Lýsing

Valið er greitt – framstig ella afturstig

”Tú ert, tað tú gert”. Nú valstríð er, tykjast nógvir flokkar, at koma við vallyftum, ið líkjast. Men veruleikin er, at sera stórur munur er á førda politikkinum. Valið fyri framman hevur sjáldan verið meira greitt enn nú. Stórur munur er á, hvørja kós okkara land setir frameftir, alt eftir, hvørjum tú velur at geva títt álit á komandi løgtingsvali.

Undanfarna samgonga – meira ósjálvbjargin og afturstig:

Í undanfarna valskeiði – árini 2011-2015 – tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin stjórnaðu landinum, gjørdust Føroyar sum heild meira ósjálvbjargnar og meira ójavnar.

Hall var hjá landskassanum á hvørjum ári. Samanlagt -1,1 milliard í halli.

Skuldin hækkaði.

Blokkurin hækkaði á hvørjum ári. Biðið varð hartil um 200 mió. kr. hækking av blokkinum afturat, men danska stjórnin segði nei – tíbetur.

Skattalættar til tey hægstløntu á fleiri túsund krónur um mánaðin, vórðu fíggjaðir við pensjónsskattahækking og 40% pensjónsflatskatti til láglønt.

Pensjónsskatturin hækkaði munandi. Eitt nú úr 35% upp í 40% fyri kapitalpensjón.

Ongin nýggj heimild til Bústaðir at byggja fleiri bústaðir.

Onki familjuískoyti til barnafamiljur í trongum fíggjarligum korum.

Ongin broyting í barnafrádrátti.

Ongin menningarætlan fyri heilsuverkið sett í verk.

Ongar heimtøkur av málsøkjum.

Ongar nýskipanir framdar.

Landsbankin varð avtikin.

Búskapargrunnurin tømdur.

Núverandi samgonga – meira sjálvbjargin og framstig:

Vit vildu á eina heilt aðra kós fyri okkara land, vinnu og fólk. Eina kós, ið skuldi gera Føroyar meira sjálvbjargnar, samhaldsfastar og frælsar. Seinastu 4 árini eru vit komin væl áleiðis.

Avlop hjá landskassanum á hvørjum ári. Samanlagt +1,4 milliard í avlopi.

Skuldin er minkað 1,5 milliard.

Blokkurin fastfrystur, og minkaður sum partur av almennu inntøkunum. Er nú bert 6% av samlaðu almennu inntøkunum.

Skattalætti til lág- og miðallønt á 137 mió. kr. samanlagt. Skattaskipanin gjørd meira stigvaksandi við 5% lækking av lægsta landsskattinum.

Pensjónsflatskatturin strikaður og gjørdur stigvaksandi. Munandi skattalækking fyri láglønt við lækking úr 40% niður í 30%.

Bústaðir fingið heimild til at byggja 200 leigubústaðir afturat.

Lestrarstuðulin hækkaður, met nógv lesandi, og 18 nýggjar útbúgvingar settar í verk.

Familjuískoyti til barnafamiljur í trongum fíggjarligum korum sett í verk.

Smábarnafamiljur munandi skattalætta. Barnafrádrátturin hækkaður úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir 7 ár. Barsilsfarloyvið við løn longt 10 vikur, er nú 48 vikur.

Pensjónistar 1500 kr. meira at liva av um mánaðin, og mótrokning millum hjún strikað.

Tey trý sjúkrahúsini hava fingið eina felags leiðslu. Nógvar milliónir krónir eyka á hvørjum ári til setan av til fleiri læknar, og til menning av heilsuverkinum.

Heimtøkur av fleiri málsøkjum. Hava nú størri sjálvræði. Nú eru persóns-, familju- og arvarættarliga økið og kortmyndugleikin á føroyskum hondum.

Tríggjar nýskipanir framdar. Fiskivinnunýskipan, heilsunýskipan og pensjónsnýskipan.

Landsbankin endurstovnaður.

Búskapargrunnurin fingin at virka, og 3-400 mió. kr. standa nú í hesum. Tá árið í ár er av, verða væntandi omanfyri 500 mió. kr. í Búskapargrunninum.

Vel framstig framum afturstig

Saman hava vit tikið stór tøk fram á leið seinastu 4 árini. Búskapurin er meira sjálvberandi nú enn nakrantíð. Vælferðarsamfelagið er munandi styrkt. Samfelagsliga eru vit nú meira sjálvbjargin. Men enn er nógv eftir at fremja.

Alternativið – Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin – hava árini 2011-2015 í verki víst, hvørja kós teir velja. Minni sjálvbjargni og størri ójavni. Og koma hesir flokkar aftur til valdið, hava teir fráboðað, at nógv av teimum framstigum, ið eru hend, skulu avtakast.

Hetta eru ikki tær Føroyar vit ynskja.

Latið okkum heldur saman halda áfram á góðu leiðini – fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum, har framgongdin kemur øllum fólkinum, í øllum landinum, til góðar.

Hesum vilja vit virka fyri – og enn er nógv eftir at fremja.

Tí vit vilja – og velja – framstig framum afturstig.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad