Lýsing

Magni spyr um grønlendskan sjálvsavgerðarrætt

Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, hevur nú fingið ein fyrispurning frá føroyska fólkatingsmanninum, Magna Arge, um sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendska fólkinum.

Fyrispurningurin verður settur danska uttanríkisráðharranum, tí hann í svari um føroyska sjálvsavgerðarrættin váttaði, at Danmark hevur ongantíð boðað ST frá, at føroyingar hava rætt til at skipa Føroyar sum sjálvstøðugan stat, og at fólkarætturin er óviðkomandi í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Í fororðunum til grønlendsku sjálvstýrislógina frá 2009 stendur, at grønlendingar eru tjóð sambært fólkarættinum við rætti til at gera av egna framtíð. Í fororðunum stendur:

“I erkendelse af, at det grønlandske folk er et folk i henhold til folkeretten med ret til selvbestemmelse, bygger loven på et ønske om at fremme ligeværdighed og gensidig respekt i partnerskabet mellem Danmark og Grønland. Loven bygger i overensstemmelse hermed på en overenskomst mellem Naalakkersuisut og den danske regering som ligeværdige parter.”

Í fororðunum til sjálvstýrislógina er sostatt staðfest, at grønlendingar eru tjóð samsvarandi fólkarættinum, og Magni Arge spyr uttanríkisráðharran:

”Heldur uttanríkisráðharrin, at fororðini til grønlendsku sjálvstýrislógina ikki binda Danmark til fólkarættarliga at virða eksterna sjálvsavgerðarrættin hjá Grønlandi til at skipa Grønland sum sjálvstøðugan stat, men bara lýsir tann interna sjálvsavgerðarrættin hjá Grønlandi?”

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad