Lýsing

Fullføra samfelagið!

Tað gongur væl í Føroyum. Heiðurin fyri tí eiga vit øll sum búleikast her. Sum eind bera vit landið framá.

Vit kunnu vera ósamd um tættir í samfelagnum, og vit hava ymiskan førleika. Vit taka viðhvørt, og geva viðhvørt.

Men tá samanum kemur eru vit eitt ábyrgdarfult, arbeiðssamt, og lívsknógvandi fólk.

Hóast nógv dagliga sigur okkum, at vit eru fullfør sum fólk, og at vit eru tilreiðar at standa á egnum beinum sum land, so er kortini ein ivi hjá summum.

Søgan sigur okkum, at vit megna tað vit vilja. Vit umsita yvirtiknu málsøkini á fullgóðan hátt og vit umboða Føroyar væl í altjóða samstarvi.

Síðan vit minkaðu um fíggjarliga haftið, ið blokkurin er, hava vit sum fólk skapt ein nørum óhoyrdan vøkstur.

Okkara fólk er dugnaligt og væl útbúgvið, og føroyingar røkja altjóða størv sum onnur.

Sjálvur havi eg avgjørt ikki kent meg minnimann í øllum tí samstarvi, og umboðandi arbeiði, eg havi røkt sum løgtingsformaður farnu fýra árini. Røðurnar, politisku kjakini og framburðurin standa einki aftanfyri Piu Kjærsgaard, Tone Trøen ella Urban Ahlin.

Vit duga, har vit eru. Vit nýtast ikki at smæðast og vit hava onki at ræðast.

Vit búgva í einum av heimsins best skipaðu londum. Einum landi har rúm er fyri okkum øllum.

Vit nýtast sum fólk ikki at stúra um framtíðina.

Vit hava tilfeingi sum eingin onnur tjóð, og nógvar menningarmøguleikar, tá avbjóðingar eru.

Er tað nakað lívið hevur lært meg, so er tað at stúran er burturspilt orka.

Tvørturímóti eiga vit at leggja til brots hvønn nýfloygdan dag, við setninginum um at bjóða degnum vælkomnum, og at gera okkara til at seta landið í frælsa støðu.

Hvør í sær og saman prógva vit hvønn dag, at vit eru eitt fullført fólk, sum er ført fyri at standa á egnum beinum.

Men landið tørvar tína hjálp at viðurkennast sum tjóð millum aðrar. Vel ein flokk, ið velur loysnir heldur enn undirbrotliga stúran fyri morgindegnum.

 

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad