Lýsing

Áfram og framá við ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki

Ja til ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk er ja til Tjóðveldi – og eitt greitt nei til Fólkaflokkin.

Tí meðan vit ynskja, at halda áfram við góðu gongdini, styrkja okkara búskap og gera henda sjálvberandi – við landskassaavlopi, minkandi skuld, og við at seta av til komandi tíðir – so vil Fólkaflokkurin minka skattainntøkur hjá landi og kommunum við nærum 1 milliard. Og svarið er, at hetta skal fíggjast við inntøkuvøkstri? Tað vil siga, at minking av skattainntøkum hjá landi og kommunum skulu fíggjast við inntøkuvøkstri, ið ikki verður til, vegna inntøkuminking? Hetta hongur als ikki saman.

Og hægstlønt skulu hava lægri skatt – 30% – og samstundis verður tosað um, at láglønt skulu hava lætta? Hetta er bluff, og hongur heldur ikki saman. Tí tey lægstløntu rinda longu minni enn 30%!
So ein skattur á 30% vil fyrst og fremst vera ein skattalætti til tey hægstløntu.

Eisini sigur Fólkaflokkurin at vinnulívið skal sleppa undan Koda-gjaldi? Skal nú heldur ikki rindast fyri at nýta og njóta verk hjá listafólkum og øðrum?

Fíggjarpolitikkurin hjá Fólkaflokkinum er stuttsagt, at minka inntøkur hjá landi og kommunum við nærum einari milliard, at venda stór avlop til hall hjá landskassanum, harvið at økja skuld, og fyrst og fremst at geva teimum, sum hava hægstu inntøkur og atgongd til mest tilfeingi meira – at økja ójavnan.

Hetta eru ikki tær Føroyar vit ynskja.

Stóra framgongdin seinastu árini er fyrst og fremst orsakað av øllum tí, ið føroyingar skapa hvønn dag, og stóra tilfeingi okkara. Men avlop landskassans, minkandi skuld og økt uppsparing hjá landinum koma ikki av sær sjálvum. Hesi koma tí vit saman hava valt at fremja ein skynsaman fíggjarpolitikk, og hava valt at raðfesta hetta seinastu 4 árini.

Latið okkum saman halda áfram við góðu gongdini og størri sjálvbjargni – við avlopi, minkandi skuld og við at seta av til komandi tíðir.

Latið okkum halda áfram og framá við ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad