Lýsing

Liðugt við hálvlidnum loysnum

Vegir so smalir, at ein bilur so dánt fær smoygt seg ímillum parkeraðar bilar. Nýggir vegir uttan gongubreytir og onkuntíð eisini uttan neyðugar stuðlamúrar, ímeðan slitlagið á vegnum onkuntíð eisini manglar. Gamlar gongubreytir, sum fyri ein rørðslutarnaðan virka eins høgar sum Enniberg.

Hetta er tíverri veruleikin í okkara kommunu, hóast flest øll vildu ynskt tað ørvísi. Men nú má og skal vend koma í.

 

Tað gongur nokk

 

Veganetið í Klaksvík stavar frá einari tíð, tá vit vóru avbyrgd frá umheiminum. Øll fegnast vit um Norðoyatunnilin, men samstundis tykjast vit at hava gloymt, at ferðslan fór at økjast tá tunnilin varð liðugur. Nýggju vegirnar til tunnilin vórðu knýttir í okkara verandi veganet, og so mátti ferðslan bara skikkað sær sum best. Og hesa “tað gongur nokk hugsan”, líða vit undir til dagligt.

 

Sum politikari er tað kanska lættast at hugsa um alt tað nýggja ein hevur hug til at gera, í mun til at fáa tað verandi at fungera. Skal heldur ikki gera meg sjálvan so góðan, at eg ikki eisini eri dottin í hesa felluna onkuntíð. Men hetta merkir kortini ikki, at ein skal vera liggjandi í tí felluni, sum kallast vanahugsan. Tí eg haldi ikki at vit kunnu bjóða borgarum okkara, at vegir og ferðslan í okkara býi viðhvørt ber bráð av hurlivasa.

 

Vit eiga at gera eina ferðsluætlan við grundarlag í ferðsluteljingum, og ikki í gitingum. Á okkara høvðusvegum má og skal tað verða møguligt hjá tveimum bilum at møtast ótarnaðir. Gongubreytirnar skulu ikki verða í seyðahøgum standi, men tær skulu innrættast eftir barnavognum og koyristólum. Og nýggir vegir skulu ikki liggja hálvlidnir í áravís. Síðst, men ikki minst, eiga vit at einsrætta nakrar av teim mest belastaðu vegunum.

 

Vit skulu gera eina ferðsluætlan

 

Fellir tað mær í lut at gerðast partur av einum komandi býráð, ætli eg at gera mítt til at gera enda á øllum teim hálvlidnu vegaloysnunum í býnum. Kann ikki hugsa mær, at nakar er ímóti hesum, og hetta átti tí at verið ein løtt raðfesting at gjørt.

 

Sjálvur havi eg eitt ynski um, at fáa eina skjóta loysn á ferðsluviðurskiftunum á Nýggjaveg og í Bøgøtu. Hetta kundi verið gjørt við eini partvísari einsrætting hvønn sín veg. Ivaleyst eru eisini onnur øki, sum hava ein akuttan tørv, og slíkar raðfestingar eiga vit at taka upp við teknisku umsitingina.

 

Mest týdningarmikið er tó, at vit fáa gjørt eina langtíðar ferðsluætlan, so Klaksvíkar býur verður framkomuligur hjá fóllki – tað verið seg til gongu ella í bili. Í ferðsluætlanini skulu ferðsla og fríðkan av býnum ganga hond í hond, so plantað verður fram við vegunum og vit harvið bæði skapa trivnað og vakurleika. Men vit skulu ikki hoppa glaðbeint til onkra danska konsulentfyritøku, fyri at fáa gjørt eina slíka ætlan. Í staðin má okkara tekniska umsiting fáa sær neyðugar førleikar til vega, so vit sjálvi megna at gera eina ferðsluætlan og síðan at verkseta hana. Vit hava gjørt hetta á spillivatnsøkinum, og tí ivist eg ikki í, at vit eisini megna hetta á ferðsluøkinum.

 

Jóhann Lützen, býráðslimur

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad