Lýsing

Skattur á øll ferðafólk

Øll útlendsk ferðafólk, ið koma til Føroya eiga at rinda ein ferðafólkaskatt.

Fleir túsund ferðafólk koma árliga til landið. Tey fáa ágóðar, ið skattaborgarin í Føroyum hevur rindað.

Nógv av ferðafólkunum leggja lítið eftir sær. Tí eiga vit at áleggja ein ferðafólkaskatt á øll ferðafólk, ið koma hendavegin. Hetta kann gerast ein góð inntøka hjá føroyska samfelagnum.

Ein partur av pengunum kann fara í ein grunn, ið kann vera við at til verja náttúruna móti sliti av ferðavinnuni. Eisini kann søkjast um stuðul til ymisk átøk í ferðavinnuni.

Hin parturin av peninginum kann fara í landskassan, og fíggja ein skattalætta til føroyska borgaran.

Tí sum nú er, so er tað fólkið í Føroyum, ið rindar fyri tað, ið ferðafólkini fáa ókeypis, vegir, tunnlar og annað.

 

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad