Lýsing

SLEPTU ÁBYRGDARFULLU FÍGGJARSTÝRINGINI FRÁ FYRSTA DEGI

SLEPTU ÁBYRGDARFULLU FÍGGJARSTÝRINGINI FRÁ FYRSTA DEGI
Júst sum væntað – og sum ávarað um – so hava nýggja landsstýrið, og nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, slept fíggjarstýringini frá fyrsta degi.
Hetta er greitt, nú eitt fyribils fíggjarlógaruppskot fyri 2020 er lagt fyri Løgtingið – saman við eini óvanliga stórari eykajáttan á 114 mió. kr. Eykajáttanin økir útreiðslurnar á fleiri økjum, uttan at lækka útreiðslur samsvarandi á øðrum økjum, í mest møguligan mun. Hetta hevur annars verið meginreglan.
Øll fíggjarstýring sær út til at vera slept.

VILJA SETA SEG SJÁLVAN Í BETRI LJÓS – ROKNINGINA RINDA FØROYINGAR
Við hesum avdúkar landsstýrismaðurin eisini endamál sítt. Endamálið er, at økja útreiðslurnar mest møguligt í 2019, soleiðis at góða úrslitið í 2019 skal gerast verri enn annars. Hetta verður gjørt fyri, at seta undanfarnu samgongu í ringt ljós, og samstundis at seta seg sjálvan í betri ljós, tí tað gerst lættari at gera eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2020, ið sær betur út.
Rokningina sendir landsstýrismaðurin til Føroya fólk. Hetta er ábyrgdarloysi frá fyrsta degi!

LONGU BROTIÐ MEGINREGLU 2 FERÐIR
Hetta kom eisini longu til sjóndar í undanfarnu viku, tá landsstýrismaðurin legði eykajáttan fyri Løgtingið á 3,5 mió. kr. Hetta varð gjørt, uttan yvirhøvur at hava kannað, um møguleiki var fyri, at fíggja hesa upphædd við, at lækka aðrar útreiðslur samsvarandi. Hetta hevði borið væl til. Ein samd fíggjarnevnd vísti eisini í álitinum til málið á, at sum meginregla skal landsstýrið koma við sokallaðum útreiðslu-neutralum eykajáttanum. Hesa meginreglu hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu brotið tvær ferðir – eftir bert einari viku.

TALANDI TØL – ÚRSLITIÐ 330 MIÓ. VERRI
Tá eg handaði lykilin til Fíggjarmálaráðið til Jørgen Niclasen fyri tveimum vikum síðan, vísti fíggjarstøða landskassans eitt avlop á 548 mió. kr., bara higartil í ár. Hetta er eitt munandi betri úrslit, enn vit væntaðu, tá fíggjarlógin fyri 2019 varð samtykt. Henda vísti 377 mió. kr. í avlopi.
Framløgdu Játtanarkarmarnir fyri 2020, ið vit løgdu fram í vár, og sum okkara uppskot til fíggjarlóg fyri 2020 skuldi smíðast innanfyri, vísti avlop á 501 mió. kr. í 2020.
Hvat vísir henda fyribils fíggjarlógin fyri 2020 hjá nýggja landsstýrinum, sum er løgd fram í dag? Bert 171 mió. kr. í avlopi í 2020.
Tað vil siga, at nýggja landsstýrið leggur eitt fyribils fíggjarlógaruppskot fram, ið hevur eitt úrslit, ið er 330 mió. kr. verri enn tað, ið undanfarna samgonga hevði framt. Seinni í ár, kemur landsstýrið við broytingaruppskoti, ið vónandi fer at vísa eitt úrslit og eina fíggjarlóg, ið liggur nærri tí, ið vit høvdu lagt fram. Men alt bendir tíverri á, at so verður ikki.

VILJA IKKI BÚSKAPARLIGT SJÁLVBJARGNI
Hetta samsvarar eisini við tað, ið Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava víst seinastu 4 árini. Hesir flokkar hava seinasta árið lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, ið høvdu kostað landið og kommunum millum 1 og 2 milliardir. Undir valstríðnum løgdu somu flokkar eisini fram vallyfti fyri væl omanfyri 1 milliard krónur í minni inntøkum og fleiri útreiðslum. Hetta eru vallyftir, ið vit mugu vænta, at flokkarnir fara at seta í verk. Hetta merkir, at bæði land og kommunur fara at hava stór hall. Báðir flokkar tykjast tí samdir um, at búskaparligt sjálvbjargni ikki skal fremjast í verki. Tíverri.
Hetta síggja vit eisini longu aftur í tí eykajáttan og tí fíggjarlógaruppskoti, sum eru løgd fram í dag. Tíverri.

TAKIÐ ÁBYRGD! – HELDUR ENN AT RENNA UNDAN
Vit vilja staðiliga mæla nýggja landsstýrinum og landsstýrismanninum í fíggjarmálum til, at taka ábyrgd – heldur enn at renna undan ábyrgd – og at fremja ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Hetta er alneyðugt fyri, at halda áfram við, at styrkja okkara vælferðarsamfelag, at gera okkum alsamt meira sjálvbjargin, og fyri, at halda áfram á góðu kósini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad