Lýsing

Sjálvandi er flatskattaskipanin avtikin!

Sjálvandi er flatskattaskipanin avtikin!

Aftur og aftur hava vit seinastu vikurnar lisið á sosialum miðlum, portalum og nú eisini í einum av stóru bløðunum, at gamla flatskattaskipanin hjá undanfarnu samgongu ikki er broytt. Hetta er ósatt. Ikki bert landsskattaskipanin er broytt og vorðin meira stigvaksandi. Eisini er samtykt at gera fløtu pensjónsskattaskipanina stigvaksandi.
Trupulleikin er, at verða eini ósannindi førd fram nóg ofta, so kann almenningurin fara at trúgva hesum. Skrivi tí hesa grein fyri at lýsa, hvussu landsskatta- og pensjónskattaskipanirnar eru broyttar av verandi landsstýri og samgongu.

Javnari býti av ríkidømi landsins

Eitt av høvuðsmálunum hjá landsstýrinum og samgonguni hevur frá byrjan verið, at býta ríkidømi okkara javnari. Tí hetta vil tryggja, at stóra framgongdin seinastu mongu árini vil koma øllum til góðar, og tí, at vit vilja tryggja, at ríkidømið kemur út í hvørt heim. Eitt javnari býti av virðunum í einum samfelag vil eisini tryggja eina meira støðuga samfelagsliga menning og búskaparliga framgongd. Hetta hava Norðurlond prógvað, í mun til gongdina í altjóða samfelagnum, ferð eftir ferð.

Flatskattaskipanin í landsskattinum – avtikin 1. jan. 2016!

Tað hevur aftur og aftur verið ført fram av andstøðupolitikarum, og nú eisini av stórum miðlahúsi, at sokallaða flatskattaskipanin, sum undanfarna samgonga settið í verk, ikki er broytt. Hetta er ósatt.

Hvat lovaðu samgonguflokkarnir undir valstríðnum í 2015? Allir samgonguflokkar lovaðu at virka fyri, at lækka inntøkuskattin, serliga hjá lág- og miðalløntum. Hetta skuldi gerast uttan at hækka lønarinntøkuskattin fyri aðrar borgarar. Eitt tað fyrsta núverandi samgonga gjørdi var tí eisini, at avtaka lutfalsliga fløtu landsskattaskipanina. Ein skipan, ið undanfarna samgongan doypti ”flatskatt”.

Hetta varð gjørt við, at lækka landsskattin hjá lág- og miðalløntum við heilum 136 mió. kr. frá 1. januar 2016. Lægsta skattastigið lækkaði heili 5%. Úr 20 niður í 15%. Eisini fekk skattastigin fleiri trin.

Stigvaksandi landsskattastigin frá 2016
  Ársinntøka (kr.) Skattur (%) Íalt (%)
0 – 64.999 0% 0%
Landsskattur 1 65.000 – 234.999 15% 15%
Landsskattur 2 235.000 – 329.999 5% 20%
Landsskattur 3 330.000 – 799.999 5% 25%
Landsskattur 4 800.000 + 5% 30%

Munandi skattalætti til lág- og miðallønt

Hetta gjørdi stóran mun. Omanfyri 28.000 skattgjaldarar fingu ein skattalætta, men tað vóru serliga tey lág- og miðalløntu, ið fingu ágóðan. Skattalættin gav upp í 700 kr. meira at liva fyri um mánaðin fyri ein stakan, og upp í 1.400 kr. meira um mánaðin um talan var um eitt par við miðalinntøku. Av tí at ongin landsskattur verður rindaður av inntøkum undir 65.000 kr. um árið, so fingu hesi sjálvandi ikki ágóða av lækkingini. Hægstu lønirnar fingu ikki skattalætta, men fingu heldur ikki skattahækking. Júst sum samgonguflokkarnir lovaðu undir valstríðnum í 2015.

Sera flati landsskatturin er sostatt avtikin, og skattaskipanin vorðin meira stigvaksandi.

 

Undanfarna samgonga: Láglønt rindaðu skattalætta til hálønt

Hvat gjørdi undanfarna samgonga? Í kanska ógvusligastu fíggjarkreppu í heimssøguni valdi undanfarna samgonga, við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýri og Miðflokkinum, ikki at lata teimum við lægstu inntøkum meira at liva fyri. Nei, tvørturímóti. Latin varð ein skattalætti í landsskattinum á tílíkan hátt, at hægstu inntøkurnar fingu um 6.000 kr. um mánaðin í skattalætta. Lægstu inntøkurnar fingu nakrar heilt fáar krónur, og samstundis varð pensjónsskatturin hækkaður munandi. Fyri kapitalpensjón hækkaði skatturin við heili 5%. Úr 35% upp í 40%. Samstundis varð farið yvir til 100% flatskattaskipan í pensjónsskatti sum heild. Øll skuldu rinda 40% í pensjónsskatti frá fyrstu krónu uttan mun til hvør inntøkan var.

Samanlagt fingu láglønt eina munandi skattahækking. Hálønt eina søguliga stóra skattalækking.

 

 

Undanfarna samgonga: Undirgravaðu haldførið, brúktu framtíðar inntøkur

Gjógvin millum lág- og hálønt breiðkaðist tí ógvusliga í 2012. Landskassin misti samstundis umleið 330 mió. kr. í landsskattainntøkum. Ongar veruligar inntøkur vórðu settar í staðin. Samstundis varð valt at fara undir at forskatta øll pensjónsinngjøld. Farið varð sostatt undir at brúka av framtíðar inntøkum, ið koma at mangla seinni, og at gera fíggjarliga haldførið hjá landi og fólki verri. Tí við broytingini skuldu pensjónistar ikki rinda skatt í framtíðini – tá tørvur fór at vera á skattainntøkunum til eldrarøkt og heilsuverk – og pengarnir skuldu brúkast beinanvegin. Skuldu brúkast til skattalætta til tey hægstløntu. Hetta undirgravaði fíggjarliga haldføri landsins, og fór beint ímóti øllum tilmælum um búskaparligt skynsemi.

 

Flati pensjónskatturin – avtikin 1. januar 2019!

Tí var tað ikki bert neyðugt at broyta landsskattaskipanina, men eisini pensjónsskattaskipanina. Samgongan setti sær hartil fyri, at fáa framt pensjónsnýskipanina, fyri at tryggja øllum eina góða og trygga pensjón nú og framyvir. Eisini var pensjónsnýskipanin avgerandi neyðug fyri at styrkja fíggjarliga haldførið og harvið tryggja fíggjarliga grundarlagið undir framtíðar vælferðarsamfelagnum. Ein partur av loysnini var at broyta pensjónsskattaskipanina.

Politisk undirtøka var tíverri ikki fyri at broyta sjálva forskattingina. Ein partur av avbjóðingini hevur verið, at undanfarna samgonga – fyri at gera tað trupult hjá komandi samgongum at broyta støðuna – valdi at senda inntøkurnar frá forskattaðu pensjónunum víðari til kommunurnar, sum gjald afturfyri, at tær samstundis skuldu yvirtaka allar útreiðslurnar av eldraøkinum frá 1. januar 2015.

Munandi pensjónsskattalætti

Men í sambandi við pensjónsnýskipanina fekst tíbetur breið undirtøka fyri, at gera 100% fløtu pensjónsskattaskipanina stigvaksandi aftur. Lógin er samtykt. Pensjónsskatturin lækkar sostatt 1. januar 2019 úr 40% heilt niður í 30% fyri láglønt. Síðan veksur pensjónsskatturin spakuliga og stigvaksandi í mun til inntøku, upp í 40%. Hetta fer at gera stóran mun. Serliga fyri láglønt og miðallønt. Tí rindar tú 30% heldur enn 40% í skatti av øllum pensjónsinngjøldum í eini 40 ár, samstundis sum tú fært avkast av hesum inngjøldum, ið ikki verður skattað, tey 40 árini, so ger henda skattalækkingin sera stóran mun, tá tú gerst pensjónistur.

Flati pensjónsskatturin er sostatt avtikin, og pensjónsskattaskipanin verður nú meira stigvaksandi.

 

Pensjónistar, lesandi, barnafamiljur og fyritíðarpensjónistar meira               

Tað hevur hartil verið ført fram av andstøðupolitikarum aftur og aftur, at tey lágløntu ongan ágóða hava fingið burturúr skattapolitikki samgongunnar. Men eisini hetta er ósatt.

Tá 0 kr. verða rindaðar í landsskatti av allari inntøku upp til 65.000 kr., so ber sjálvandi ikki til at geva skattalætta í landsskattinum til hendan bólkin. Hinvegin ber til at hækka veitingarnar til tey, ið hava lága inntøku. Hetta hava vit gjørt. Lesandi hava fingið 500 kr. meira um mánaðin í lestrarstuðli, og hartil hava lesandi undir hægri lestri fingið lestrarstuðul í 12 mðr. fyri hvørt lestrarár í mun til einans 11 mðr. áður. Fyritíðarpensjónistar hava fingið millum 1.000 og 2.000 kr. meira at liva fyri um mánaðin. Fólkapensjónistar hava somuleiðis fingið munandi størri fíggjarligt rásarúm, og frá 1. januar 2019 minst 1.000 kr. meira at liva fyri um mánaðin. Barnafrádrátturin í skattinum er hækkaður fyri smábarnafamiljur úr 6.500 upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir skúlaaldur, ein hækking á 42%. Samstundis er familjuískoyti sett í verk til barnafamiljur í fíggjarliga trongum korum. Og stakir uppihaldarar hava fingið hægri veiting. Jú, sanniliga eru ábøtir framdar lágløntum at frama. Ríkidømið er býtt javnari.

Eisini hevur andstøðan roynt at føra fram, at av tí, at nøkur avgjøld eru hækkað, so tekur hetta burtur allan ágóðan hjá lág- og miðalløntum, men heldur ikki hetta er rætt. Hækkaðu avgjøldini eru sera lág í mun til stóru ábøturnar í landsskattinum, barnafrádráttinum, pensjón, fyritíðarpenjón og lestrarstuðli v.m. Hetta er staðfest bæði væl og virðiliga, eisini av óheftum pørtum.

Tvær flatskattaskipanir avtiknar – nú javnari býti av virðunum

Samanumtikið kann tí staðfestast, at ikki ein, men heilar tvær ”flatskattaskipanir” eru avtiknar í samgongutíðarskeiðnum – bæði viðvíkjandi landsskatti og pensjónsskatti.

Tí vit fremja tað vit lovaðu – og hetta er alt liður í, at røkka máli okkara um einar meira sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar.

  1. oktober 2018

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

 

 

 

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad