Lýsing

Føroyar kunnu gerast millum heimsins best talgildu lond

Fyri gott 100 árum síðan vildi Ólavur á Heygum skapa føroyingum nýggja samskiftislinju, telefonina. Fleiri høvdu ilt við at skilja týdningin av hesum møguleika, men nú ganga vit øll við honum í lummanum ella taskuni.

 

Talgildingin er sonn kollvelting, sum bæði kann hótta og skapa stórar møguleikar í lívi og yrki okkara. Latið okkum taka við tí góða og ansa eftir, at vit ikki lata tøknina niðurbinda okkum ov nógv í gerandisdegnum.

 

Tað er sera umráðandi, at vit í fullum huga og álvara raðfesta alt undirstøðukervið í landi okkara. Bryggjur og brýr hava flutt okkum framá, og hóast meira óítøkilig, hevur talgildingin líka stóran týdning fyri samfelagsmenningina frameftir.

 

Almennar tænastur kunnu gerast betri og smidligari fyri øll

Við talgildum snildi verður lættari hjá fólki, fyritøkum og myndugleikum at samstarva. Vit sleppa undan brøvum, og bíðitíðirnar minka. Vit fáa atgongd til alt, sum tað almenna hevur skrásett um okkum, og vit kunnu sjálv rætta og upplýsa tað, sum eigur at vera skrásett. Vit fáa betri tamarhald á egnum umstøðum. Vit eiga sjálv upplýsingarnar og hava ábyrgd av, at tær eru rættar.

 

Ikki minst verður betri gjøgnumskygni í samfelagnum um gongdina, eitt nú í vinnuni. Hetta hevur týdning, tí tað er vitalt, at væl grundað vitan er at arbeiða útfrá, tá vit gera ætlanir og átøk í samfelagnum.

 

Heilt stórar sparingar eru at fáa í samfelagsrakstrinum

Upplýsingar eiga bert at verða skrásettir eina ferð, og stovnarnir kunnu síðan nýta somu upplýsingar til hvør sínar uppgávur. Málsviðgerðir við fleiri pørtum verða tá lættari og skjótari. So lærarar kunnu nýta tíðina til at undirvísa, læknar til at hjálpa sjúklingum – í staðin fyri at skráseta og halda skil á upplýsingum. Talgilding skal frígeva tíð til kjarnuna í almennum tænastum.

 

Føroysku talgildu føroyar eru í holt við at talgilda almennu tænasturnar

Heildarætlanir eru gjørdar, og mál eru rokkin. Høvuðsvegurin er lagdur, t.e. ein trygg samskiftisrás at byggja ymsar tænastur hjá almennum stovnum inní.

Ein felags tænastupallur til allar borgarar er í gerð, t.e. eitt stað, har allar avtalur og umsóknir hjá einstaklingum kunnu umsitast. Skaptur verður eisini ein felags føroyskur samleiki, sum er eins og eitt talgilt pass. Avgreiðslurnar vera tryggari, men eisini lættari.

 

Vit eiga at gera okkara egnu loysnir

Tí vit hava møguleikan at gerast líka dugnalig, ja, dugnaligari enn hini. Fara vit rætt fram, stimbra vit føroyska KT-vinnu á leiðini. Vit skulu tó eisini duga at leita okkum vitan og sambond aðrastaðni, har tað gagnar. Danir eru frammarlaga, men tað eru onnur sanniliga eisini. Eitt nú er Estland millum heimsins framkomnastu talgildu lond. Estland er eitt lítið land, og tann fyrimunin duga tey væl at gagnnýta í sínum framburði á økinum.

 

Dirvi og umstilling krevst frá okkum øllum – og vit kunnu tað saktans

Fyrst og fremst mugu vit øll draga eina línu. Tað skal ikki bert talgildast fyri at talgilda. Kritisk hugsan og góðar ætlanir skulu til, har vit taka okkum fram í stigum. Av øllum skulu vit halda fast um, at talgildingin skal gera gerandisdagin lættari hjá okkum øllum, og vit eiga at brúka møguleikan, sum vit hava at gerast millum heimsins fremstu lond innan talgilding.

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad