Lýsing

Sonja á listanum hjá Tjóðveldi

Tjóðveldi hevur fingið eitt valevni aftrat á listan til fólkatingsvalið. Talan er um løgtingskvinnuna Sonju Jógvansdóttir.

– Kann eg vera við til at endurvinna flokkinum sessin, so geri eg sjálvandi tað. Mín lutur skal ikki liggja eftir, og eg vil gera mítt fyri at tryggja, at Tjóðveldi endurvinnur sessin. Nógvar áheitanir eru komnar, og tí avgjørdi eg beint áðrenn evstu freist at stilla upp. Kann eg verða við at styrkja tjóðveldisliðið, so geri eg tað fegin, sigur Sonja Jógvansdóttir.

– Tað er av alstórum týdningi, at tær røddir, sum umboða fólkið í Føroyum endurspegla tað samfelag vit ynskja. Tí skal tað sjálvandi verða ein frælsisrødd, sum vil einar rúmligar og samhaldsfastar Føroyar, og sum trýr uppá førleikar, vitan og tann mátt, sum býr í føroyinginum, sum umboðar okkum. Hetta verið seg á Fólkatingi og allastaðni tørvur er á at tala okkara søk. Tað hevur okkara umboð á Fólkatingi eisini víst dyggiliga í verki hesi seinastu fýra árini, sigur Sonja Jógvansdóttir.

– Lat okkum senda eitt tjóðveldisumboð á Fólkating, sum kann virka fyri, at vit hvønn dag koma nærri einum sjálvstøðugum og rúmligum Føroum, har vit taka okkum av hvør øðrum. Eg vil tí heita á øll, um at seta sín kross við lista E á fólkatingsvalinum 5. juni, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Listin hjá Tjóðveldi er hesin til fólkatingsvalið 5. juni:

Magni Arge

Annita á Fríðriksmørk

Pól Esper Hansen

Krisina Háfoss

Høgni Hoydal

Sonja Jógvansdóttir

Katrin Kallsberg

Óluvá Klettskarð

Ingolf S. Olsen

Hervør Pálsdóttir

Pauli Trond Petersen

Bjørt Samuelsen

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad