Lýsing

Undirfígging av heilsuverkinum – álvara Kaj Leo?

Sambandsflokkurin og serliga fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen royna staðiliga at billa Føroya fólki inn, at heilsuverkið undir hesari samgonguni er blivið álvarsliga undirfíggjað.

Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.

Á hvørjari samtyktari fíggjarlóg hjá hesari samgonguni er játtanin til heilsumál hækkað við millum 34 og 70 milliónum krónum um árið.

Rakstrarjáttanin er hækkað miðvíst og við næstan 200 milliónum krónum frá 2015 til 2019.

2015: 935 mió.
2016: 986 mió.
2017: 1.020 mió.
2018: 1.056 mió.
2019: 1.127 mió.

Til samanberingar hækkaðu rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógunum undir farnu samgongu, tá Kaj Leo Holm Johannesen sat við borðendan, við millum 5 og 39 milliónir krónum um árið. Tilsamans 80 milliónir krónur frá 2011 til 2015.

Undir hesari samgonguni hava vit miðvíst roynt at menna eitt veruliga føroyskt heilsuverk, har dentur hevur verið lagdur á at tryggja borgaranæra tænastu – eitt nú við at fáa mannað øll tey mongu leysu kommunulæknastørvini við føroyskum kommunulæknum í føstum starvi, heldur enn við skiftandi avloysarum.

Undir hesari samgonguni hava vit miðvíst roynt at menna eitt veruliga føroyskt heilsuverk, har dentur hevur verið lagdur á at menna førleikarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum, eitt nú við at seta fleiri serlæknar og heilsufaklig starvsfólk í fast starv. Hetta fyri eisini at kunna fremja so nógvar viðgerðir í Føroyum, tætt við heim og familju hjá borgarunum. Á henda hátt slepst eisini undan at noyðast at senda so nógv av landinum til viðgerðir.

Vit hava undir leiðsluni hjá Sirið Stenberg ment eitt uppaftur betri, tryggari og føroyskari heilsuverk, sum tryggjar øllum borgarum skjóta og trygga viðgerð, sum helst kann klárast her heima í Føroyum, har vit hava okkara heim og okkara kæru.

Tørvur er áhaldandi á víðari menning av heilsuverkinum, og tað ætla vit okkum at halda áfram við. Tørvurin á heilsutænastum veksur eisini, og harvið veksur tørvurin á fígging eisini. Men Kaj Leo Holm Johannesen kann ikki lasta okkum fyri ikki at veita betri fígging til heilsuverkið. Tvørturímóti.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad