Lýsing

Føroyar fyri fólkið

Tað gongur væl í Føroyum, men øll merkja tað ikki. Ein sjúkrasystir, pedagogur, heilsurøktari ella flakakvinna má kunna liva av tí, ið tey tjena. Føroyar mugu eisini vera fyri vanlig fólk.

Kenna tit tykkum aftur í tí, ið politikararnir gera? Eg geri ikki, og tí stilli eg upp. Eg fekk ongan flatskatt, eg eigi onga kvotu og onki skip. Føroyskur politikkur hevur bara snúð seg um hetta seinastu árini.

Ongin hevur tosað um sjúkrasystrar, pedagogar, lærarar, flakakvinnur, kassadamur, útróðrarmenn, egnarar og onnur, ja snøgt sagt um vanlig fólk.

Vit øll í hesum bólki, sum verða kallað miðallønt ella láglønt, vit vera bara tveitt í eyst og vest. Tá tey ríku skuldu hava flatskatt, ja hvar tóku politikararnir so pengarnir frá, jú frá teimum miðalløntu og teimum lágløtnu, sum ongan flatskatt fingu. Men tá tey miðalløntu og lágløntu vilja hava meira løn, ja, so fáa tey átalu frá politikarunum.

Sjúkrasystrar mugu vísa samfelagsinni og røkta tey, ið krevja røkt. ”Tit kunnu ikki fara í verkfall, tí so doyggja hesi fólkini,” siga stjórar og politikarar. Pedagogarnir mugu heldur ikki fara í verkfall, tí so doyggja fólk eisini. Men um arbeiðið hjá sjúkrasystrum og pedagogum er at halda fólk á lívi, eiga tey so ikki at fáa betri sømdir?

Flakakvinnur mugu ikki krevja meira í løn, tí so eru vit ikki kappingarfør við útheimin, siga arbeiðsgevararnir. Nei, men Føroyar er dýrasta samfelag í heiminum, og tá røkkur ein tímaløn ikki langt. Tí mugu tímalønt eisini fáa betri sømdir.

Føroyar mugu eisini vera fyri vanliga fólki. Vit mugu reka politikk fyri sjúkrasystrar, pedagogar, lærarar, flakakvinnur, kassadamur, útróðarmenn, egnarar og onnur, ja snøgt sagt Føroyar mugu vera fyri fólkið.

Tí stilli eg upp.

Vinaliga

Beinta Løwe

valevni

Tjóðveldi, listi E.

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad