Lýsing

SJÁLVBJARGIN, SAMHALDSFØST OG GRØN KÓS ER BJØRT FRAMTÍÐ!

Skulu vit halda fram á einari grønari, samhaldsfastari og sjálvbjargnari kós, har vit tryggja, at øll sleppa við í vælferðina og fáa sín lut í stóru framgongdini? Ella skulu vit rulla nýskipanir aftur, og lata ríkidømið og møguleikarnar miðsavnast á alt færri hondum? Valið er avgerandi, og valið er títt – hvørjar Føroyar vilt tú hava?

Mær dámar einki orðavas við gyltum vallyftum, har lítil samanhangur er millum givnu lyftini og fíggjarligan veruleika. Men, eg veit hvørjum málum, flokkur mín og eg fara at halda fram at arbeiða fyri. Her eru nøkur teirra:

SKAPANDI VINNA – ein fiskivinna, har karmarnir eru tryggir, og tað samstundis loysir seg at meirvirka og hugsa nýtt. Har eingin ivi er um, at tilfeingið ikki kann privatiserast. Vit vilja framhaldandi stuðla undir gransking og útbúgving, sum treytar menning í vinnuni og samfelagnum annars. Og menna inntøkumøguleikar fyri skapandi vinnugreinum, so sum tónleika-, films-, handverksvinnu o.l..

Vit bygdu eitt havrannsóknarskip, og soleiðis vilja vit halda fram at seta handling handan orðini.

MARFELD NÁTTÚRA – at fáa samtykt náttúruverndarlóg er fravegis eitt hitt fremsta av hjartamálunum. Hon gerst veruleiki, so skjótt politiskur meiriluti er fyri. Hon er alneyðug, skulu orðini, um at vit bert læna náttúruna frá eftirkomarum okkara, hava nakað sum helst trúvirði.

Trýstið á náttúruna er størri enn nakrantíð, ikki minst vegna nógva virksemið á sjógvi og landi. Flestu okkara vita ikki av, at lívfrøðiliga margfeldið í náttúru okkara minkar og virðismikil náttúra hvørvur. Vit skulu hava eina sterka náttúru- og umhvørvisfyrisiting, og stjórnarráðini umskipast, so vit fáa tað fyrsta landsstýrisfólkið í orku- og umhvørvismálum. Heilt einfalt!

MATFRAMLEIÐSLA OG BÚNAÐARVINNA – vit hava stuðlað undir at framleiðsla av grønmeti av álvara kemur í gongd. At tarvkálvar verða brúktir til matna og ullin kann koma til høldar heldur enn verða brend. At meira kann framleiðast av búnaðarvørum og stráfóðuri. Og vit bøta tilboðini at útbúgva seg í “moldmentan” og búnaðarvinnu. Vit vilja halda fram at menna hesa vinnu, ið hevur týdning fyri búskap, umhvørvi og mentan.

NÚTÍMANS SAMFERÐSLA – strandfaraflotin skal endurnýggjast, stigvíst yvir tvey valskeið. So skjótt nýggja avloysaraferjan er liðugt bygd, fara vit undir ta næstu. Allar ferjurnar skulu kunna sigla við grønari orku, eins og avloysaraskipið kann. Vit eru farin í gongd at bora smærru tunlarnar, og hesir skulu gerast, so sum nýggja samferðluætlanin ásetir.

Samferðsla er ikki asfalt og betong. Hon er ein fyritreyt fyri at fólk alla staðni í landinum fáa javnsettar møguleikar fyri menning.

GRØN ORKA – vindmegin verður nú trífaldað, og samstundis verður av álvara farið undir at nýta aðrar orkukeldur, sum sólkyknur og sjóvarfalsorku. Vit fingu sett gongd á at fáa húsarhald og vinnu at leggja um til varandi orku. Næsta stigið er at tryggja, at  eisini tey við lágum inntøkum hava ráð at bjálva sær húsini og leggja um til grøna hitaskipanir. Grøna orkuskiftið er av álvara við at fáa ferð á.

At gerast sjálvveitandi við grønari orku verður í longdini dyggur stuðul undir búskapi okkara, og vit lyfta okkara part av ábyrgdini av at steðga útlátinum av verðurlagsgassum.

HEILSA Í HÁSÆTI – Vit løgdu sjúkrahúsini saman, og uppraðfestu við 200 mio. Vit skulu halda fram at skipa føroyska heilsuverkið, so allir borgarar fáa fremstu heilsutænastu. Og gjalda, tað, tað kostar. Men, sjúkrahúsini fyllast við fólki, sum hava sjúkur, ið kunnu fyribyrgjast. Í øllum føri í nógv størri mun enn í dag. Fyribyrging – rørsla, kostur og sálarbót – skulu heilt einfalt fáast á resept. Vit hava vitanina. Vit hava fakfólkini. Saman við kommununum skal effektiv fyribyrgin setast í verk um landið alt.

FERÐING Í HAGA – Tað skal vera ein viðføddur rættur at ferðast í náttúruni í egnum landi. Hesi viðurskifti skulu skipast við ábyrgd og virðing fyri fólki á staðnum, landbúnað og øðrum virksemi í haganum. Vit vilja saman við øllum viðkomandi pørtum tryggja loysnir, sum virða fólkið, ið her býr, og sum bindur fyri, at vaksandi ferðavinna ger seg inn á fólk og náttúru, men tvørturímóti er við til at skapa møguleikar kring landið á burðardyggum grundarlagi.

LIST OG MENTAN – vit fingu spennandi fysiskar karmar til mentanina og list. Vit tóku fleiri tøk fyri at styrkja møguleikan hjá tónleika- og filmsvinnuni, og fleiri listafólk fingu høvi at fáa stuðul til at kunna halga sær tíðina til listina. Og vit settu útbúgving á stovn. Vit vilja halda fram við at taka list og mentan í álvara, væl vitandi, at listin ei bert er til pynt, men skapar okkum sum samfelag, og ber okkum stórt ríkidømi.

JAVNSETTAR MØGULEIKAR – land okkara skal vera fyri allar borgarar. Fólk, sum hava ymiskar avbjóðingar – eitt nú skerda hoyrn, sjón, ovurviðkvæmi, bera kropslig ella sálarlig brek – kunnu ikki altíð luttaka, eta á matstovu, fara á konsert, í kirkju, til midnáttarsang, á skúlabonk at útbúgva seg, fylgja kjaki, seta búgv, har tey ynskja og so frameftir. Alt hetta, sum flestu okkara taka fyri givið. Vit hava tikið nøkur stig. Tydningamest er semjan um at byggja vardar íbúðir fyri 200 mio kr komandi árini. Bústaðir fara at byggja minst 500 íbúðir kring landið. Vit vilja, saman við øðrum, loysa bústaðarneyðina.

Tað liggur á okkum, at seta ferð á at gera samfelagið atkomiligt fyri allar borgarar. Eingin skal velja Føroyar frá, tí ikki er rúm fyri teimum. Hetta kostar í fyrstu atløgu, men er eisini ein góð íløga fyri samfelagið, at allir borgarar fáa møguleikan at geva sítt íkast.

SJÁLVBERANDI BÚSKAP – vit hava ongantíð verið so sjálvbjargin – hvørki fíggjarliga ella í mun til at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Vit yvirtóku familju- og arvarættin. Og blokkurin er í dag bert fá prostent av samlaðu útreiðlsunum hjá landinum og null króna í útreiðslunum hjá kommununum. Vit fara at halda fram at  taka ábyrgd av egnum viðurskiftum.

Tjóðveldi er stovnað uppá viljan til eitt sjálvstøðugt land í tøttum samstarvi við onnur lond, og hetta meginmál liggur sum sjálv kjarnan í øllum okkara innanríkis- eins væl og uttanríkispolitikki.

Valið er títt, ábyrgdin av at liva upp til álitið er okkara.

Gott val!

Bjørt Samuelsen

valevni fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad