Lýsing

Grønmeti úr okkara egna lendi

Veitst tú hvat eitt glaskál er? Um tú veitst – so ert tú helst ein av teimum hepnu, sum hevur smakkað tey, sum bøndur á Sandi velta. Ein sera leskilig rót, sum hartil veksur sera væl í Føroyum. Tað vistu vit ikki fyri bert fýra árum síðani, at glaskál treivst so væl her.

 

VIT MUGU SYRGJA FYRI, AT FESTARAR OG ONNUR VIÐ DUGA AT VELTA GRØNMETI!

Bøndurnir og felag teirra Veltan hava gjørt royndir við grønmeti, og gera tað framvegis. Hvørt ár vita tey eitt sindur betur, hvat skal til fyri at fáa veruliga gongd á grønmetisframleiðsluna. Men eitt hevur verið greitt frá fyrsta degi. Og tað er, at føroyingar vilja hava føroyskt at eta! Ongin trupulleiki er at sleppa av við vøruna, og Veltan og framleiðararnir fáa lovorð um góðskuna og frískleikan. Alt talar fyri, at vit  økja munandi um framleiðsluna av føroyskum grønmeti. Vit mugu hava fleiri framleiðarar at nøkta marknaðin. Fleiri royndir og gransking, so vit finna bestu sløgini til júst okkara jørð og veðurlag, og bestu hættir og amboð. Vit mugu syrgja fyri, at festarar duga at velta grønmeti, og onnur við!

 

STÓRUR PARTUR AV INNANGARÐSJØRÐINI VERÐUR IKKI NÝTT TIL NAKAÐ SUM HELST.

Ongin sigur, at tær nýtist at vera fulltíðarbóndi fyri at eiga eina gularótaveltu!

Sum er, verður bert ein pinkulítil partur av innangarðsjørðini í Føroyum nýtt til beinleiðis matframleiðslu – til at velta grønmeti og epli. Ein stórur partur verður nýttur til seyðahald, hóast tað neyvan loysir seg hjá eigarunum. Og meira ræðandi – ein heilt stórur partur av okkara búnaðarjørð verður ikki nýttur til nakað sum helst! Stendur bara ósligin og verður aftur til haga.

 

MEN VIT KUNNU FRAMLEIÐA NÓGV MEIRA FRÍSKT OG SUNT GRØNMETI

Her er ein ósamanhangur, sum má eftirkannast og broytast. Vit mugu fáa greiði á, hvussu vit fáa veruliga gongd á at gerast sjálvveitandi við frískum og sunnum ávøkstri úr føroysku jørðini. So eru vit ávegis til at verða tað matfullveldið, vit saktans kunnu vera.

 

Tað krevur, at búnaðarstovnar og -feløg arbeiða miðvíst saman, men skal setast á dagsskrá í politisku skipanini fyrst. Ein langtíðarætlan, har málið er at framleiða minst helvtina av grønmetinum, vit eta, innan 10 ár, er avgerandi.

 

Tað vil eg fegin fremja eftir løgtingsvalið.

 

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X