Lýsing

Stórar verkætlanir, jú – tær røttu!

Grøn orka loysir seg.

Tá vit eru komin á mál við at útbyggja grønu orkuna, hava vit eina loysn, sum er góð fyri umhvørvið, sum ger okkum leys av oljuinnkeypi, og sum gevur okkum støðuga, effektiva orku – nógv effektivari enn í dag. Men tað krevur íløgur! Vit skulu seta upp tríggjar stórar vindmyllur um árið komandi 10 árini. Vit skulu útbyggja vatnbyrgingar til at taka ímóti allari orkuni, vit fara at  framleiða. Og vit skulu fíggja MVG-frítøkuna á hitaskipanum og el-bilum. Orkuskiftið er veruliga ein stór verkætlan. Men avgjørt ein, sum vit eiga at gjøgnumføra!

 

Havnin í havn – stór og óneyðug

Vatngoymslur til orku eru íløgur í milliardaflokkinum. Slíkar hita búskapin og slúka arbeiðsorku. Tær kunnu bara gerast, tá rúm er fyri teimum. Her má veljast væl! Vit mugu sleppa undan óneyðugum verkætlanum.

Katastrofala havnarútbyggingin í Havn er eitt dømi. Her flyta vit fjøll inn í Havnina, meðan tunnil verður grivin beint við. Tilfarið verður lagt inn á Kaldsbaksfjørð til stóran bága fyri kaldbaksfólk og onnur.

At flyta 70.000 tons av laksi gjøgnum Havnargøtur til útflutnings er neyvan skilagott. Heldur ikki at skeikla Havnina við stórum ídnaðarøki, sum nú byrgir Skansan inni, á einum stað, har annars upplivingar og mentanarvirksemi kundi staðið í miðdeplinum.

 

Grannin átti at fingið havnina

Skulu vit so onga havnaútbygging hava? Jú! Tað mest upplagda er at nýta eina náttúruhavn, sum liggur sentralt. Skálafjørðurin uppfyllir hesar treytir, og í enn størri mun, tá tunnilin er liðugur. At lagt havnina har kundi sloppið okkum undan at gjørt risastór inntriv í náttúruna, sum holið í Glyvursnesi er. Og gjørt pláss í búskapinum fyri øðrum verkætlanum.

Í hesum føri eru tað valdsáhugamálini hjá einstøkum pørtum, sum ræður. Hetta er ikki besta loysn fyri Havnina sum heild ella tjóðina. Megna kommunur ikki at samstarva og  finna fram til win-win loysnir, Føroyum at frama, má løgtingið traðka til.

 

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad