Lýsing

Fiskivinnuna aftur á føroyskar hendur

Tvinnar súlur standa stinnar, nú mesta dustið hevur lagt seg eftir fiskivinnunýskipanina. Onnur, at rættindini at fiska eru ogn føroya fólks og hin, at útlendskur ognarskapur í føroyskari fiskivinnu, skal slúsast út innan 7 ár.

Eg viðgangi blankt, at neyðsemjurnar um nýskipan av fiskivinnuni, gjørdust nógvar. Ov nógvar til, at allir lutir virka væl saman og tæna høvuðsendamálinum við nýskipanini nóg væl, hetta at tryggja virðisskapan og virksemisvøkstur á burðardyggum føroyskum grundarlagi.

Júst pengarnir frá føroysku fiskivinnuni, og alivinnuni, eru ein týdningarmikil partur av tí at fíggja lívið hjá okkum øllum. Inntøkurnar fíggja eitt nú skúlan, almannaverkið, og heilsuverkið, og allarmest tá vit eru veikast stødd í lívinum. Hesir pengar eru við til at tryggja, at vit øll kunnu liva eitt virðiligt lív, við javnbjóðis møguleikum.

Serliga partar av fólkaflokkinum og sambandsflokkinum hava havt eina greiða talu fyri útlendskum ognarrætti.

Eg má siga, sum er, at eg havi verið bebbaræddur fyri, at útlendingar koma at sita á øllum okkara rættindum at fiska.

Vit vita, at teir reika, sum sjakalar um góðu føroysku bitarnar. Úrslitið hevði verið at, føroyskir fiskimenn og reiðarar gjørdust húskallar í egnum landi, á egnum kjøli.

Hesin vandin er fyribyrgdur fyribils, men hann er ikki av enn, tí nógvir eru teir, ið enn vilja lata sjakalarnar sleppa til trogið.

Við parti av fólkaflokkinum og sambandsflokkinum fáa sjakalarnir aftur rásarúm, at gnaga seg inn í okkara ríkidømi.

Tað má fyribyrgjast. Tí hettar snýr seg um okkara tilfeingi. Okkara livibreyð. Tí tørvar okkum 4 ár afturat, fyri at binda fyri.

Eg fari at gera mítt til at fremja setningin í verki.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsformaður og valevni fyri Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X