Lýsing

Avrikini tala fyri seg

Sjálbjargnari búskapur, landskassaavlop, niðurgoldin skuld, Styrkt fíggjarligt støðufestið – Landsbanki, Váðaráð og virkin Búskapargrunnur, pensjónsnýskipan og frá flatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt; og hetta er bert ein partur úr rúgvuni.

Ein av grundarsteinunum undir samgonguskjalinum frá 14. september 2015 var ein varin og langtíðarhaldførur fíggjarpolitikkur við atliti at einum meira jøvnum býti av ríkidøminum, øktari virðisskapan og størri sjálvbjargni.

Búskapurin er vorðin sjálvbjargnari, sterkari og fjølbroyttari

Sum heild er føroyski búskapurin munandi betur fyri nú enn í 2015. Bæði húsarhald, vinna, kommunur og land, hava bjálvað seg fíggjarliga seinastu árini. Samstundis eru íløgur gjørdar, ið betra vælferðina og brynja samfelagið til framtíðina.

Gongdin hevur verið góð seinastu 4 árini:

  • BTÚ er økt við 17%, ella 2,9 mia. kr. Er nú mett til næstan 20 mia. kr.
  • Fólkatalið er økt við 5,7%, t.v.s. 2.800 fleiri íbúgvar. Nærkast nú 52.000 íbúgvum.
  • Løntakaratalið er økt 11%, t.v.s. 2.600 fleiri. Eru nú omanfyri 27.500 løntakarar.
  • Arbeiðsloysið er minkað niður í 1,1%. Hetta er søguliga lágt, og arbeiði er til so at siga allar hendur.
  • Landskassaskuldin er minkað 1,5 mia. kr.
  • Húsarhald hava økt teirra uppsparing í føroyskum bankum við 2,0 mia. kr.
  • Vinnulívið hevur havt metstór avlop seinastu árini. Umleið 800 partafeløg eru stovnað, harav 210 eru íverksetarafeløg.
  • Inntøkan (BTI) og virðisskapanin (BTÚ) fyri hvønn íbúgva hevur yvirhálað tað í Danmark, samstundis sum skuldin fyri hvønn íbúgva er lægri í Føroyum.
  • Ríkisstuðulin hevur verið minkandi partur av samlaðu inntøkunum í Føroyum, og er nú bert um 6% av samlaðu almennu inntøkunum.

Landskassin stór avlop øll árini
Tá samgongan tók við landsins leiðslu hevði landskassin havt hall 8 ár á rað – samanlagt 3 milliardir krónur – og harvið vaksandi skuld. Hesa gongd setti samgongan sær fyri at venda beinanvegin.

Fyrsta árið í samgonguskeiðnum – árið 2016 – eydnaðist at venda 8 ára gongd við halli á fíggjarlógini til yvirskot.  Síðan hava munandi avlop verið øll árini. Samanlagt væntast avlopini í samgonguskeiðnum at gerast minst 1,6 mia. kr. (2016-2019). Til samanberingar vóru hallini í undanfarna samgonguskeiði 1,1 mia. kr. (2011-2015). Ein munur á 2,7 mia. kr. rætta vegin.

Fíggjarlógin fyri 2019 vísti eitt avlop á 377 mió. kr. Men framgongdin og inntøkurnar eru nú væl størri enn væntað. Heldur hetta fram, kann roknast við, at úrslitið verður væl betri.

Skuld landskassans er minkað 1,5 milliard
Tað hevur stóran týdning at minka skuld landsins nú í góðum tíðum. Hetta hevur tí eisini verið eitt av týðandi málunum hjá samgonguni.

  • Bruttoskuld landskassan er lækkað úr 5,2 mia. kr. niður í 3,7 mia. kr. Ein minking av skuldini á 1,5 mia. kr.
  • Gjaldførið/uppsparing landskassans er samstundis økt úr 2,2 mia. upp í 2,9 mia. kr. Ein øking av uppsparingini á 0,7 mia. kr.
  • Nettoskuld landskassans (lánsbrævaskuld frádrigið gjaldføri) er lækkað úr 3,0 mia. kr. niður í 0,8 mia. kr. Ein samanløgd minking av skuld og øking av uppsparing á 2,2 mia. kr.

Sostatt er skuldarbyrða landskassans í dag minkað munandi, og er nú sera lág, samanborið við flestu onnur lond. Samlaða almenna føroyska bruttoskuldin (land og kommunur) samsvarar við 24% av BTÚ, meðan miðal í Europa er 85% av BTÚ. Hyggja vit at grannalondum okkara, so er skuldin í Danmark 34% av BTÚ, og í Íslandi 43% av BTÚ.

Av avlopi landsins seinastu árini, er valt at nýta umleið 2/3 av avlopinum til at minka skuld landsins, meðan um 1/3 av avlopinum verður brúkt til at spara upp, og harvið eisini styrkja gjaldføri landsins, í Búskapargrunni Føroya.

Búskaparliga sjálvbjargnari nú enn nakrantíð

Eitt av aðalmálunum hevur verið, at gera Føroyar so sjálvbjargnar sum møguligt. Avgjørt varð tí beinanvegin at avtaka árligu javningina av ríkisveitingini, sum undanfarna samgonga setti í verk. Ein avtala varð undirskrivað við donsku stjórnina hesum viðvíkjandi fyri árini 2016-2019, og hevur ríkisstuðulin soleiðis verið fastfrystur.

Samstundis eru inntøkur landskassans øktar 1,2 mia. kr. árini 2015-2019. Hetta samsvarar við eina upphædd, ið er nærum tvífalt so stór sum ríkisstuðulin á 642 mió. kr.

Ríkisstuðulin er tí nú metlágur partur av føroyska búskapinum og av samlaðu almennu inntøkunum. Ríkisstuðulin er nú bert 3% av samlaðu framleiðsluni (BTÚ). Og verður hugt at inntøkunum hjá landi, kommunum og sosialum grunnum, ið veita vælferðartænastur til borgarar landsins, eru heili 94% av almennu inntøkunum skaptar í Føroyum, meðan ríkisstuðulin í dag bert er um 6%.

Búskaparliga eru Føroyar tí sjálvbjargnari nú enn nakrantíð áður.

Javnari býti av virðunum – skattalætti, hægri barnafrádráttur, hægri pensjón v.m.

Eitt annað týðandi aðalmál hevur verið, at tryggja eitt javnari býti av landsins virðum. Fleiri átøk eru framd hesum viðvíkjandi seinastu árini.

  • Í 2016 varð skattalætti til lág- og miðallønt settur í verk. Hesin gav upp í 700 kr. meira at liva av hvønn mánað. Í húski við tveimum miðalinntøkum var talan um 1.400 kr. meira at liva av um mánaðin. Samstundis varð tøkugjaldið á alivinnuna hækkað og somuleiðis tilfeingisgjaldið í uppsjóvarvinnuni. Á henda hátt varð skattalættin fult fíggjaður, samstundis sum virðini vórðu javnari býtt.
  • Fólkapensjónistar hava eisini fingið væl meira at liva av. Í fyrsta umfari við átøkum í 2016, og síðan í sambandi við pensjónsnýskipanina. Samanlagt er talan um, at ein stakur pensjónistur uttan aðra inntøku hevur 1.500 kr. meira at liva av um mánaðin eftir skatt í 2019 enn í 2015.
  • Fyritíðarpensjónistar hava fingið meira at liva av við átøkum seinastu árini. Ein fyritíðarpensjónistur á lægstu fyritíðarpensjón hevur nú umleið 2.200 kr. meira at liva av um mánaðin eftir skatt enn í 2015. Tey við miðal og hægstu fyritíðarpensjón hava umleið 1.000 kr. meira at liva av um mánaðin eftir skatt í 2019 enn í 2015.
  • Stakir uppihaldarar, smábarnafamiljur  og lesandi hava fingið munandi fíggjarligan styrk við familjuískoyti, hægri barnafrádrátti og betringum í lestrarstuðli.
  • Ein smábarnafamilja við 3 børnum og inntøku undir 320.000 kr. um árið fær nú familjuískoyti á 36.000 kr. skattafrítt um árið.
  • Allar smábarnafamiljur við børnum undir skúlaaldri hava fingið 42% hægri barnafrádrátt. Hesin hækkaði úr 6.500 kr. í 9.200 kr. pr. barn.
  • Lestrarstuðulin bleiv hækkaður við 500 kr. um mánaðin í 2017, umframt at hann varð prístalsjavnaður í 2018. Eisini fáa lesandi á hægri útbúgvingum, og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum, nú studning í 12 mánaðir, í mun til 11 mánaðir frammanundan. Harumframt er barnastudningurin hækkaður, og lesandi við børnum hava nú møguleika fyri at fáa familjuískoyti.

Javnari býti av ríkidøminum styrkir samhaldsfestið, tí fleiri fáa lut í framgongdini, og hetta hevur eisini tryggjað, at virðini í størri mun eru komin í umfar og harvið hava skapt enn størri vøkstur og trivnað.

Styrkt fíggjarligt støðufestið – Landsbanki, Váðaráð og virkin Búskapargrunnur

Tað hevur stóran týdning ikki bert at hugsa um búskaparliga framgongd her og nú, men eisini um fíggjarligt støðufesti yvir tíð. Tí eru fleiri tøk tikin fyri at røkka hesum.

  • Frá 2017 fór Búskapargrunnurin at virka, og partur av avlopinum verður nú sett til síðis til verri tíðir. Ítøkiliga er talan um 20% av avlopinum upp til 200 mió. kr., og 50% av avlopinum oman fyri 200 mió. kr. Í ár væntast innistandandi í Búskapargrunni Føroya at fara væl uppum 500 mió. kr. Henda upphædd telur eisini við í minstagjaldføri landskassans.
  • Eisini er Landsbanki Føroya endurstovnaður, og eitt føroyskt váðaráð er farið til verka. Endamálið er at skapa størri fíggjarligt støðufesti og soleiðis styrkja samfelagið til at taka ímóti framtíðar niðurgangstíðum, ið av og á fara at koma – ikki minst í einum so lítlum búskapi sum tí føroyska.
  • Til tess at útjavna sveiggjini í inntøkunum frá tilfeingisvinnunum, fara allar tilfeingisinntøkur frá ali- og fiskivinnuni nú í Búskapargrunn Føroya. Ein partur fer beinleiðis á fíggjarlógina, meðan ein partur verður verandi í grunninum, og síðan tikin við í fíggjarlógina yvir 7 ár.

Hesi átøk eru konjunkturjavnandi og styrkja støðufestið.

Pensjónsnýskipan og frá flatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt

Tað hevur verið átroðkandi neyðugt í áratíggir at fremja eina pensjónsnýskipan. Hetta fyri at tryggja øllum pensjónistum eina trygga og góða pensjón nú og fremeftir, og fyri at tryggja fíggjarliga haldførið hjá tí almenna yvir tíð – og harvið hjá vælferðarsamfelagnum yvir tíð.

Umsíðir eydnaðist tað at fáa pensjónsnýskipanina samtykta í 2018.

  • Nýskipanin tryggjar, at allir verandi pensjónistar fáa minst 1.000 kr. um mánaðin meira at liva av eftir skatt, og at eisini teir framtíðar pensjónistar, ið ikki hava eina munandi inntøku umframt pensjónina, fáa minst 1.000 kr. meira um mánaðin.
  • Pensjónsnýskipanin gerst nú meira smidlig og einføld, eitt nú við møguleikanum at velja at útseta tína pensjón og harvið fáa hægri pensjón, tá tú fert á pensjón, ella framskundaða pensjón, um tú ert slitin av arbeiðsávum.
  • Tey, ið eru av arbeiðsmarknaðinum í eina tíð – eitt nú vegna barsil, arbeiðssloysi ella forsorg – fáa nú eftirlønargjald av veitingunum. 
  • Mótrokning millum hjún er nú søga. Frameftir verður tað so, at giftir pensjónistar ikki verða mótroknaðir.
  • Tann flati 40% pensjónsskatturin er umlagdur til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%. Hetta er ein munandi skattalækking fyri lág- og miðallønt.

Pensjónsnýskipanin fer sum frálíður at betra munandi um haldførið í almenna búskapinum.

Grønur avgjaldslætti

Umhvørivsdálking og veðurlagsbroytingar eru millum størstu avbjóðingar okkara. Tí eru stig tikin til, at fremja eina røð av átøkum, ið hava til endamáls at stuðla undir grøna orkuskiftinum.

  • El- og vetnisakfør eru nú uttan bæði skrásetingargjald, MVG og vegskatt. Hetta ger tey munandi bíligari at ogna sær hjá øllum borgarum. Harvið fáa munandi fleiri møguleika at ogna sær hesa loysnina framum meira dálkandi loysnir.
  • Allur vegskatturin er umlagdur til eitt veg- og umhvørvisgjald, ið er tengt at útláti á akførum.
  • Hitaskipanir til bústaðir kunnu nú eisini keypast og setast í sethús uttan MVG. Hetta er eisini í eini roynd at gera tað fíggjarliga møguligt hjá øllum at velja sær hesa loysn. Samstundis kann hetta gera Føroyar umhvørivsvinarligari og minni heftar av oljuinnflutningi.


Talgildur samleiki og talgildar tænastur til allar føroyingar

Talgildingin er ein týðandi partur av okkara gerandisdegi í dag. Tað hevur áður manglað ein samlað ætlan fyri útbygging av føroyska talgilda undirstøðukervinum. Tað gjørdist tí eitt aðalmál hjá samgonguni at fara undir at menna Talgildu Føroyar.


Verklagslógin um Talgildu Føroyar er samtykt og arbeitt verður við verkætlanini. Landið hevur samanlagt sett 90 mió. kr. av til verkætlanina árini 2016-2020. Hartil hava privatar og almennar fyritøkur og Tórshavnar kommuna samanlagt sett 37 mió. kr. av til verkætlanina. Endamálið er at geva føroyingum talgildar loysnir, sum kunnu lætta um gerandisdagin, gera vælferðarsamfelagið betri og at styrkja kappingarførið hjá vinnu og landi.

Seinasti parturin av menningini av talgilda samleikanum fer fram nú í ár og komandi ár. Hvør einstakur føroyingur fer at fáa egnan talgildan samleika, og fer hesin samleikin eitt nú at kunna koma í staðin fyri fleiri “log-in” skipanirnar, ið føroyingar nýta í dag til gagns fyri bæði borgarar og vinnu.

Sambært ætlan verður nýggi Tænastuportalurin hjá Talgildu Føroyum millum fyrstu tænasturnar, ið føroyingar fara at kunna nýta nýggja talgilda samleikan til.  Tænastuportalurin fer at geva borgarum atgongd til allar almennar tænastur, millum annað hjá Taks, Akstovuni og Almannaverkinum. Føroysku

bankarnir koma eisini at brúka talgilda samleikan til sínar talgildu tænastur, eitt nú sum atgongd til netbankan.

Ein nýggj virkisskrá og talgilding av galdandi grunddátaskráum eru eisini partar av Talgildu Føroyum, eins og settur er í verk ein talgildur “motorvegur”, sokallaða Heldin, sum fer at gera alt dátasamskiftið millum stovnar, fyritøkur og borgarar tryggari og lættari at menna framyvir.

Fleiri bústaðir og fjøltáttaðan bústaðarmarknað

Stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur givið eina stóra bústaðaravbjóðing. Tí eru fleiri átøk framd, fyri at møta hesi avbjóðing. Eitt fjøltáttað útboð av bústøðum, serliga íbúðir fyri rímiligan kostnað, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum eru týðandi tættir í at skapa trivnað, fólkavøkstur og at lækka kostnaðarstøðið.

Eitt av fyrstu átøkunum hjá samgonguni var tí, at geva Bústaðir heimild at byggja bústaðir fyri 250 mió. kr. afturat teimum, ið vóru í gongd. Bústaðir tóku 70 nýggjar bústaðir í nýtslu í 2018, og roknað verður við 75 nýggjum bústøðum í 2019. Í 2020 verður roknað við 57 nýggjum bústøðum afturat. Við hesum koma Bústaðir at hava samanlagt 394 leigubústaðir, harav minst 5. hvør íbúð er latin Almannaverkinum.

Hundratals bústaðir standa tómir meginpartin av árinum. Fyri at fáa skjótt loyst bústaðaravbjóðingina (tí tað tekur tíð at byggja) er skatturin fyri, at langtíðarútleiga lækkaður munandi. Hetta skal gera tað áhugavert hjá fólki at langtíðarúrleiga – heldur enn at stutttíðarútleiga til ferðafólk ella als ikki at útleiga. Tó loysir hetta bert avmarkaðan part av bústaðaravbjóðingini. Tað almenna skal ikki loysa hesa avbjóðing einsamalt. Tað er og verður neyðugt, at tað privata og aðrir partar eisini fremja átøk at loysa bústaðaravbjóðingina.

Varskógvaraskipan fyri starvsfólk hjá landinum

Tað almenna røkir týðandi tænastur vegna fólk og land. Í mongum førum er talan um tænastur, ið hava beinleiðis við vælferðina hjá einstøkum borgarum at gera. Tíðin er komin til, at vit gera eins nógv fyri at skapa trygd um tænastur til borgaran, sum gjørt verður fyri at skapa trygd um fíggjargeiran. Fyri at styrkja fíggjargeiran og fíggjarliga støðufestið er sett í verk lógarkrav um, at starvsfólk, ið virka innan fíggjargeiran, skulu kunna boða frá um møguligt óreglusemi til heilar tvær varskógvaraskipanir: Eina innanhýsis og eina hjá fíggjareftirlitinum.

Nú er eisini løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri starvsfólk hjá landinum samtykt og sett í verk.  Endamálið er at økja rættartrygdina.

Sáttmálasamráðingarnar eru komnar á mál

Flest allir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum gingu út 1. oktober 2017. Komið er á mál við øllum lønarsáttmálum. 16 av gjørdu sáttmálunum eru 2 ára sáttmálar, sum ganga út 1. oktober 2019. 10 sáttmálar eru trý ára sáttmálar, ið ganga út 1. oktober 2020.

Landsstýrið hevur ynskt at betra ásetingarnar um barsil í øllum sáttmálunum. Nú verður tryggjað, at allar kvinnur, ið eru við barn, hava rætt til ásettu barsilstíðina eftir barnsburð uttan mun til, um tær hava verið í barsil áðrenn vanliga tíð av serligum orsøkum.

Eisini eru ásetingar um, at almennir leiðarar skulu gera meira fyri at fyribyrgja strongd og at taka starvsfólkini enn meira við í broytingartilgongdum.

Bankalóggávan herd

Tað hevur stóran týdning, at føroysku peningastovnarnir eru fevnir av lóggávu, ið samsvarar við lóggávuna, ið er í teimum londum, ið vit vanliga samstarva við og í Evropa sum heild. Arbeitt hevur verið støðugt við hesum, og er lóggávan fyri føroysku bankarnar dagførd í fleiri umførum. Úrslitið er, at bankarnir hava fingið munandi herd krøv – m.a. til egnar “bjargingarloysnir” um tað skuldi gingið galið fyri bankan – og eisini eru ein røð av øðrum krøvum herd. Hetta fyri at bjálva bankarnar enn betur til, at standa ímóti broytingartíðum í framtíðini.

Tryggja at virðisskapan í Føroyum kemur føroyingum til góðar

Til tess at styrkja eftirlitið við, at virðisøking í Føroyum kemur føroyska samfelagnum til góðar, eru stig tikin til, at herða eftirlitið við transfer-pricing og tunn-kapitalisering í skattalóggávuni. Hetta hevur, saman við størri luttøku í altjóða skattasamstarvi og øðrum lóggávubroytingum, verið við til at tryggja, at virðisskapan í størri mun kemur føroyingum til góðar nú og frameftir.

Nýggj og betri hagtøl fyri arbeiðsmarknað, tey 17 heimsmálini og tjóðarroknskap

Ein meira dagførdur tjóðarroknskapur hevur verið millum høvuðsraðfestingarnar seinastu árini, og  Síðan 2015 eru nú komin 4 ár afturat av tjóðarroknskapi. BTÚ var tá tøkt til 2013, og er nú tøkt til og við 2017. Í ár væntast endaliga uppgerð av BTÚ fyri 2018 eisini at verða tøk. Tá hevur tjóðarroknskapurin ongantíð verið betur dagførdur.

Føroyar hava manglað hagtøl fyri arbeiðsmarknaðin og lønarviðurskifti. Fíggjarmálaráðið valdi at seta 1 mió. kr. av til, at fáa hesi hagtøl í rættlag. Samstarv er samstundis sett í gongd millum Fíggjarmálaráðið, Samferðslumálráðið, Hagstovuna, Vinnuhúsið og Fakfeløgini um at fáa nýggj lønar- og arbeiðsmarknaðarhagtøl. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og verður væntandi tøkt komandi ár.


Tey 17 heimsmálini eru eitt týðandi gjøgnumbrot fyri at røkka einum burðardyggari heimi fyri øll. Eisini Føroyar skulu taka ábyrgd í hesum arbeiði. Játtan er tí sett av til, at menna hagtøl í Føroyum fyri øll tey 17 heimsmálini. Harvið kann okkara ískoyti til tey 17 heimsmálini eisini síggjast í hagtølum í Føroyum og í altjóða høpi.

Virkið altjóða samstarv

Týðandi stig eru tikin fyri í størri mun at luttaka í altjóða skattasamstarvi. Føroyar hava fingið limaskap í Global Forum og í desember 2018 fingu Føroyar limaskap í BEPS altjóða skattasamstarvinum, ið snýr seg um, at samstarva um skattaupplýsingar tvørturum landamørk, fyri soleiðis at fyribyrgja, at skattaskjól gerast veruleiki kring heimin. Harvið eru Føroyar vorðnar limur í báðum teimum stóru altjóða skattasamstørvunum í samgongutíðarskeiðnum.

Eisini tóku Føroyar stig til, at dagføra Norðurlendska tvískattasáttmálan soleiðis, at Føroyar hava størri ræsir til, at tilrættisleggja okkara skattapolitikk nú og frameftir.

Nýggjast altjóða samstarvið er við Katalonia. Í februar 2019 undirskrivaðu Føroyar og Katalonia eitt Memorandum of Understanding viðvíkjandi samstarvi um talgilding. Hetta kann geva báðum pørtum atgongd til nýggja vitan og royndir, og leggur lunnar undir øktum samstarvi millum tjóðirnar.

Oyggjaleikirnar aftur til Føroya

Vit ynskja at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Tí eru stig tikin til at gera og samtykkja løgtingslóg, ið ásetir, at landsstýrið veitir fíggjarlig trygd fyri, at Føroyar kunnu bjóða seg fram sum vertir fyri Oyggjaleikum. Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá Føroyum, umvegis ÍSF, at bjóða seg fram sum vertir, og vónandi koma Oyggjaleikirnir aftur til Føroyar í nærmastu framtíð. Hetta fer at fáa stóran týdning fyri okkara ítróttarfólk, ferðavinnu og marknaðarføring av Føroyum og føroyskum vørum og tænastum.

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X