Lýsing

Pensjónistar skulu kunna tjena meira

Pensjónistar, ið hava hug at arbeiða, skulu kunna tjena meira uttan at verða revsaðir fíggjarliga.

Um fólk orka og hava hug at arbeiða, tá tey eru vorðin fólkapensjónistar, so skulu tey sleppa tað, uttan at verða revsaði fíggjarliga.

Vit síggja, at alsamt fleiri pensjónistar arbeiða eftir at tey eru vorðin 67. At tey hava orku og hug til hetta er gleðiligt. Men sum nú er, verða tey revsaði, um tey tjena ov nógv. Tað má broytast.

Pensjónistar eiga at kunna tjena hundraðogtjúgutúsund krónur árliga, uttan at missa nakra veiting ella stuðul.

Hetta gagnar bæði pensjónistum og samfelagnum.

Beinta Løwe

valevni, Tjóðveldi, listi E.

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad