Lýsing

Ársaðalfundur í Norðstreymoyar Tjóðveldifelag – tíðindaskriv

Á ársaðalfundinum hjá Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag var avgjørt nevndin komandi ári skal vera 5 nevndarlimir ístaðin fyri 7.
Jenus í Trøðini av Signabø heldur fram sum formaður.

Nevndin í felagnum:

  • Jenus í Trøðini, Signabøur : formaður og aðalstjórnarumboð
  • Petra E. Petersen, Kvívík : næstforkvinna
  • Jens Ivan í Gerðinum, Vestmanna : skrivari
  • Eyðálvur í Dávastovu, Vestmanna : peingarøkil
  • Heini Holm, Kvívík : nevndarlimur

    Varalimir:
    Hallbjørg Lamhauge, Vestmanna
    Torstein Paulason Brattaberg
    Jógvan í Dávastovu, Vestmanna
    Pauli Trond Petersen, Vestmanna

Eftir lógarfestu punktini, var stóri týdingurin umrøddur, at røkja lima skaran í felagnum, við kunning og limafundum, umframt politiskum fundum.
Fleiri tiltøk hava verið í vestara partinum í økinum, og í vár vera eisini tiltøk í eystara partinum. Um áhugi er at hjálpa til við hesum tiltøkum, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini, her er leinkja til heimasíðu floksins.
Eitt aðalmál hjá nývaldu nevndini er at økja limatali í felagnum.
Økisfelagið í Norðurstreymi staðfesti týdningin av at samgongan heldur áfram at fremja tey málini sum ikki eru avgreidd og sum eru niðurfeld í samgonguskjalið, og fegnast somuleiðis um tey stóru og týdningarmiklu mál sum eru framd.

Deil hesa grein umvegis
468 ad