Lýsing

Fólkaflokkurin bluffar – eisini um skatt

F

Fólkaflokkurin, við formanninum á odda, roynir at billa føroyingum inn, at vit rinda 67% í skatti. Hetta við dømi um, at av 12.000 kr. í inntøku verða 8.000 kr. rindaðar í skatti og gjøldum. Hetta er ikki rætt. Heldur er hetta eitt “bluff” fyri, at seta egnan flokk í fokus. Men hetta skapar ótryggleika millum fólk, og gevur fólki eina skeiva fatan av veruligu skattaskipanini. Havi tí vent mær til TAKS, fyri at fáa upplýsingar um, hvat ein persónur við familju í veruleikanum rindar.

TAKS hevur røttu tølini
TAKS hevur roknað dømi fyri ein persón við familju, ið býr í eini kommunu við miðal kommunuskattaprosenti (20,19%). Talan er um persón við barnafrádrátti fyri 2 børn, har eitt barn er undir 7 ár og eitt er yvir 7 ár. Talan er um tvey dømi, við ymsum árligum inntøkum.
Ein persón, ið vinnur 20.000 kr. um mánaðin og harvið 240.000 kr. í ársinntøku.
Ein persón, ið vinnur 800.000 kr. árliga (og verður tí hægst skattaður), men vinnur 12.000 kr. afturat, tvs. 812.000 kr. í inntøku.

Dømi 1: 24% um mánaðarinntøkan er 20.000 kr.

Ársinntøka 240.000
Landsskattur 26.500
Kommunuskattur 42.399
Kirkjuskattur 1.260
Barnafrádráttur:
Í landsskatti – 1 barn undir 7 ár -9.200
Í landsskatti – 1 barn yvir 7 ár -6.500
Í kommunuskatti – 2 børn -14.142
Onnur gjøld:
AMEG-grunnurin 7.200
Barsilsgjald 1.704
ALS 3.000
Heilsutrygd 3.540
Kringvarpsgjald 1.800  
Skattur og gjøld íalt 57.561
 
Eftir skatt og gjøld   182.439

Hetta merkir 24% í skatti og gjøldum, fyri áður umrødda familjupersónin, ið hevur ársinntøkur á 240.000 kr.

Dømi 2: 42,5% um ársinntøkan er 812.000 kr.

Ársinntøka 812.000
Landsskattur 165.600
Kommunuskattur 157.886
Kirkjuskattur 4.692
Barnafrádráttur:
Í landsskatti – 1 barn undir 7 ár -9.200
Í landsskatti – 1 barn yvir 7 ár -6.500
Í kommunuskatti – 2 børn -14.142
Onnur gjøld:
AMEG-grunnurin 24.360
Barsilsgjald 5.765
ALS 8.125
Heilsutrygd 6.972
Kringvarpsgjald 1.800  
Skattur og gjøld íalt 345.358
 
Eftir skatt og gjøld   466.642

Hetta merkir 42,5% í skatti og gjøldum, fyri áður umrødda familjupersónin, ið hevur ársinntøku á 812.000 kr.

Persónlig eftirlønargjøld

Sostatt rinda fólk ikki 67% í skatti og gjøldum. Sjálvt ikki tey, við hægstu inntøkunum. Tey flestu fáa harumframt lagt ávíst prosenttal afturat lønini til persónliga eftirlønaruppsparing. Hetta er í flestu førum sáttmála ásett rættindi, og er ymiskt frá persóni til persón. Hinvegin eru tað nøkur, ið ikki hava sáttmála ásettan rætt til, at fáa pensjónsgjald lagt afturat lønini. Fyri hesi er galdandi, at tey rinda til egna pensjón. Lógar ásetta gjaldið er í løtuni 5%.

Einstakir lønarseðlar vísa ikki endaliga skattin

Kann leggja afturat, at tað eru nøkur, ið hava einstakar lønarseðlar, har tey hava arbeitt eyka, sum vísa, at tey hava ov lítið eftir, eftir skatt og gjøld. Talan er tá helst um eina fyribils uppgerð í skattaskipanini, sum verður roknað rætt, og afturrindað tá skattaárið er av. Men um so er, at fólk eru í iva um rætt er uppgjørt, so er at venda sær til TAKS.

Inntøkuskatturin skal lækkast – men fult fíggjast

Vit skulu lækka inntøkuskattin komandi árini. Serliga eru tað lág- og miðalinntøkur, ið høvdu havt gagn av lægri inntøkuskatti. Men hetta skal sjálvandi gerast á ein hátt, ið er tryggur og fult fíggjaður. Fólkaflokkurin hevur seinasta árið lagt uppskot fram á Løgtingi, ið økja útreiðslur og minka inntøkur landskassans og hjá kommununum við omanfyri 1,5 milliard. Hetta er ábyrgdarleyst, og er at billa fólki nakað inn, ið ikki ber til. Hetta hevði undir øllum umstøðum merkt, at bæði land og kommunur høvdu havt dundrandi hall.

Bjálva og brynja okkara samfelag

Latið okkum heldur saman halda áfram við ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki, har vit minka skuld, seta av til verri tíðir og við vaksandi avlopum, soleiðis at vit tryggja, at vit eisini hava eitt trygt vælferðarsamfelag, tá tíðirnar einaferð broytast.

Tí eftir búskaparligt hásummar kemur heyst og vetur, og hetta skulu vit framhaldandi bjálva okkum búskaparliga til. Og hetta ber væl til at gera, samstundis sum vit menna og brynja okkara samfelag á øllum økjum – bæði til nútíð og framtíð.

Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad