Lýsing

Sveinabræv við royndum

Uttan handverkarin er einki land. Ongin menning og eingin framtíð. Handverkarin má fáa betur treytir og fleiri styttri handverkara og yrkisútbúgvingar skulu raðfestast.

Arbeiðisroyndir innan byggivinnuna skal kunna gera tað lættari at fáa sveinabræv.

 

Eg vil hervið takka teimum mongu útlendingunum sum eru komnir til Føroyar at arbeiða og hjálpa okkum í at byggja grundarsteinin undir allari menning í landinum 💪🏼🇫🇴 Uttan tykkum hevði verið trupult 🔨

 

Nú mugu vit eisini hugsa um okkara egnu arbeiðarar í landinum.

Nógv hava drúgvar royndur innan byggivinnuna men keyp av húsum og fingið familju hava sett teir aftur vegna lønina hjá lærlinginum sjálvt um ofta verður givin góð løn fyri góðar arbeiðarar 👍🏻 Men trupulleikin við víðari útbúgvin og arbeiða uttanlands krevst sveinabræv so her er ein møgulig loysn 🇫🇴🔨🇫🇴

Eg vil berjast fyri :

 

5 ára royndur innan byggivinnuna ( Skal sjalprógvast ) Skalt tú fáa møguleikan at taka sveinaroynd í fjarlestur ella kvøldskúla.

Verkligu royndirnar mugu skipast sum skeiðir á Glasi.

 

Tú sleppur undan teimum 4 árunum við lærlinga løn og samstundis hava títt vanliga arbeiði so tú peningaliga kann forsyrgja tínari familju.

 

Hetta vil seta tað handverksliga á eitt hægri støði og menna okkara byggivinnu.

 

X við Júst Johannesen Tjóðveldi

Vitan er lykilin til sjálvbjargni 🇫🇴

 

- onnur innlegg

Júst Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad