møguleika fyri, at fáa til vega ein bústað, ið hóskar til, har tey eru í lívinum.

  • Bústaðir fekk í 2016 heimild at útskriva lánsbrøv ella taka lán við trygd í føstu ognunum, á 250 mió. kr. Hetta hevur gjørt, at farið er undir at byggja fleiri enn 200 bústaðir afturat, og at Bústaðir í 2020 fer at hava um 400 tøkar leigubústaðir. Lógaruppskot er hartil lagt fyri Løgtingið um, at økja heimildina við 250 mió. kr. afturat.
  • Kommunurnar hava fingið heimild at byggja eldrabústaðir til fólk í aldrinum 60+.
  • Bústaðir er farið undir at byggja nýggjar lestrarbústaðir í Vági, og verður farið undir lestrarbústaðir í Klaksvík í næstum.
  • Landsstýrið setti pening av í fíggjarlógunum seinastu árini, og settið samanlagt 200 mió. kr. av í 5 ára játtanarkørmunum, til at byggja nýggjar bústovnar og fleiri vardar bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum.
  • Familjuískoyti varð sett í verk í 2016 til barnafamiljur, sum hava fíggjarliga trong kor. Hetta er ein upphædd, ið barnafamiljur m.a. kunnu nýta til, at rinda fyri bústað, og hevur hetta gjørt tað lættari hjá barnafamiljum við fíggjarliga trongum korum, at fáa hóskandi bústað.
  • Lógaráseting um býlisskrá og heimild til leigunevndina at forða fyri órímiligum leigukostnaði eru eisini millum samtyktu ásetingarnar seinastu árini.

Men meira má gerast, og hetta uppskotið er liður í hesi tilgongd.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna og framsøgufólk Tjóðveldis í bústaðarmálum: “Tað skal sjálvandi bera til, at byggja egnan bústað kring alt landið. Soleiðis er ikki í dag. Hetta ger, at enn fleiri velja at byggja í størru býunum, og trýstið á bústaðarmarknaðin har veksur. Skulu vit tryggja bústaðarbygging kring alt landið, er neyðugt við átøkum, fyri at tryggja, at javnbjóðis møguleikar eru, at fáa lán til bústað uttanfyri størru býirnar. Hetta lógaruppskotið loysir ta avbjóðingina”.

Á Løgtingi, 4. novembur 2019

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad