Lýsing

Óluva setir fyrispurning um landsroyndir

Grein 52 spurningur til landsstýrismannin í mentamálum, Rigmor Dam viðvíkjandi KT skipanum í sambandi við landsroyndir o.a.

 

  1. Hví er so ofta miseydnast at fyriskipa landsroyndir hjá MMR?
  2. Hvør hevur ábyrgdina av, at slíkar royndir virka og at tøkniskipanir eru nóg góðar til slíkar royndir?
  3. Hevur landsstýrismaðurin kannað orsakir, er ábyrgd plaserað og avleiðingar tiknar av, at landsins myndugleikar so ofta í sjálvari tilgongdini eru dumpaðir?
  4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta skipan ella mannagongdir, sum kunnu tryggja, at næmingar framyvir trygt kunnu fara til slíkar royndir?
  5. Er landsstýrismaðurin tryggur við sína tøkni og førleikar at røkja uppgávuna framyvir?

 

 

Viðmerkingar:

 

Mong okkara hava við stúran hugt at, hvussu illa og óheppið landsins myndugleikar í fleiri umførum hava dumpað í landsroyndum og øðrum royndum.  Ferð eftir ferð hava vit upplivað næmingar komnar aftur sum av torvheiðum.

Lærarar, næmingar og foreldur hava brúkt nógva tíð og orku at læra seg at brúka skipanirnar, sum MMR hevur lagt fyri skúlan at brúka. Góðar vegleiðingar eru útførdar, men hóast hetta, so hevur skipanin verið ónýtilig.

Skúlin veit ikki at svara foreldrum og næmingum, roynir sum frægast við undanførslum ella onkrum hissini.

Mong fólkaskúlaforeldur eru hugstoytt. Og vit eru mong, ið staðfesta, at KT- skipanin í sambandi við landsroyndir, og royndir sum heild, als ikki er nøktandi. Vit nærkast tí støðu, at álitið á Mentamálaráðið er í vanda, og tíðin er búgvin til at ábyrgd verður staðsett.

Spurningurin er nú, hvaðar eru vit á hesi leiðini, og um vit eru komin til ta støðu, at vit skulu fara aftur til blýantin og pappírið.

Mentamálaráðið hevur sagt, veitarin hevur ábyrgdina, og so tykist ikki so nógv meira at henda. Soleiðis sær tað ið hvussu er út uttanífrá. Men hvør er frágreiðingin? Veitaran hava vit ikki hoyrt givið sína frágreiðing.

 

Er ongin frágreiðing gjørd, so eigur landstýrismaðurin í Mentamálaráðnum at lata gera eina nágreiniliga frágreiðing, har veitarafrágreiðing er partur av frágreiðingini, leggja ábyrgdina á rætta stað og síðan seta trygga royndarskipan í verk.

 

Á Løgtingi, 2.5. 2017

Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad