Lýsing

Loysing er samband við allan heim

Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fólkatingsvalevni

At gerast ein sjálvstøðug tjóð snýr seg um at fáa allar teir møguleikar og tað frælsi, sum onnur lond hava. Ikki minst í mun til uttanríkispolitisk viðurskifti. At kunna samstarva og gera avtalur á jøvnum føti við heimsins lond.

Hetta minti eg danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen á, tá hann í fjør summar dró “avbyrgingarkortið” á tíðindafundi aftaná sonevnda ríkisfundinum.

Spurningurin um sjálvstøðugar Føroyar snýr seg um beint hitt øvuta – nevniliga um at sleppa sær útum girðingina fyri at kunna knýta sambond, gera avtalur og samstarva frítt við onnur lond.  

Eins og eg gjørdi við Løkke, so ætli eg mær á Fólkatingi áhaldandi at seta fokus á, hví Føroyar mugu gerast ein sjálvstøðug tjóð. Hví tað er fremsta fyritreytin fyri at kunna virka á jøvnum føti við øll heimsins lond, eisini við Danmark, sum tað er púra natúrligt at samstarva við. Fari her at endurtaka boðskapin, eg sendi danska forsætisráðharranum: 

“Í einum sjálvstøðugum landi fáa vit møguleikan at ávirka og velja, hvørjum vit eru í samstarvi ella felagsskapi við – eitt nú um vit ynskja at vera í einum felagsskapi við Danmark og/ella øðrum Norðurlondum, gerast partur av búskaparliga samstarvinum í ES, knýta serliga tøtt sambond við Skotland og/ella Bretland – í heila tikið, hvørja uttanríkispolitiska leið, vit velja at ganga, saman við okkara samstarvspørtum.

Við at leggja skøvutu sambandsplátuna um avbyrging á, verður roynt at billa fólki inn, at Danmark er lykilin hjá Føroyum og Grønlandi til sambond við umheimin. Men hetta er at venda sannleikanum á høvdið. Tí, víst hava Føroyar og Grønland í summum førum ágóða av at samstarva við Danmark, men í tí stóra perspektivinum, so eru tað eru Føroyar, og ikki minni Grønland, sum eru lykilin hjá Danmark til støðu teirra í altjóða politikki. Við hesum londum røkkur danska kongsríkið um norðuratlantshav allan vegin til Arktis, og ger sostatt Danmark, ið annars verður mett sum eitt pinkuland, til ein sentralan leikara, eitt nú tá umræður telvingina um Arktis, ið er ein brennidepil í altjóða politikki.

Tað er alt annað enn av tilvild, at alsamt fleiri røddir nú hoyrast tosa um at enduskipa ríksifelagsskapin. Tað gongur sjón fyri søgn. Føroyar eru nú so sjálvstýrandi, at seinastu fetini til fult sjálvræði eru færri enn tey flestu geva sær far um. Vit eru so nær einum sjálvstøðugum Føroyum, at eingin orsøk er at rópa hart, og neyðugu fetini verða tikin hvønn einasta dag. Og í Grønlandi logar sjálvbjargnisandin og -viljin bjartari enn nakrantíð. Tí ræður um hjá sambandspolitikarum at finna vegir at halda fast um ríkisfelagsskapin. Tey vita fullvæl, at altjóða áhugin fyri sambandi og samstarvi við Føroyar og Grønland er stórur.”

“Ingen er sig selv nok”, so segði hann Løkke. Og hetta er so satt, sum tað er sagt. Heimurin í dag er sínamillum tengdur, og einki land klárar seg einsamalt. Frælsu Føroyar fara at virka í tøttum samstarvi við mong onnur lond.

Tað avgerandi er, at føroyska fólkið eigur rættin at taka avgerðina um, hvussu vit skipa okkum, og rættin at knýta tey sambond og vera partur av teimum avtalum og felagsskapum, sum føroyska fólkið ynskir, og sum tænir føroyskum áhugamálum best. So eg kann bara endurtaka, at loysing merkir samband. Frítt samband við heimin kring okkum!

Bjørt Samuelsen
Fólkatingsvalevni og tingkvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad