Lýsing

Liðilig barsilskipan til júst tína familju

Familjur eru so ymiskar. Tær liva ymiskt. Tær raðfesta ymiskt. Tí skal barsilsskipanin eisini vera liðilig, so tit sum familja kunnu brúka hana, sum tað hóskar til júst tykkara tørv.

Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið fyrstu árini av lívi sínum fær møguleika at vera nógv saman við foreldrum sínum. Tí tað er hesa tíðina tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt.

Lønta barsilstíðin skal leingjast til eitt ár – vit eru næstan har – men hon skal gerast munandi meira liðilig, so foreldur í størri mun kunnu leggja tíðina til rættis eftir tørvinum hjá barninum og familjuni yvir eitt longri tíðarskeið.

DRÝGGJA KVOTUNA

Ongar familjur eru eins, og teirra tørvur er fjøltáttaður. Til dømis hava vit nógvar familjur, har pápin siglir úti, men er heima stóran part av árinum. Ella vit hava familjur, har annar arbeiðir sum sjálvstøðug/ur og kann leggja tíðina til rættis eftir tí. Bara fyri at nevna tvey dømi. Kanska mamman hevur hug at varðveita tilknýtið til arbeiðsplássið og arbeiða ein dag ella báðar tveir um um vikuna ella nakrar dagar inn ímillum, tá makin er heima. Tá eigur tað at bera til at drýggja sær farloyvisdagarnar og brúka teir yvir eitt nógv longri áramál.

Foreldrini kunnu sostatt velja at arbeiða lutvíst, og samstundis lutvíst vera í farloyvi – og so brúka restina av kvotuni seinni sum einstakar frídagar, ella skipaða frítíð eftir avtalu. Í eini liðiligari barsilsskipan skulu foreldur, í samráð við arbeiðsgevaran, kunnu spara sær dagar at brúka innanfyri tey fyrstu tvey til trý árini hjá barninum.

Á henda hátt kann familjan leggja viðurskiftini til rættis, sum tað hóskar teimum best. Barnafamiljur hava ofta sera trupult við at fáa putlispælið við tíð, pengum, stovnsvenjing, sjúkradøgum og so frameftir at hanga saman. Ein fyrimunur í Føroyum er, at ofta er stutt ímillum arbeiðspláss og heim, og vit eru umgird av familju og hjálpandi hondum.

VINN VINN SKIPAN

Øll ynskja vit, at nýføðingar okkara fáa eina góða byrjan í lívinum, við tøttum og kærleiksfullum tilknýti til foreldrini.

Við eini liðiligari skipan fáa familjurnar størri møguleika at skraddaraseyma farloyvið til teirra egna tørv, so tær lættari kunnu fáa gerandisdagin at hanga saman. Hetta er til fyrimuns fyri foreldrini, arbeiðsgevaran, og ikki minst fyri barnið, sum fær ágóðan av, at foreldrini betur kunnu leggja tíðina til rættis. Foreldrini kunnu velja at varðveita sambandið við arbeiðið og standa tí betur í mun til menningarmøguleikar í starvinum, ímeðan arbeiðsgevarin sleppur undan, at arbeiðsplássið missir eitt dugnaligt starvsfólk í langa samanhangandi tíð. Og barnið fær betri høvi at knýta seg til bæði foreldur.

EITT HJARTAMÁL

Fleiri aðrar ábøtur skulu gerast, eitt nú skal tryggjast, at fólk ikki missa uppspardan rætt til barsilsgjald, tí tey fara av landinum í lestrar- ella arbeiðsørindum í stutta tíð. Loftið fyri útgjaldi eigur at hækka. Viðurskiftini hjá ættleiðingar- og støkum foreldrum skal styrkjast, og allar familjur skulu hava javnsettan rætt. Og vit eiga at halda fast í, at bæði foreldur eiga eina kvotu at brúka saman við barninum.

At bøta um barsilsskipanina hevur verið eitt hjartamál øll árini í politikki. At leingja farloyvið munandi og gera tað eitt sindur meira liðiligt, var millum fyrstu uppskot eg bar í tingið, sum nývaldur politikari og landsstýriskvinna í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum fyri nógvum árum síðani. Havi síðani fleiri ferðir verið við til at leingja farloyvið og arbeitt fyri, at stóra yvirskotið, sum var í skipanini, ikki longur kundi forsvinna í “stórapott”, men skuldi brúkast til at bøta um skipanina. Men enn er ikki komið á mál. Eri framvegis sannførd um, at ein góð og smidlig barsilsskipan er avgerandi táttur, tá ræður um at eggja familjum at virka, liva og eiga børn síni heima í Føroyum.

Barsilskipnanin skal hóska til Føroyar anno 2019, har familjurnar eru samansettar og ymiskar – men allar hava sama ynski: At geva barninum best møguliga byrjan uppá lívið.

Bjørt Samuelsen
valevni fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad