Lýsing

BARNAANSING – LOYSNIR SUM PASSA TIL FØROYSKU FAMILJUNA

Ongar familjur eru eins. Tí mugu vit hava fjølbroytt ansingartilboð. Og kýta okkum at tryggja familjum størri frælsi í gerandisdegnum, so familju- og arbeiðslívið betri hongur saman.

Ov lítil tíð og ov nógv arbeiði ger, at familju- og arbeiðslívið ganga ov illa upp. Pengar skulu til hús, heim og at liva – nógvir pengar. Og tíðin er altíð knøpp. Samstundis tørva bæði vinna, kommunur og land hendur. Og flestu foreldur ynskja at byggja sær dygga yrkisleið.

NÝHUGSANDI LOYSNIR

Tí tørvar okkum at gjøgnumhugsa mátan, vit loysa avbjóðingarnar. Smidligar loysnir, ið hóska júst til okkara samfelag. Foreldur skulu kunna fara til arbeiðis við vissu fyri, at børn teirra fáa ansingarpláss, ið eru trygg, dygg og mennandi.

Vit arbeiða nógv. Hava nakað sum líkist heimsmeti, hóast stórur partur av kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Summar vilja tað, aðrar noyðast tað. Øll foreldur ynskja best møgulig kor fyri børn síni. Men ansingartilboðini eru ikki serliga væl skrúvað saman til breiða tørvin hjá barnafamiljuni. Nógv foreldur, serliga pápar, eru burturi stóran part av árinum. Og nógv foreldur, flestar mammur, arbeiða í størvum, við skiftandi arbeiðstíðum og náttarvaktum, og mong ferðast til annan part av landinum at arbeiða.

Samstundis, sum vinnan og tað almenna hungra eftir fleiri hondum, ynskja flestu foreldur at raðfesta familjuna fremri, í øllum føri so leingi, børnini eru smá. Øll ynskja vit okkum meira tíð, og tí má tíðin brúkast skilabetri.

LÆTTA ENN MEIRA UM

Vit hava í valskeiðnum lætt um fíggjarliga, serliga hjá barnafamiljum við lág- og miðalinntøku. Og í valskránni hjá Tjóðveldi lova vit millum annað at arbeiða fyri enn einum skattalætta til lág- og miðallønt. At barnafrádrátturin skal hækka munandi, og at tað, í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður farið undir at samráðast um at stytta arbeiðsvikuna stigvíst. Barsilsskipanin skal støðugt gerast meira liðilig, sum gevur foreldrum møguleika at taka partar av farloyvinum eftir tørvi, til børnini eru 3 ára gomul. Og tað skal vera møguligt at hava parttíðarfarloyvi, so foreldrini arbeiða niðursetta tíð, til børnini eru 3 ár.

Hesi lyftini eru partar av tí, sum skal til fyri at gera tað lættari at fáa bæði tíð og tað fíggjarliga at hanga saman. Men meira skal til.

KOMMUNUR OG PRIVAT SAMSTARVA

Kommunur og arbeiðspláss – privat sum almenn – eiga at ganga saman um kreativar loysnir og tilboð í mun til starvssetanir og ansingarmøguleikar.

Tá míni børn vóru smá, fekk eg avtalu við norska arbeiðsgevaran um at eg arbeiddi ávíst dagatal heima. Tað spardi mær 10 -15 tímar um mánaðin í ferðing millum heim og arbeiðspláss. Dýrmætir tímar. Bert eitt evarska lítið dømi um smidleika. Samstundis var yngra barnið í ansing í familjubarnagarði beint við hjá okkum. Foreldur høvdu tikið seg saman um hetta tilboð, sum virkaði undir almennari góðkenning og krøvum, men var eitt alternativ til vanligu barnaansingina í stórum barnagarði.

Vit skulu fáa allar viðkomandi partar at samstarva um barnaansingartilboð, ið eru betri sniðgivin til júst tað arbeiðs-, bú- og familjumynstur, sum er í Føroyum.

TRYGG OG DYGG BARNAANSING

Boðið frá summum flokkum er, at pengarir skulu fylgja barninum, so væl, sum tað ljóðar. Men eg óttist fyri, at tann leisturin hevði tikið fíggjarliga grundarlagið undan kommununum, so tær gerast munandi verri fyri at gera fjølbroyttari og betri ansingartilboð. Og eg haldi, at vit skylda børnunum fakliga góð ansingartilboð. Hinvegin haldi, eg at kommunurnar skulu vera við til at fíggja alternativar møguleikar. Til dømis, um fleiri partar taka seg saman um eitt spennandi øðrvísi ansingartilboð, sum sjálvandi skal lúka fakligar treytir, fyri at verða góðkent. Á sama hátt, sum tað í dag ber til at stovna frískúlar, ið fáa almennan fíggjarligan stuðul.

Og samstundis mugu vit tryggja, at nóg nógvir námsfrøðingar verða útbúnir – eftirspurningurin av teimum er og fer framhaldandi at vera stórur.

Bjørt Samuelsen

valevni fyri Tjóðveldi

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad