Lýsing

Nýggj skip til oyggjaleiðir

Tíðarhóskandi ferðasamband til leysu oyggjarnar er neyðugt, og tí eigur ein nýggj samgonga beinanvegin at gera semju um stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum.

Fyri 300- 350 milliónir kunnu vit yvir eini 5-6 ár endurnýggja allan flotan. Er vilji til tess. Hetta var partur av røðu mínari, nú ólavsøkufrágreiðing løgmans í dag varð viðgjørd.
 
Í løtuni verður avloysaraskip bygt, og tá hetta er liðugt næsta ár, eiga vit at fara undir stigvíst at endurnýggja SSL-flotan. Borgarar á leysu oyggjunum eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip. Er undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir av árliga kann allur flotin endurnýggjast uppa fimm, kanska seks ár. Nýggj Nólsoyar- og Kalsoyarferja kosta 90-100 mio hvør. Nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloy/Svínoy kosta umleið 45-50 mio hvørt.

Heyst/Koltur skal eisini hava nøktandi samband og SAM kann umbyggjast til farmaskip millum oyggjarnar. 

Eins og flokkarnir á tingi gingu saman um at byggja undirsjóvartunlarnar, so tað um fá ár verður koyrandi í Sandoynna og fleiri enn 85 % av fólkinum nú hava fast vegasamband, so eigur langtíðarsemja at verða gjørd um tíðarhóskandi samband til leysu oyggjarnar. 

Vit hava í stóran búskaparvøkstur og framgongd í Føroyum. Eitt dagført samband er ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyritreyt fyri, at fólk famhaldandi velja at búgva, liva og virka har.

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad