Lýsing

Náttúruverndin styrkt og raðfest

Arbeiðið við náttúruvernd og at verja lívfrøðiliga margfeldið verður nú munandi styrkt, og er økið ógvuliga greitt raðfest í fíggjarlógini fyri 2018. Hetta stórfegnist eg um, tí tørvurin á at gera munadygg átøk fyri at verja náttúruna og umhvørvið eru eyðsýnd. Ikki minst nú ferðavinna og onnur vinna, sum troyta náttúruna, vaksa skjótt.

Nú nýggja árið nærkast, nærkast eisini dagurin, tá vit fáa spildurnýggja náttúruverndar- og margfeldislóg, har tað at varðveita lívfrøðiliga margfeldið og at verja okkara sárbæru náttúru verður sett í hásæti. Fyri at lógin skal virka, er neyðugt at byggja upp holla og fakliga sterka umsiting av lógini, og júst hetta sæst aftur á fíggjarlógini fyri 2018. Fyrst gjøgnum uppraðfestingina frá landsstýriskvinnuni og síðani við, at tað í fíggjarlógararbeiðinum er eyðnast at  fáa fitt av peningi eyka á hesa kontu. Við hesum fer at bera væl til at leggja grundarlagið undir, at náttúruverndarlógin kemur at virka væl.

Samgongan lovaði, tá hon tók við, at fyrisitingin av náttúruvernd skuldi skipast betri, og tilbúgvingin at fyribyrgja dálking á landi og sjógvi skuldi styrkjast. Týðandi partur av hesum var at fara undir at smíða eina dygga náttúruverndarlóg.

Í lógini skal greitt ásetast, hvussu vit varðveita og verja margfeldið í náttúruni – djór, plantur, landsløg, áir, vøtn og serstøk sjóøki. Ein heildarætlan fyri alt landið skal tryggja, at verndaratlit verða tikin í góðari tíð og ikki í einari knappari vending verða sett upp ímóti vinnuligum virksemi og útbygging av samfelagnum.

Longu í 1993 samtykti Løgtingið ST-sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Og í 2006 varð við stórum meiriluta samtykt at heita á landsstýrið um at fylgja nevnda ST-sáttmála. Men játtanin til arbeiðið at skráseta margfeldið í føroysku náttúruni varð steðgað við teirri grundgeving, at nú fór ein náttúruverndarlóg, sum skipaði alt náttúruøkið, at koma. Øll hesi árini hevur verið bíðað eftir lógini.

Samgongan ger tað, hon er ment, at fáa avbjóðandi mál framd. Havi sjálv meira enn einaferð mist tolið, tí tað eftir mínum tykki hevur tikið alt ov langa tíð at fáa náttúruverndarlógina fram. Men nú sær út til at bresta fyri nevi. 2018 verður vónandi árið, tá stór fet verða tikin á náttúruverndarøkinum.

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad