Lýsing

UMSORGAN FYRI UMHVØRVINUM – TAKK! Alilaksurin – havsins búrhøna!

Vinnan tosar nógv um vøkstur og føroyska alivinnan er einki undantak. Í Noregi er málið, at alivinnan skal fimmfaldast innan ár 2050. Vit kunnu ikki bara tosa vøkstur og ikki bøta um atlitið til havumhvørvið.

Eitt av mínum hjartamálum er at verja viðbreknu vistskipanina í havumhvørvinum kring Føroyar. Og tað arbeiði eg fyri sum valevni fyri Tjóðveldi til komandi Løgtingsval.

 

FØLSK VØRULÝSING

Alivinnan í Føroyum nýtir føgur og nærum sjálvrósandi orð og hugtøk, ið føroyski laksaídnaðurin marknaðarførir seg við, fyri at tekkjast føroyska brúkarinum. Eitt annað endamál hjá alivinnuni er at niðurtóna dálkingarspurningin, sum er ein ítøkiligur trupulleiki á firðum okkara og havumhvørvinum kring oyggjarnar. Nøkur av hesum hugtøkum, ið stava frá føroyska laksaídnaðinum eru:

 

  • ”RAISED IN THE WILD” Einki djór, ið livir í búri, kann marknaðarførast við hesum uppáhaldi.

 

  • ”BEYOND SUSTAINABLE” Hetta merkir, at alingin er meira enn burðardygg. Ein alivinna, ið ikki tekur sína egnu havdálking í álvara, kann illa nýta hugtakið ”burðardygg” og enn minni ”meira enn burðardygg”.

 

  • ”AS CLOSE TO FREE RANGE/WILD SALMON AS POSSIBLE”  Tætt við, og kortini so langt burtur. Tilber ikki at kalla seg frælsan, um tú ikki hevur møguleika at fara út úr girðingini. Er búrhønan nærum fræls ?

 

  • ”AN UNWAVERING RESPECT FOR OUR PRISTINE ENVIRONMENT” Hetta merkir treytaleys virðing fyri reina umhvørvi okkara og er mótsigandi. Sendingin ”Undir laksin” hjá KVF vísti greitt, hvussu stór árin alingin hevur á havbotn og umhvørvi kring aliøkini í Føroyum. ”Unwavering respect” og ”pristine environment” eru ov sterk orð.

 

IKKI MEIRA UTTANUMTOS

Allir føroyingar eiga havið kring oyggjar okkara, og føroyska alivinnan noyðist, eftir mínum tykki, at taka dálkingarspurningin í størri álvara. Lat okkum sleppa uttanumtosinum, tí vit vita, at umhvørvið kring aliringarnar og undir ringunum er álvarsliga dálkað av laksaskarni og fóðurrestum. Natúrliga djóralívið og plantulívið kring og undir føroysku aliringunum er í vanda, og hetta noyðast vit, avvarandi myndugleikar og alivinnan at taka í álvara. Nú.

 

DÁLKINGARLOYSNIN

Tað skal verða lógarkrav, at hvør einasti aliringur í føroyska sjóøkinum skal hava eina lokaða skipan. Hetta er ein lokað nót, ein sokallað ”toyblæa” undir og kring aliringarnar og ein pumpuskipan, ið virkar sum ein ”dustsúgvari”, ið pumpar skarn og alifóður trygt og ábyrgdarfult upp á land.

Eg vil berjast fyri, at hetta gerst lógarkrav, tí tað rakar bæði okkum og eftirkomarar okkara. Viðbrekna vistskipanin kring oyggjarnar kann ikki verja seg sjálva.

 

Snorri Patursson, valevni fyri Tjóðveldi

Snorri Patursson

Deil hesa grein umvegis
468 ad