Lýsing

Landsstýrið fer nú eftir 1,4 milliard í samhaldsfasta

Fólkaflokkurin hevur í mong ár ynskt at avtaka Samhaldsfasta. Í undanfarna valstríði duldi flokkurin hetta tó væl. Ístaðin førdi flokkurin fram, at hann vildi bjóða skattafrítt útgjald úr Samhaldsfasta, hóast flokkurin visti, at hetta fór ikki at verða framt í verki – tí als onki boð var uppá, hvussu hetta skuldi fíggjast.
Hetta sæst eisini aftur í samgonguskjalinum. Onki skattafrítt útgjald úr Samhaldsfasta. Hinvegin so ætlar Fólkaflokkurin – saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum – nú at avtaka Samhaldsfasta.

Vit hava seinastu 4 árini lagt stóran dent á, at styrkja tann partin av pensjónsskipanini, har vit spara upp í felag – í Samhaldsfasta. Fyri 4 árum síðan, í 2015, var mánaðarliga útgjaldið úr Samhaldsfasta til pensjónistar 3.010 kr. um mánaðin. Í dag er mánaðarliga útgjaldið til pensjónistar hækkað upp í 5.590 kr. um mánaðin.

Uppsparda ognin í Samhaldsfasta er eisini vaksandi, og er í dag meira enn 1,4 milliard krónur!

Henda uppsparda ogn er ætlað at tryggja, at hóast vit gerast munandi fleiri pensjónistar komandi árini, so er sett av til, at allir pensjónistar – eisini um 10, 20 og 30 ár – fáa minst somu mánaðarliga upphædd úr Samhaldsfasta, sum í dag.
Men hetta ætlar nýggja landsstýrið nú at avtaka.

Hetta er bæði lyftisbrot, og eitt slag av ráni frá núverandi og komandi pensjónistum, og øllum teimum, ið hava rindað inn til Samhaldsfasta øll teirra ár á arbeiðsmarknaðinum.

Hetta er ein ætlan, ið má steðgast
Gott at fleiri fakfeløg eisini gera vart við hetta.
Bæði vóni og vænti eisini, at har eru samgongu løgtingsfólk, ið heldur ikki ynskja at avtaka Samhaldsfasta.
Hetta mugu vit loysa saman.

Deil hesa grein umvegis
468 ad