Lýsing

Skulu vera førandi í barnapolitikki

Seinastu dagarnar hevur kjak verið um dagstovnaøkið og barnapolitikk sum heild. Hetta gleðir meg.

Tórshavnar kommuna er ein stór kommuna, og er tað av alstórum týdningi at kommunan hevur eitt framkomið, ríkt barnasýn. Vit skulu raðfesta yngstu borgarnir í kommununi.

Normeringin á dagstovninum skal hækkast! Um børnini skulu hava fullgóðar menningarmøguleikar, er neyðugt at fleiri tímar eru ásettir til børnini.

Kommunan má hava ein greiðan barnapolitikk og framtíðarætlanir.

Sosiala deild, barna og ungdómsdeild og stovnsleiðslur skulu hava góðar karmar at virka undir, soleiðis at fakfólk trívast og fáa nøktandi førleikamenning.

Neyðugt er at námsfrøðingar og hjálparfólk úti á stovninum fáa betri treytir at virka undir, so trivnaður og fakliga støði kann hækka – Her má raðfestast!

Vit nýtast ikki at spegla okkum í londum rundan um okkum, s.s. Danmark. Nei!, vit kunnu verða undangongu kommuna innan barnapolitikk og hugsjón um eitt gott barnalív. Raðfesta vit børnini, sæst hetta aftur í kommununi og landinum í komandi árum.

Tað er ein kunngerð um dagstovnaøkið. Hendan kunngerð er góð, tó ikki serliga útdjúpað, og hesi kunngerð virka stovnarnir hjá kommununi eftir. Henda lóg eigur at verða endurskoða. Eisini er neyðugt at endurskoða økið, hetta so vit kunnu tryggja okkum, at børnini fáa bestu fyritreytir og at vit sum kommuna (og land) lúka altjóða krøv tá tað viðvíkur børnunum. Tvs. at bæði kommuna og land mugu gera raðfestingar innan dagstovnaøkið.

Hetta má raðfestast! So mugu materialistiskar stórfingnar verkætlanir heldur bíða.

Vigdis Johannesen, valevni fyri Tjóðveldi

Vigdis Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad