Lýsing

Hjartans tøkk kæru veljarar!

Av hjarta takki eg tykkum mongu um landið alt, sum stuðlaðu Tjóðveldi á løgtingsvalinum. Ein serstøk tøkk til tykkum 406, ið stuðlaðu mær persónliga. Eri so inniliga takksom fyri hvørja einastu atkvøðu. Álit tykkara er styrki mín og okkara!

 

Hjartaliga tillukku ynski eg tykkum, sum vórðu vald, og tykkum, sum ikki rukku um tinggáttina, men vísti áræði og vilja at vera partur av einum livandi fólkaræði.Takk til eldsálir í økisfeløgum okkara, vinir og familju, sum løgdu so nógva orku í at vinna flokkinum eitt gott val.

 

Harmist um, at samgongan, sum hevur havt bæði dirvi og vilja at fremja neyðugar broytingar, ikki fekk nóg dygga undirtøku til at halda fram. Men, fólkið hevur talað, og hvør á sín hátt kunnu vit lyfta okkara lut, til frama fyri land og fólk.

 

Kærar heilsanir

 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna fyri Tjóðveldi

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad