Lýsing

Kortmyndugleikin er nú føroyskur

Í ár hátíðarhalda vit eisini, at Merkið verður 100 ár. Tíðarrenningin hjá kortinum á føroyskum hondum byrjar nú, 100 ár aftan á. Nú bróta vit aftur upp úr nýggjum og laga nýggjar varðar.

Tað er gleðiligt, at Føroya Løgting samtykti at yvirtaka bæði land og sjókortini.

Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka. Hetta er tíðandi partur av bæði tjóðarbyggingini og okkara samleika. Somuleiðis eru kortdáturnar partur av okkara grunddátum og hava stóran týdning fyri eitt nú arbeiðið hjá bæði kommunum, stovnum og fyri fólkið sum heild. Kortdáturnar eru týðandi partur av talgildingini av samfelagnum.

Yvirtøkan av kort- og landmátingarøkinum merkir, at frameftir verða  tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Saman við yvirtøkuni fingu vit eisini dagførd talgild kort, sum nú eru leysgivin til okkum øll at brúka.

Við yvirtøkuni taka vit ábyrgd. Tað er hetta, politikkur snýr seg um. At taka ábyrgd av landi og fólki, og hendan ábyrgd fer at menna okkum sum samfelag. Frameftir vera tað vit, sum skulu taka støðu í øllum hesum málsøkjum.  Nú er ábyrgdin og støðutakanin okkara. Nú kunnu vit ikki renna undan og vísa til, at hetta hava vit onga meining um, tí at hetta er danskt málsøki. Júst hetta kemur at búgva okkum sum tjóð. Við ábyrgdini búgvast vit, og vitið hvessist.

Eg síggi fyri mær, at yvirtøkan fer at skapa vitanaruppbygging í Føroyum og skapar nýggj førleikamennandi størv. Soleiðis búgvast vit eisini sum samfelag.

Staðseting gerst eisini ein alt meira týðandi partur av gerandisdegnum. Gps verður alt meira avgerandi fyri ymisk viðurskifti, sum t.d. stýring, automatisering, bjargingartænastur, lokaliseringstænastur og náttúrueftiransan o.ø. Dagliga síggja vit okkara ungdóm kunna um á facebook ella øðrum talgildum pallum, hvar tey eru stødd.

Vísind um staðseting, nevnd geodesi, er eisini av ST sett á skrá sum týðandi fyri allar tjóðir at leggja dent á. Yvirtøkan gevur okkum atgongd til at sita við borðið í altjóða høpi og eigur eisini at hava í sær víðkaðar møguleikar fyri bæði vinnulív og okkara mentan.  

Taka vit til dømis staðarnøvnini, sum hava alstóran týdning bæði søguliga, mentanarliga og fyri okkara samleika og mál, so kemur yvirtøkan av kortmyndugleikanum at hava við sær stórar menningarmøguleikar.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad