Lýsing

Makrelrættindi okkara í vanda – vit mugu krevja rætt til at røkja okkara áhugamál

Føroyar eru vorðnar ríkar av uppsjóvarfiski. Hesum vil neyvan nakar seta seg ímóti. Og vónandi fara Føroyar í mong ár afturat at fáa stórar partar av samlaðu fiskirættindunum av uppsjóvarfiski.

Men ongin gevur okkum hesi rættindi – tað eru vit, sum mugu berjast fyri teimum. Og rættindi, sum Føroyar hava tikið fyri givið í makrel-semjuni við Noreg og ES, standa nú fyri hóttan.

 

Grønland kann ikki vera partur

Partarnir í trílanda makrelsemjuni siga seg nevniliga vilja arbeiða fyri, at Ísland og Grønland eisini gerast partar av semjuni. Hinvegin er greitt, at ikki fer at bera til hjá Grønlandi at gerast sjálvstøðugur partur í hesi avtalu – hetta orsaka av, at ríkismyndugleikarnir meta, at tveir landslutir í kongsríkinum  kunnu ikki verða sjálvstøðugir sáttmálapartar í sama sáttmála. Henda fatan er jú orsøkin til óvirðiligu “Danmark for så vidt angår Færøerne” -skipanina.

 

Føroyar mugu lata av sínum 

Við øðrum orðum fer ikki at bera til hjá Grønlandi at gerast partur av makrelsemjuni, uttan so, at Føroyar og Grønland virka sum ein og sami sáttmálapartur. Føroyar mugu deila við Grønland. Í so máta verður støðan akkurát tann sama, sum vit kenna í sambandi við býti av rækjum á Grand Banks (New Foundland), har Føroyar fyri at føra sín fiskivinnupolitikk, hava verið noyddar at lata Grønlandi stóran lut í søguligu rættindum okkara at fiska rækjur á Grand Banks.

 

Vit mugu sjálvi velja samstørv

Vit skulu sjálvandi kunna samstarva við Grønland – men tá vit sjálvi velja tað og tað er nyttugt fyri báðar partar! Henda skipanin er ótolandi. Harafturat er tað eingin loyna, at lógarkøn fólk, heruppií eisini danskir serfrøðingar, ikki meta nakað grundarlag vera fyri óneyðuga restriktivu støðuni hjá donskum ríkismyndugleikunum. Vit mugu hava fult ræði á okkara uttanríkisviðurskiftum. Tað er henda støðan við uppsjóvarfiskinum eitt talandi dømi um.

 

Hetta er áhugamál hjá øllum flokkum!

Tað er sum sjálvstøðug tjóð, at vit best fáa røkt okkara áhugamál. At fáa ræðið á okkara egnu fiskivinnuavtalum hevur tó so stóran vinnuligan týdning her og nú, at vit mugu fáa hetta á dagsskrá sum allarfyrst. Tjóðveldi fer sjálvandi at taka ábyrgd og vil fegin slóða fyri, men hetta eru áhugamál Føroya, og allir flokkar áttu at staðið saman um at krevja ræðisrættin á okkara

uttanríkisviðurskiftum. Eingin annar enn vit vil berjast fyri okkara rættindum, og tað er tað, vit skulu gera nú.

 

 

 

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad