Lýsing

70 ára hátíðarhald Tjóðveldisfloksins

Hugleiðingar bornar fram á 70 ára hátíðarveitslu Tjóðveldis 14. september 2018

Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum.

Merkisdagar eru søgunnar veingjasuð, og merkisdagar skulu haldast, so leingi teir kunnu tulkast saman við tíðarbarum boðskapi.

Tað kennist framvegis væl at vera limur í hesum selskapi og hava verið tað í 50 ár. Tað hevur verið fjálgur, spennandi og meiningsfullur felagsskapur, saman við øllum tykkum framsóknu fólkum, ið hava myndað flokkin hesi mongu ár, og hjartans tøkk fyri mikla heiðurin at fáa orðið her í kvøld.

  1. september er týðningarmikil dagur í Føroya søgu, og fyri okkum Tjóðveldisfólk, ið vilja frælsar Føroyar – hevur hann serligan týðning, eisini tí hann er orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin var stovnaður 2 ár eftir fólkaatkvøðuna, tí táverandi fólkavaldu ikki megnaðu at standa saman og fremja fólksins vilja.

Slóðbrótandi dygdararbeiði, ið gjørt var til fólkaatkvøðuna, og sum skuldi vera grundarlagið undir frælsu Føroyum, gjørdist ístaðin stevnuskrá Tjóðveldisfloksins.

2018 er eisini merkisár fyri so ógvuliga nógv annað. 130 ár síðani jólafundin, ið framvegis er tíðarbarur, nú serlig tiltøk skulu setast í verk fyri at bjarga móðirmálinum í digitala heiminum hjá føroyskum børnum, og 50 ár síðani ungdómsuppreisturin, ið rakk frá Canada til   Europa.

Meginparturin av tí ungómurin stríddist fyri tá, var longu orðað í stevnuskrá Tjóðveldisfloksins 20 ár frammanundan.Tað, sum eftir stendur í dag, er, at tey ungu vildu hava:

samfelagsliga meðávirkan, eitt samhaldsfastari samfelag, minkan av muni millum rík og fátøk, javnstøðu millum kynini, umhvørvisvernd og fyribeining av atomvápnum. At føðilandi var frælst var ein sjálvfylgja. Teimum ungu tørvað eina vón, nakað at trúgva uppá og at hava álit á í samfelagshøpi.

Má sleppa at skoyta uppí her, at hjartað mítt fór at banka fyri Tjóðveldisflokkinum longu undan valinum í 1958. Útvarpið var komið. Øllum lurtaðu vit eftir – og gjørligt var um heystið fyri fyrstu ferð at lurta eftir politiskum valsendingum. Tá eg hevði hoyrt framløgu Erlends, sum eg ongatíð hevði sæð, var eg so hugtikin sum bert ein 14 ára gomul genta kann verða. Sama várið høvdu vit, sum gingu í 3. millum í Klaksvíkar skúla upplivað, at ein drongur í flokkinum hevði biðið sær frí úr skúlanum fyri at fara á tjóðveldisting í Kollafirði saman við Jóngerð Purkhús og øðrum góðum fólkum.

Ongin av okkum í flokkinum hevði ánilsi av, hvat tjóðveldisting var fyri nakað, ei heldur droymdi eg um, at eg 20 ár seinni varð vald á ting fyri Tjóðveldisflokkin. Sostatt eru 40 ár hin 8. nov.komandi, síðani hetta hendi.

Venda vit aftur til føðingardag floksins, so er 70 ár stutt tíð í politiskari søgu. Men tað er drúgv tíð, tá hugsað verður um øll tey, ið stríddust og droymdu um loysing aftan á 14. september í 1946, og sum fingu nýggja vón við fulveldislandsstýrinum í 1998.

Ongin okkara hevur gloymt kæra floksfelaga okkara Helga Øster, sála og hansara vónríku talu um aldarskiftið.

Nú fór tað at henda! Hann skuldi sum ein hin seinasti av teim fyrstu uppliva loysingina. Kortini fari eg at halda, at hóast – eisini tað vónbrotið, so er so ógvuliga nógv munagott framt landi og fólki til bata, og sum kanska ikki var so upplagt um flokkurin ikki var við. Hetta er ikki steypareyp.

Tað kann alt lesast sum vísindalig próvførsla í granskingaravriki Jákupi doktara Thorsteinsson: Loysingarpolitikkur í 1940-árunum.

Hesin fyrri partur av søgu Tjóðveldisins er eisini týðandi partur av okkara nýggjaru politisku søgu og sostatt eisini partur av søguni hjá Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum .

Hetta at hava dygdargóðar teoriir, argument og amboð tøk hevur eyðkent flokkin, ikki bara til fólkaatkvøðuna, men eisini til valið í 1970 við bókini Føroyar Nú og Komandi, tilfar til EEC stríðið og mangt, mangt annað.

Hetta førdi m.a. við sær, at Steinbjørn B. Jacobsen, sálið smíðaði yrkingina:

Vit borðreiddu og tit ótu.

Okkum var mikið givið við teimum, ið stovnaðu flokkin. Erlendur, D.P, Karsten og Sigurð – alt skrivandi menn og síðani Andrea Árting og Sigrid av Skarði. Alt tey hava lagt eftir seg verður verandi. Sum frá líður verður tað kanska ikki bert yrkingin hjá Karsteni Hoydal: Barnið, bergið og blómurnar, ið verður sungin í hvørjum heimi í Føroyum: Vilt tú finna blómurnar ongin annar eigur.

Í somu yrking tykir mær, – er ein heilsan til fólkaatkvøðuna og Tjóðveldisflokkin, m.a.orðini: Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga.

Tað skal nevniliga stríðast, og vit fáa onki til gávus.

Nógv lond, sum høvdu dreymar um frælsið og sum fingu frælsið, hava á ymiskan hátt dokumenterað tað í almenna rúminum – og ikki bara við miklum minnisvarðum, málningum og bygningum.

Sum ein, ið hevur ferðast víða um lond, var tað serlig uppliving ein morgun í 2016 at vakna upp umborð á skipi í Sidney í Australia. Tá gardinurnar vóru drignar frá, lá heimskenda operahúsið beint fyri framman, sum lógu vit á Bursatanga og Tinganes var Operahúsið.

Komin í land, gangandi yvir móti undrinum, vísti tað seg, at í sjálvari kajini yvir hagar vóru rundar koparplátur – um 50 cm í diametur feldar niður ímillum flísarnar. A koparplátunum stóðu skrivað brot úr frælsiskvæðum og føðilandsyrkingum frá frælsisstríði teirra, og sjálvandi við navni á einstaka skaldinum. Hetta nam næstan meira við meg enn 50 ára gamla oprahúsið hjá Utzon við einari mio. og 50.000 skýnandi hvítum takflísum úr Svøríki, ið á ongan hátt var at forsmáa.

Ein slíkan dag sum í dag er vert at nevna, at tað besta sum er hent flokkinum í nýggjari tíð er formaður okkara Høgni Hoydal, ið kom fyri 20 árum síðani.

Góði Høgni takk fyri títt arbeiðssemi og dygdaravrik. Eg síggi tey, ið undan gingu venda sær á við einum brosi og siga: Hatta er frálíkt, halt fram!

Og vit onnur, ið ganga aftaná, vit skulu geva tær streym, sum Erlendur stundum plagdi at siga við meg.

Og haraftrat – Takk fyri at tú hevur førleika til bæði at fáa kvinnur og tey ungu at trívast í flokkinum. Givið er, at høvdu hasar kvinnurnar sitið á tingi í 1946, so var loysingin framd.

Kæru landsstýrisfólk og tingfólk. Tit hava verið fyrimyndarlig bæði í Landsstýrinum og í Løgtinginum undir truplum umstøðum. Tit hava verið eitt fínt team. Og takk fyri at tit ikki hava svarað til dagligar eiturspræningar og niðring á tingi og í miðlum. Harvið hava tit eisini avmarkað málsligu dálkanina í almenna rúminum.

 

Tit hava m.a. gjørt Føroyar rúmligari og til eitt betri stað at búleikast í hjá teim flestu. Føroyar verður mett tað landið í verðini, har munurin er minstur millum rík og fátøk sammett við onnur lond. Tit hava gjørt fólksins ogn ítøkiliga, og tit hava sett skjøtil á at fáa fremmandan kapital úr Føroyum. Lukka fatti tykkum øll í samgonguni. Standið saman til setningurin er lokin og haldið síðani fram. Tit eru fullgreið yvir, hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman.

Nú etableraðu flokkarnir bæði í USA og Europa hava staðið fyri skotum, og m.a. Donald Trump gjørdist úrslitið – og sum tað sær út, so er eisini Macron eitt vónbrot,- so tykir mær, at tit , um tit bera tykkum rætt at, ikki nýtast at óttast hetta rák, so leingi tit royna at fremja tað, ið tænir fjøldini og annars verða til at líta á.

Haldi tó ikki, at løgmaður skal skriva út val fyrrenn tit hava fingið skil á órímiliga forrættin í ancienniteti viðvíkjandi pensión, sum løgtingsfólk hava – sammett við annað lønarfólk í landinum. Ongin dugir at síggja, hvat heimilar hesum, og tað er ringt fyri trúvirði løgtingsmanna uttan mun til, hvør fann uppá hetta.

Arbeiðshug og sálarfrið ynskja vit tykkum øllum!

Hetta við at fullføra setningin og røkka málinum snýr seg fyrst og fremst um at vilja og at ætla, og tað førir meg aftur til permumyndina á loysingarbókini hjá Jákupi Thorsteinsson, sála. Myndin er úr Klaksvík og fremstur millum áhoyrarar Erlends Paturssonar í Vágstúni er bátabyggarin Jákupbóndi á Biskopsstøð, ið lurtar ógvuliga konsentreraður. Hann var ommubeiggi mín og langabbasonur Nólsoyarpálls eins og faðir Erlends – Jóannes bóndi.

Søgan í familju okkara sigur, at boð vóru komin um, at Jákup bóndi, sum var mitt í 80-árunum lá til at doyggja. Abbi mín Kjølbro var nógv ár yngri enn Jákup bóndi og fór at vitja og siga honum farvæl. Abbi hoyrdi til Brøðrasamkomuna og helt, at hetta var løtan at fáa Jákupbónda til “umvendilsi”. Hann fór varisliga fram, og orðaði seg seg nakað soleiðis: Nú svágur, eg hoyri tú ætlar tær til eitt annað land….

Ja, svarar Jákup bóndi: Eg ætli mær til Íslands í summar!

Jákup bóndi fór til Íslands, tá summarið nærkaðist og smíðaði fleiri bátar, meðan hann var har. Afturkomin helt hann fram við at smíða bátar, og livdi til hann var 97 ára gamal.

Karin Kjølbro

Deil hesa grein umvegis
468 ad