Lýsing

Saman vendu vit milliarda-hall til milliarda-avlop

Landskassin væntast at hava 1,4 milliard í avlopi í hesum valskeiðinum. Til samanberingar hevði landskassin 1,1 milliard í halli í undanfarna valskeiði. Harvið er hall landskassans vent til munandi avlop. Hetta hava vit øll framt saman – við stórari framgongd í samfelagnum, og saman við skynsomum fíggjarpolitikki.

Støðan í 2015 – hall 8 ár á rað

Árini eftir fíggjarkreppuna, ið rakti heimin í 2008, hevði landskassin stór hall. 8 ár á rað hevði landskassin samanlagt hall á 3 mia. kr. Í 2015 hevði verið búskaparlig framgongd í fleiri ár, men hóast hetta, so hevði landskassin hall. Í undanfarna valskeiði hevði landskassin heila 1,1 milliard í halli.
Tá núverandi landsstýri og samgongan tóku við landsins leiðslu á heysti 2015, settu vit okkum tí beinanvegin fyri, at landskassin skuldi hava avlop beinanvegin.

Støðan í 2019 – avlop 4 ár á rað

Vit hava verið ríkað við góðum tíðum seinastu mongu árini. Saman við framgongd í vinnulívinum, virkisfúsum fólkum kring alt landið, og skynsomum fíggjarpolitikki, er úrslitið, at búskapurin helst ongantíð hevur verið betur fyri enn nú. Arbeiðsloysið er met lágt. Vinnan hevur í valskeiðinum havt metstór avlop. Landið hevur stór avlop. Fólk og vinna hava størri uppsparing nú enn nakrantíð. Tí tíbetur er framgongdin hesuferð  ikki lánifíggjað, soleiðis sum vit áður hava sæð í Føroyum, tá góðar tíðir hava verið. Tvørturímóti so økja fólk og vinna uppsparing meira enn lánt verður. Hetta er gott og gagnligt.

Týðandi við avlopi í góðum tíðum

Fyrsta fíggjarlógin í hesum valskeiðnum – fyri árið 2016 – vísti avlop. Tá árið var av, varð avlopið størri enn væntað. Eisini árini 2017 og 2018 hevur landskassin havt stór avlop. Og í ár vísir fíggjarlógin 377 mió. kr. í avlopi. Inntøkurnar eru tó munandi størri enn væntað, og kann úrslitið tí gerast væl betur. Í 5 ára fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum hava vit eisini sett okkum fyri, at røkka vaksandi avlopum komandi árini. Hesi avlop koma ikki av ongum. Tí tað eru støðug og vaksandi ynski um at økja útreiðslur til íløgur og rakstur. Hetta frætta vit øll dagliga – ikki minst nú val er í hondum. Men tað ber sjálvandi ikki til at gera alt í senn. Tað vita vit øll. Neyðugt er og verður at raðfesta, og at tryggja, at nýggj átøk eru fíggjað. Hetta mugu øll – ikki minst øll, ið nú bjóða seg fram at stjórna landinum – gera sær greitt.

Sterkur búskapur gevur tryggari vælferð

Ein týðandi raðfesting er og verður at tryggja, at landið hevur avlop, nú tíðirnar eru góðar. Tí tað merkir, at vit fáa lagt tryggar karmar um vælferðarsamfelagið nú og frameftir. Hetta merkir eisini, at vit fáa minkað skuld og fáa sett av til, at standa sterkari tá tíðirnar skifta. Hetta ger okkum búskaparliga sjálvbjargnari, og ger tað møguligt, at halda fram við at menna okkara vælferðarsamfelag.

Tá umræður skuld, so hevur landsstýrið minkað skuld landskassans við 1 milliard síðan samgongan tók við. Hartil fullu 500 mió. kr. burtur sambært avtalu. Samanlagt er skuld landskassans tí minkað 1,5 milliard síðan 2015. Eisini hetta ger okkum sterkari til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma – fyrr ella seinni.

Góðar tíðir krevja skynsemi

Vit vita, at eftir góðar tíðir koma minni góðar tíðir. Soleiðis hevur altíð verið, og so fer eisini at verða.
Tað hevur tí ómetaliga stóran týdning, at vit halda fram við skynsomum fíggjarpolitikki, ið leggur tryggar karmar um okkara samfelag – okkara land og fólk.

Vóni, at vit fáa títt álit til, at halda áfram við hesum – og títt álit til, at halda fram við, at fáa Føroyar framá.

Saman kunnu vit tryggja, at so verður.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad