Lýsing

Føroyar fyri alt fólkið

Um Havnin hevur tað gott, hava Føroyar tað gott, sigur okkurt valevni.

 

Eg sigi, um fólkið hevur tað gott, hava Føroyar tað gott.

 

Fólk við lágum og meðalinntøkum mugu fáa meira burturúr at vera á arbeiðsmarknaðinum. Tí eiga tey at fáa ein skattalætta ella ein frádrátt.

 

Heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrasystrar, skrivstovufólk, krambafólk, reingerarfólk og onnur, merkja at kalla onki á bankabókini til, at tað gongur væl í føroyska samfelagnum.

 

Alt í samfelagnum gerst dýrari, og tí gerst tað truplari hjá vanligum fólki at seta føtur undir egið borð. Hesi fólk mugu fáa meira burturúr fyri at vera til arbeiðis.

 

Tað kann ikki vera rætt, at fólk, sum eru til arbeiðis hvønn dag ikki merkja tað á bankabókini. Fólk við meðal og lágum lønum mugu fáa meira burturúr fíggjarliga.

 

Ein loysn er ein skattalætti, ið munar, ella ein frádráttur. Vit hava sjómannafrádrátt, aðrir fakbólkar kundu fingið ein líknandi frádrátt.

 

Um tú vísur mær álit á valinum leygardagin, so fari eg at arbeiða fyri at tú fær betri umstøður.

 

Vinaliga

Beinta Løwe

valevni

Tjóðveldi, listi E.

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad