Lýsing

Beinta sett § 52 a fyrispurning um oljudálking í náttúruni

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur um oljudálking í náttúruni, settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Hvør hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir oljudálking í náttúruni?

2. Um tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina av einari oljudálking, hvør skal so syrgja fyri, at dálkingin verður tikin upp, og ikki verður liggjandi í náttúruni?

3. Hvørjar heimildir eru fyri bót, revsing ella øðrum, um so er, at oljudálking ikki verður tikin upp?

Viðmerkingar:

Fleiri dømi eru um oljudálking, ið ongin vil taka ábyrgd av. Eisini eru dømi um oljudálking, har partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina og harvið kostnaðin fyri at rudda upp eftir dálkingina. Úrslitið er, at oljan verður liggjandi í náttúruni í mánaðir ella ár, og í ringasta føri als ikki verður tikin upp. Hetta eigur als ikki at koma fyri, og tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum.

Á Løgtingi, 3. oktober 2019

Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad