Lýsing

Orku- og umhvørvismálaráð er neyðugt!

Okkum tørvar eitt Orku- og umhvørvismálaráð. Og eitt landsstýrisfólk, ið hevur sum sína fremstu uppgávu, at arbeiða við tí grøna politikkinum, serliga við orkuni, har vit hava sett okkum eitt serstakliga framsøki og stórt mál, nevniliga burturav at vera grøn á landi í 2030, einki minni.

Í Løgtinginum havi eg javnan víst á, hví tað er neyðugt at umskipa stjórnarráðini, so eitt av ráðunum verður eitt orku- og umhvørvismálaráð.

Tað eru einans 11 ár til 2030. Og hóast streymurin er vorðin grønari, so er framvegis nógv hin størsti parturin av landi okkara rikið við kolasvartari olju.

Kreftirnar mugu skipast og savnast soleiðis, at vit megna at lyfta tey størstu málini, vit seta okkum. Tað er avgerandi neyðugt, skal tað framvegis vera realistiskt at tosa um at umleggja samfelagið alt til at verða rikið við varandi orku.

Nýggja ráðið kann hóskandi eisini umsita umhvørvis- og náttúruverndarmál. Náttúruverndin liggur í dag spjødd í fleiri eindum, undir fleiri myndugleikum. Ein skjótt vaksandi ferðavinna, alivinnan, útbyggingar við meira, leggja alsamt størri trýst á náttúruna, og neyðugt er eisini við nøktandi kreftum at umsita nýggju náttúruverndarlógina, ið júst er komin í Løgtingið.

Samgongan hevur hesa setuna uppraðfest Umhvørvisstovuna, ið  tekur sær av orkumálum og umhvørvisvernd, heilt munandi. Tað er neyðugt at halda fram við at styrkja henda myndugleika, ið er heilt sentralur í mun til at røkka settu málunum.

Landsstýrið og umsitingin eiga sjálvsagt áhaldandi at verða skipað soleiðis, at tey spegla tey øki, neyðugt er, at leggja størstan dent á. Eitt nýtt ráð, merkir ikki, at vit skulu hava fleiri stjórnarráð enn í dag. Men at landsstýrið og ráðini verða umskipað soleiðis, at orka og umhvørvið/náttúruvernd fáa munandi størri politiska tyngd. Gjarna saman við øðrum málsøkjum, men ikki saman við øðrum ovurtungum málsøkjum, so sum veruleikin er í dag.

Á orkuøkinum eru vit júst byrjað at taka tey stóru fetini í mun til at leggja um til grøna orku – land, kommunur, privat vinna og borgarar kunnu øll gera sítt. Men fyri framman eru risastór og tung tøk at taka.  Málið 100% grøn á landi ber til at røkka, gera vit tað í felag – og savna vit politisku og umsitingarligu megina rætt, so hon kann vera oddvitin í arbeiðinum.

Fegnist um, at alsamt fleiri draga somu línu og taka undir við at geva orku- og umhvørvisøkinum neyðugu tyngdina. Tað merkir vónandi, at eitt grønt orku- og umhvørvismálaráð er á gáttuni.

 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad