Lýsing

FISKIVINNUNÝSKIPANIN ER GRUNDGÓÐ – NÚ ER IKKI AT BOGNA

Vit hava tikið fyrsta stigið at nýskipa fiskivinnuna. Men enn eru vit ikki komin á mál. Vit skulu lurta eftir og taka sjónarmið við frá bæði frøðingum og vinnufólki. Uttan at skala ognarrættin hjá Føroya fólki, sjálvsagt. Tað er so sera týdningarmikið, at løgtingið ikki bognar fyri trýsti, men stendur fast við prinsippið, at hetta er okkara fiskur – tað mugu vera okkara reglur.

 

Eitt ár er ov stutt

Vinnufólk hava ført fram, at tað er ov ótrygt fyri tey, sum seta nógvar pengar upp á spæl í fiskivinnuni, at bert vita eitt ár fram, hvørji fiskirættindi ein hevur. Hesum kunnu tey hava rætt í. Undir gomlu skipanini fingu reiðarar útlutað veiðirættindi fyri 10 ár í senn. Tað er avgerandi neyðugt at skilja ímillum spurningin um uppboðssølu/ikki-uppboðssølu á aðrari síðuni og spurningin um longdina á veiðirættindunum á hinari. Um man heldur, at 1 ára rættindi eru ov ótrygg, so ber væl til at selja veiðirættindini sum tvey, trý ella átta ára rættindi. Ein partur av makrelkvotunum, sum vórðu seldar á almennu uppboðssøluni í ár, vóru júst 8 ára rættindi. Hetta er eitt dømi um eina tillaging, ið kann gerast uttan at broyta prinsippið í uppboðssøluni.

 

Vinnan er meir enn bert dagsins aktørar

Tá vit tosa um “vinnuna”, tosa vit ofta bert um tey vinnurekandi, sum eru aktiv í dag, her og nú. Tað er ikki góður sjónarvinkul, tá vit skulu gera skipanir. Vit eiga at taka við komandi ættarlið av reiðarum, fiskimonnum – og eigarum, føroyingum øllum! Vit mugu hava eina skipan, sum er rættvís, og sum tryggjar, at vit fiska burðardygt og við størst møguliga nyttuvirði fyri Føroyar, nú og frameftir. Tí er so týdningarmikið, at løgtingið ikki bognar fyri trýsti. Tað, sum er gjørt, er ein góð grund at byggja á. Eisini, um ikki øll, sum her og nú eru í vinnuni, taka undir við tí.

 

Størri nøgdir í uppboð

Ongin byggir nýtt fjós til eina kúgv. Heldur ongin ger íløgur í nýggj skip, um hann ikki sær kjans at fáa nokk av fiski. Hetta er eitt at hugsa um, tá vit gera av, hvussu stórar nøgdir skulu á uppboðssøluna. Nøgdirnar mugu vera so mikið stórar, at nýggir aktørar síggja kjans at byggja sína forrætning upp. Tí er skilagott, sum nýskipanin sigur, at tá vit fáa nýggj fiskirættindi, verða tey sett á uppboðssøluna.

At  hetta elvir til mótstøðu hjá teimum, sum skulu kappast meir, er skilligt, men hetta er neyðugt fyri at bestu aktørarnir fáa fiskin, og fyri at tað skal loysa seg sum best fyri eigaran, fólkið í Føroyum.

 

Arbeiðsfrið

Nú skulu bæði vinnuaktørar og tey, sum umsita reglur og lógir, hava frið til at laga seg til nýggja vøllin. Samstundis er sera týdningarmikið at fylgja við, og at vera opin fyri tillagingum. Tað krevur hegni og styrki at duga at tillaga uttan at skeikla grundina. Tí er so týdningarmikið nú at velja løgtingsfólk, sum hevur áhugamál Føroya fólks sum sítt einasta áhugamál, og sum virðir ognarrættin hjá fólkinum mest av øllum. Fólk, sum megna at halda fast.

 

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad