Lýsing

Moody’s: Kredittvirðið veksur – føroyski búskapurin er nú enn tryggari og sterkari

Góð tíðindi! Eisini óhefti metingarstovnurin, Moody’s, staðfestir nú, at føroyski búskapurin er enn sterkari og tryggari nú, enn hann hevur verið í mong ár.

Tí veksur kredittvirðið hjá Føroyum í dag.

Føroyska ratingin fer úr Aa3 upp í Aa2. Hetta merkir, at Føroyar nú hava triðhægstu meting á altjóða stiganum hjá Moody’s, sum hevur 23 stig. Hetta er ein høg rating.

Okkara búskapur er nú mettur at verða eins tryggur og sterkur sum búskapirnir í Bretlandi og Fraklandi.

Orsøkin til, at okkara kredittvirði nú verður betrað er, at óhefti metingarstovnurin metir, at fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl fyri Føroyar eru betri enn væntað.

Eisini verður mett, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin nú næstan er burtur. Orsøkin er, at nú seinasta skotið er latið av, er váðin vegna jarðfrøðiligar avbjóðingar, meðan borað verður, ikki til longur.

Nýggja og betraða ratingin og styrkta kredittvirðið kemur øllum Føroyum til góðar.

Nú er at halda áfram á góðu leiðini.

Vóni at vit fáa títt álit til at halda áfram við ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki – eisini eftir valið 31. august.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum og valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad