Lýsing

TALGILDI SAMLEIKIN ER LYKILIN TIL NÓGVAR DYR

Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at menna Talgildu Føroyar. Talan er um størstu KT-verkætlan í Føroya søgu. Talgildi samleikin fer at lætta um gerandisdagin hjá okkum øllum – og fer hartil at kunna brúkast sum lykil til at lata nógvar dyr upp.

 

Tú fært tín egna lykil

 

Talgildu Føroyar fevnir um 4 verkætlanir. Tvær av hesum eru ein nýggjur Talgildur Samleiki og ein Tænastuportalur, ið allir føroyingar fáa seinni í ár. Um tú ynskir hetta, kanst tú seinni í ár fáa tín egna, talgilda samleika – eitt slag av talgildum lykli – sum tú kanst nýta til, á tryggan hátt, at vísa, at tú ert tú, í talgilda heiminum. Eisini fært tú tín egna tænastuportal við egnum postkassa, kalendara og við atgongd til tænastur, ið eru viðkomandi fyri teg – til dømis hjá TAKS, Almannaverkinum og Akstovuni. Hetta fer at lætta um í gerandisdegnum.

 

Ein lykil – heldur enn fleiri

 

Í dag brúkar tú ymiskar lyklar til ymiskar tænastur. So sum til tænastur hjá TAKS, SEV, til netbanka o.s.fr. Í nærmastu framtíð verður møguligt at fáa atgongd til allar talgildar, almennar tænastur – umframt fleiri privatar – við at nýta tín persónliga Talgilda Samleika. Samleikin verður tøkur á tíni fartelefon, og kann eisini fáast til telduna. Hetta fer at lætta um gerandisdagin, og gera tað møguligt, at fáa atgongd til fleiri og betri tænastur við sama lykli.

 

Eitt borgarakort

 

Talgildi Samleikin vil eisini kunna nýtast sum eitt slag av borgarakorti, ið føroyingar kunnu nýta frameftir. Hetta kann eitt nú vera gagnligt, nú tosað verður um, at møguligt skal vera hjá fólki, ið eru fastbúgvandi á einum staði, fáa lægri kostnað við samferðsluni enn onnur. Ella um útlendingar skulu rinda fyri ávísar tænastur, men ikki føroyingar. Eisini fer hetta at lætta um, tá vit skulu menna loysnir frameftir.

Tað verður tí eitt nú ikki neyðugt hjá kommunum, SSL ella ferðavinnuni at uppfinna aðrar loysnir fyri at kunna staðfesta, hvørt talan er um ein borgara við bústaði í Føroyum ella í ávísari kommunu.

 

Fyrimunur fyri lesandi, starvsfólk og sjúk, ið fara uttanlands

 

Samstarv millum norðurlond og baltisku londini um menning av okkara Talgildu Samleikum vil eisini tryggja, at vit í nærmastu framtíð fara at kunna nýta Talgilda Samleikan í øðrum norðurlondum og baltisku londunum, til ávísar tænastur. Her fara vit fyrst at leggja okkum eftir, at gera tað møguligt at nýta lykilin um tú ert lesandi, arbeiðir ella um tú skalt á sjúkrahús í norðurlondum. Hetta fer at lætta um – serliga hjá teimum, ið lesa, arbeiða ella eru í sjúkraørindum í norðurlondum.

Tað er tí eisini óneyðugt hjá øðrum flokkum at lýsa við, at tey vilja virka fyri, at føroyingar lættari skulu fáa danskt NemID ella danskt CPR-tal, tá tey fara uttanlands. Vit hava føroysku loysnina klára um heilt stutta tíð.

 

Talgildu Føroyar – eitt stórt framstig

 

Samanumtikið kemur menningin av Talgildu Føroyum – og ikki minst Talgildi Samleikin – at verða eitt stórt framstig fyri okkum øll og okkara samfelag. Allir flokkar á Løgtingi hava eisini tikið undir við hesum, og eiga tí lut í verkætlanini.

Talan er um eitt stórt fet á leiðini, at taka ábyrgd av, hvussu talgilda undirstøðukervið í Føroyum skal vera, og skapa størri tryggleika um talgildar loysnir í Føroyum. Talgildu Føroyar gevur møguleika til fleiri og betri tænastur til føroyingar kring alt landið, betrar atgongdina til tænastur fyri fólk við serligum avbjóðingum, styrkir kappingarføri okkara, og skal sum heild gera dagligdagin lættari hjá fólki og vinnu í Føroyum.

 

Latið okkum saman halda áfram við menningini – eisini eftir komandi løgtingsval.

 

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum við ábyrgd fyri talgilding

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad